leygardagur 11. juni 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 11. juni 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Damgarð Petersen,
Klaksvík, fór til
gravar úr Christians-
kirkjuni fríggjadagin
klokkan 14.
Tey, ið vilja
minnast Damgarð,
kunnu lata ein
peningagávu á konto
í Føroya Banka.
Kistan við Karin
Strøm fer úr
kapellinum í Tvør-
oyrar kirkju fríggja-
kvøldið klokkan 18.
Jarðarferðin verður
leygardagin klokkan
13.
Tey, ið vilja
minnast Karin við
blómum ella kransi,
kunnu lata eina
peningagávu til
Suðuroyar Ellis- og
Røktarheim. Konto í
peningastovnunum.
Hallur Hammers-
heimb Jacobsen fór
til gravar úr
Hósvíkar kirkju
fríggjadagin klokkan
14:00.
Tey, ið vilja
minnast Hall, kunnu
lata soninum eina
peningagávu, konto í
Føroya Banka.
Kelda: Útvarp Føroya
Andlát og
jarðarferðir
Kunngjørt verður at kæra mamma, vermamma,
omma og langomma
Jonhild Henriksen
fødd Arge, Klaksvík
andaðist í heiminum fríggjamorgunin, 74 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni
mánadagin kl. 14.00.
Fyri tey avvarðandi
Magnus, Jóhan, Petra og Anvør
Tey sum vilja minnast mammu, kunnu lata eina peningagávu til Emmaus,
konto í Norðoya Sparikassa.
Tøkk
Øllum tykkum, sum mintust meg á 90 ára
føðingardegi mínum tann 5. apríl, takki eg hjarta-
liga. Takk fyri fjarrit, blómur, telefonsamrøður,
gávur, sangir, talur og takk, øll tit, sum stukku inn á
gólvið og gjørdu mær dagin ógloymandi.
Harrin signi tykkum øll.
Signhild Danielsen
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu
samkenslu og hjálpsemi tá kæri maður, pápi, abbi
og langabbi okkara
Leivur Andreassen
andaðist og varð jarðaður.
Ein serlig tøkk til tykkum, sum hjálptu til
og skipaðu fyri ervinum.
Vegna familjuna
Kirstin, Maria og Jens
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu samkenslu
og hjálpsemi, tá kæri pápi, verfaðir, abbi
og langabbi okkara
Vilhelm í Tjørnustovu
Norðragøta
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Filadelfia.
Og tøkk til øll tykkum, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Eisini ein tøkk til tykkum, sum vóru so góð við hann
á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík.
Óli, Malan, Petur, Elin, Anna Maria og Lissi
10. juni 1970 varð brúgvin um Leynará liðug.
Í 1969 var byrjað at gera nýggja brúgv um Leynará,
sum kom fyri gomlu brúnna, sum tá var um 100 ára gomul.
Nýggja brúgvin var 45 m long og 10 m breið við 1,5 m
breiðum gongubreytum.
Brúgvin kostaði umleið eina hálva millión at byggja
Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór 197 0
Fyri 35 árum síðan:
Brúgvin um Leynará liðug
i