leygardagur 11. juni 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 11. juni 2005
11
UTTAN ÚR HEIMI
Hann verður sitandi
Amerikanska stjórnin hevur roynt at forða fyri, at
egyptin Mohamed ElBaradei slapp at halda fram sum
leiðari í altjóða kjarnorkustovninum IAEA, men nú
hevur Washington slakað.
Starvstíðin hjá ElBaradei er úti í summar. Hetta er
annað skeið hansara í leiðarastarvinum, men ST mælti
til, at hann skal halda fram. Bara USA ivaðist. Con-
doleezza Rice, uttanríkisráðharri, segði mikudagin, at
eftir hennara tykki eigur ein leiðari ikki at sita í einum
so týðandi starvi meiri enn tvey skeið, men hon legði
afturat, at stjórnin í Washington hevur gjørt av at lata
ElBaradei halda fram.
Mohamed ElBaradei er ikki so væl lýddur í
Washington, tí hann hevur funnist at, at USA nýtti sera
ivasamar upplýsingar sum grundarlag fyri álopinum á
Irak. Sjálvur helt hann, at vápnaeftirlitsmenninir hjá
ST áttu at fáa betri tíð til sínar kanningar í Irak.
Ein onnur orsøk til, at hann ikki er so væl umtóktur í
Washington, er, at sambært amerikonsku stjórnini
hevur ElBaradei ikki lagt nóg stórt trýst á leiðararnar í
Iran fyri at fáa teir at sleppa kjarnorkuverkætlanini.
ANC í trupulleikum
Stjórnarflokkurin í Suðurafrika, ANC, er komin í álvars-
samar trupulleikar, eftir at fremsti ráðgevin hjá landsins
varaforseta hevur fingið 15 ára fongsul fyri svik.
Handilsmaðurin Schabir Shaik hevur verið fíggjar-
ráðgevi hjá Jacob Zuma, varaforseta, og undir rættar-
málinum kom fram, at varaforsetin var vitandi um part-
ar av tí ólógliga virksemið hjá ráðgevanum. Tað hevur
fingið andstøðuna og teir suðurafrikonsku fjølmiðlar-
nar at krevja, at varaforsetin fer frá, samstundis sum
málið verður kannað nærri. Andstøðan og fjølmiðlarnir
siga eisini, at Suðurafrika kann ikki møta umheiminum
við einum varaforseta, sum er settur í samband við
svik, og at viðurskiftini eru ein hóttan ímóti tí unga
demokratiinum.
Fyribils er tó einki, sum bendir á, at varaforsetin
verður frákoyrdur. Jacob Zuma er væl umtóktur ímill-
um tað unga fólkið. Harafturat er hann av zulu-fólkin-
um og fær dyggan stuðul frá teimum, og hesum stuðuli
hevur ANC brúk fyri, skrivar AP.
Gamalt mál tikið
uppaftur
Italska ákæruvaldið krevur, at tíggju týskarar, sum vóru
í einari SS-deild í Norðuritalia í 1944, skulu dragast
fyri rættin.
Teir tíggju menninir vóru partur av einari SS-deild,
sum myrdi fleiri hundrað fólk í einari bygd í Norður-
italia í august í 1944. Týskararnir leitaðu eftir italskum
uppreistrarmonnum, og í bygdini SantAnna di
Stazzema myrdu teir umleið 500 fólk. Eyngavitni hava
greitt frá, at fólk vórðu sett í røðir og síðani skotin, og
onnur vórðu stúgvað saman og síðani sprongd í luftina
við hondgranatum.
Italska ákæruvaldið sigur, at tíggju menn skipaðu
fyri hópmorðinum í SantAnna di Stazzema. Ákærin,
Marco De Paolis, vil vera við, at teir tíggju menninir
búgva framvegis í Týsklandi, og hann hevur kravt, at
teir fáa lívlanga fongsulsrevsing.
Vandamikið starv
Mikudagin tók Alejandro Dominguez við starvinum
sum løgregluovasti í meksikanska býnum Nuevo Lare-
do, men tað skuldi hann ongantíð havt gjørt. Níggju
tímar seinni bleiv hann myrdur.
Nuevo Laredo er tætt við markið ímillum Meksiko
og USA, og býurin verður hildin at vera ein týðandi
millumstøð í rúsevnahandlinum um markið. Tað hevur
havt við sær, at fleiri smuglaralið berjast um valdið í
býnum, og tey hava ikki minstu virðing fyri løgregluni.
Sambært AP hava umleið 60 fólk latið lív í
samanbrestum í býnum teir seinastu mánaðarnar, og
teirra millum vóru fleiri løgreglumenn.
Alejandro Dominguez var einasti umsøkjari til starvið
sum løgregluovasti í Nuevo Laredo, og tað verða neyvan
fleiri, sum fara at søkja um at taka við eftir hann.
Bretski sjónleikarin Rowan
Atkinson, ið tey flestu
kenna sum Mr. Bean, er í
øðini inn á stjórnina í
London, tí hon fyrireikar
eina lóg, sum skal gera tað
revsivert at skemta sær við
átrúnaðarligum viðurskif-
tum. Hann og onnur halda,
at lógin er eitt álop á tali-
og talifrælsið.
Mr. Bean var eisini
ímillum teirra, sum mót-
mæltu einum tilsvarandi
uppskoti í fjør, men tá bleiv
uppskotið ikki samtykt, tí
Yvirhúsið segði nei. Nú
roynir stjórnin so aftur,
men tað ger Mr. Bean
eisini.
Amerikanskir veður-
menn vænta nógvar
ódnir í Karibiska
Havinum í ár, og tann
fyrsta er á veg
ILLVEÐUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Amerikanski veðurstovn-
urin kunngjørdi herfyri, at
tær tropisku ódnirnar í
Karibiska Havinum verða
væntandi fleiri í ár enn í
fjør. Í fjør skrásettu veður-
menninir 15 sokallaðar
tropiskar
stormar,
og
níggju teirra gjørdust seinni
til tropiskar ódnir.
Tann
fyrsti
tropiski
stormurin í ár tók seg upp í
Atlantshavinum hósdagin,
og í gjár skuldi hann ætl-
andi raka vestara part av
Kuba. Har høvdu myndug-
leikarnir ávarað fólk, og
nógv høvdu fingið boð um
at leita sær skjól.
Fyrrverandi suður-
afrikanski forsetin
Nelson Mandela er í
Noregi, har hann
millum annað roynir
at savna pengar til
bardagan ímóti AIDS
AIDS
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Síðani hann legði forseta-
embætið frá sær, hevur
Nelson Mandela verið ein
av teimum fremstu stríðs-
monnunum í bardaganum
ímóti AIDS. Kanska ikki so
løgið, tí sjálvur hevur hann
mist ein son av sjúkuni, og
Suðurafrika er eisini eitt av
teimum ringast raktu lond-
unum. Men hansara stríð er
ikki bara eitt stríð ímóti
einari sjúku.
- AIDS er ikki ein sjúka,
men ein spurningur um
mannarættindi. Tað einasta,
sum krevst, er viljin til at
gera
tað
neyðuga,
er
boðskapurin hjá Mandela.
Av teimum 40 milliónun-
um, sum eru HIV-smittað,
búgva 28 milliónir í lond-
unum sunnan fyri Sahara.
Á hvørjum ári verða 3,5
milliónir fólk smittað í
Afrika, og tríggjar milliónir
doyggja
av
sjúkuni
á
hvørjum ári. Avleiðingin er,
at í teimum ringast raktu
londunum er meðal livi-
aldurin niðan fyri 40 ár.
Tað er Arbeiðaraflokkur-
in, sum hevur boðið tí 86
ára gamla Mandela til Nor-
egs. Í dag skal hann til
Tromsø, har skipað er fyri
stórari konsert honum til
heiðurs.
AIDS er ikki ein sjúka
Mr. Bean mótmælir lóg
Fyrsta ódnin á veg
Nelson Mandela: -Aids er
ikki ein sjúka
Kubanar noyddust at standa
undir regnskjóli, meðan teir
bíðaðu eftir Arlene