Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juni 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 109 - 11. juni 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Føðingar 24. mai fingu Eveline Güttzeit og Kristian Justinussen, búsitandi í Walvis Bay, Namibia, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3950 gr. Hon hevur fingið navnið Birgit Kristin. 25. mai fingu Alexandra Müller, Porkeri og Sam Ripley, Vágur, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4150 gr. 27. mai fingu Rudi og Søren Lünell Bruhn, Trongis- vágur, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4000 gr. 31. mai fingu Thomina í Lon, Miðvágur og Poul Johannessen, Fuglafjørður, eina dóttur. Hon var 40 cm. long og vigaði 1545 gr. 2. juni fingu Reidunn Andreasen og Ingi Zacharia- sen, Streymnes, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4300 gr. 3. juni fingu Durita og Rúni Dahl, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 4450 gr. 3. juni fingu Heidi og Jan Abrahamsen, Strendur, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 2850 gr. 5. juni fingu Edith og Jónleif Frederiksen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3400 gr. 7. juni fingu Eyðna og Tummas Justinussen, Tórshavn, tvíburar – gentubørn. Onnur var 46 cm. long og vigaði 2250 gr. og hin var 46 cm. long og vigaði 2500 gr. 8. juni fingu Jenny A. og Svein í Heiðunum, Keyp- mannahavn, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 3850 gr. 8. juni fingu Guðrið Joensen, Signabøur og Jan Christiansen, Stykkið, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3815 gr. 30 ára starvsdagur Í dag, 11. juni 2005 hevur Aksel Andersen, arbeitt í 30 ár sum linjumaður hjá Elfelagnum SEV í Eysturoynni. Silvurbrúdleyp Mánadagin 6. juni høvdu Maria og Debes Petersen, Tórshavn, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin 11. juni fyri innbodnum. Brúdleyp Í dag, 11. juni kl. 11.00 giftast í Fríðrikskirkjuni Ann Poulsen og Edmund Jacobsen, Toftir. Aftaná vígsluna verður móttøka í B68-húsinum. Øll eru vælkomin. Í dag, 11. juni kl. 12.00 giftast í heimi okkara í Vestmanna Hildbert Blástein, Vestmanna og Rannvá Sørensen, Viðareiði. Eftir vígsluna verður høvi at heilsa uppá brúðarparið til kl. 15.30. Í dag, 11. juni kl. 14.00 giftast í Evangeliihúsinum í Havn Anamaria Dan og Jákup Frederiksen. Í dag, 11. juni kl. 14.00 giftast í Glyvra kirkju Teresa Magnusen úr Lamba og Magnus Djurhuus Joensen av Nesi. Døgurði verður fyri innbodnum kl. 17.00 og opið hús frá kl. 20 í Bygdarhúsinum í Leirvík. 90 ár Sunnudagin 12. juni verður Elias Jacobsen, Syðrugøta – vanliga nevndur Lias hjá Benadikt – 90 ár. Tey sum ynskja at heilsa uppá Lias eru vælkomin í eldrasambýlið Gøtubrá, sunnudagin millum kl. 15.00 og 18.00. Fríggjadagin 17. juni 2005 verður Ólavur Petersen, reiðari í Sørvági, 60 ár. Ólavur er føddur og upp- vaksin í Sandavági, sonur Arnhold Petersen (Arnhold á Steig), ættaður úr Sandavági og Kristionnu, f. Holm, ættað við Bakkhús í Hvalba. Sum 14 ára gamal fór Ólavur í smiðulæru hjá Viggo og Jørgen Johanne- sen í Sandavági. Tá smiðulæran var liðug, sigldi hann við Mærsk- skipum eina tíð og byrjaði síðani á maskinmeistara- skúla í Havn, har hann tók prógv í 1968. Eftir lokið prógv sigldi hann so eitt ár uttanlanda. Tá hann gavst at sigla, arbeiddi hann í nógv ár sum bilmekanikari. Hann hevur eisini verið keypmaður, arbeitt hjá Phil & Søn, og arbeiddi eisini nøkur ár á flogvøllinum. Tá fyrsti flakatolarin hjá P/F Vesturvón var bygdur á Ulsteinvik 1969, var Ólavur við til at hava eftirlit við nýbygninginum. Eisini var hann við, tá ið núverandi Vesturvón bleiv bygdur í 1987. Ólavur tók við sum reiðari í 1988 eftir verfaðir sín Hjalmar Hvítklett. Gjøgnum árini hevur tað eydnast Ólavi at úbyggja felagið. Í 90-unum keypti felagið laksavirkið Rain- bow Harvest, sum nú virkar sum skrivstova og goymsla. Seinni keyptu teir flakavirkið ella bláa húsi, sum tað eisini verður nevnt, og reka har í dag salt- fiskavirksemi saman við øðrum felagið. Eisini setti P/F Vesturvón á stovn egið søluvirki VS-Seafood. Í 1999 yvirtóku teir fel- agið P/F Rávuna og harvið partrolararnar Akraborg og Varborg, sum seinni blivu skiftir út við Vesturleika og Vestursøka. Í 2001 blivu tveir partrol- arar, Akranes og Draga- sund, keyptir afturat. Í dag starvast umleið 90 fólk hjá P/F Vesturvón. Umframt at starvast sum reiðari er Ólavur eisini nevndarlimur í Føroya Reiðarafelag, og hann sat sum formaður í P/F Flog- sambandi í nógv ár. Ólavur er ein sera røkin og dámligur maður, altíð blíður og vinarligur. Hann er ógvuliga pligtuppfyll- andi og er altíð í gongd við okkurt, ið kann menna og røkja felagið. Hann er ein heitur per- sónur og altíð klárur at hjálpa, har tørvur er á. Tað er so hugnaligt at støkka inn á gólvið hjá teimum. Ólavur er giftur við Katrinu, dóttir Hjalmar og Anna Sofíu Hvítklett í Sør- vági. Tey eiga trý børn: Arnjohn, sum býr í Sør- vági, Hjalmar, sum býr í Havn, og Anna Sofía, sum býr í Hong Kong. Ólavur eigur fimm abbabørn. Ólavi verður ynskt hjar- taliga tillukku við degnum. Vælkomst verður í Bygd- arhúsinum í Miðvági 18. juni kl. 19.00 Vinir, ið síggja fram til eina hugnaliga veitslu Fríggjadagin 10. juni 2005 fekk fyrsti næmingurin í ár, Jan Djurhhuus, prógv á HT útbúgvingini á Tekniska skúlanum í Klaksvík. Síðsta próvtøkan var læru- greinin Bygging og Orka á A-stigið, sum var tøkniser- greinin, ið Jan hevði valt. Próvtøkan hevur gingið stak væl hjá Jan, millum annað fekk hann próvtalið 13 í enskum á A stigi. Í ár fáa 22 SIT- næmingar og 9 HT-næmingar prógv frá Tekniska skúla í Klaks- vík. Prógvhandan verður úti í Grøv fríggjadagin, 24. juni, kl.10.00, gestarøðari verður John Johannesen, journalistur og løgtings- maður. Tilgongdin til Tekniska skúla er stór, og komandi skúlaár byrja 70 nýggir næmingar á skúlanum. Á HT útbúgvingini, ið er ein teknisk studentspróvtøka, ið tekur 3 ár, er fullsett. Í august byrja 24 HT-næm- ingar í Klaksvík. Ólavur Petersen 60 ár Dagurin 11. juni. Barnabas. Hann verður fleiri ferðir umtalaður í Ápostlasøguni, men so at siga altíð í sambandi við ápostulin Paulus. Var við á fyrstu trúboðanarferðini hjá ápostlinum. Evangelisturin Markus og hann vóru systkina- børn. Halgisøgan sigur, at hann á føðioynni Kýpros varð tikin av jødum og brendur á báli í árinum 62, halda teir. Í fornkirkjuni var hildið, at hann skrivaði Hebrearabrævið. 12. juni. Basilius. Helst til minnis um Basilius tann Stóra, sum var biskupur í Kesarea. Hann doyði í 379. 13. juni. Kyrillos. Fleiri halgimenni eru við hesum navni, helst er her talan um ein biskup í Aleksandriu, sum doyði í 444 . Erlendur biskupur doyði hendan dagin í 1308. Fyrsta HT- pisan Fríggjadagin 10. juni 2005 fekk fyrsti næmingurin í ár, Jan Djurhhuus, prógv á HT útbúgvingini á Tekniska skúlanum í Klaksvík