leygardagur 11. juni 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 109 - 11. juni 2005
Maud Túgvustein úr
Fuglafirði kann nú at
røttum kalla seg
Føroya fyrsti fiska-
virkari. Hósdagin
stóð hon endaligu
royndina, sum var ein
praktisk roynd á
virkinum hjá Fiska-
virking í Saltangará,
har hon hevur verið í
læru, samstundis sum
hon hevur verið knýtt
at Fiskivinnuskúl-
anum í Vestmanna.
– Hetta hevur verið
ógvuliga spennandi
og áhugavert, men
eisini ein strævin tíð,
og nú eg eri liðug, eri
eg ovurhonds glað,
sigur hon
FISKAVIRKARI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað ljóðar kanska undarligt
í oyrunum hjá summum, at
ein 40 ára gomul kvinna nú
kann rópa seg Føroya fyrsti
fiskavirkari.
Hópur av røskum og
kvikum
kvinnum
hava
staðið á fiskavirkisgólvum
kring landið í mong ár, og
semja man vera millum
manna um, at tað ikki eru
hesar, sum gera, at virkini
liggja tungt í sjónum í
løtuni.
Fleiri av hesum kvinnum
hava staðið við reinskeri-
ella pakkiborð í mong
Harrans ár, og tær duga sítt
handverk til lítar.
At arbeiði á fiskavirkjun-
um mangan er óstøðugt við
tí úrsliti, at nøkur fólk
stundum koma og fara,
kanska serliga á teimum
stóru virkjunum, er so ein
onnur
søga.
Men
tær
royndu kvinnurnar eru av-
gjørt gull verdar fyri virkis-
leiðslurnar.
Eingin ivi um tað.
Hesar royndu kvinnur fáa
tó sum er lítið »bonus« fyri
sín dugnaskap, men eru
løntar
við
einari
ella
tveimum krónum meira enn
tær, ið detta inn av »gøtuni«
og ongantíð hava fingist
við fisk áður.
Fiskavirkari
Nú hava vit so fingið okk-
ara fyrsta fiskavirkara við
eini útbúgving, sum í
minsta lagi gevur henni
eina
handverkaraløn
–
eisini, um hon fer at ar-
beiða einum fiskavirkis-
gólvi, nú hon er liðug.
Kvinnan er Maud Túgvu-
stein úr Fuglafirði, sum er
gift Hensari Túgvustein, ið
er ættaður úr Æðuvík.
Hósdagin stóð hon sína
seinastu roynd í hesi út-
búgving, sum hevur tikið
henni tilsamans trý ár. Hon
fekk eitt 9-tal, tá ið hon
skuldi »forsvara« høvuðs-
uppgávuna,
hon
hevur
skrivað um virkið hjá
Fiskavirking í Saltangará,
har hon fyrstu ferð var til
arbeiðis longu í 1985, men
hevur við millumbilum
verið í arbeiði aðrastaðni.
Og tó; árini á virkinum í
Saltangará
eru
vorðin
mong, nú vit skriva 2005,
og tað er eisini her, hon nú
hevur fingið sína útbúgv-
ing. Meðan hon hevur verið
í læru, hevur hon eisini
starvast á øðrum virkjum
hjá Føroya Fiskavirking,
eitt nú á Toftum, Miðvági
og í Havn.
– Eg hevði skrivað mína
høvuðsuppgávu um virkið
hjá Fiskavirking í Saltang-
ará, og uppgávan hjá mær
hendan dagin var at »verja«
tað, sum eg skrivi.
Maud stóð hesa seinastu
royndina væl og virðiliga,
og nú bíðar hon eftir prógvi
og sveinabrævi sum fyrsti
føroyingur við útbúgving-
ini, fiskavirkari.
Kontaktpersónur á virk-
inum í Saltangará hevur
verið Jolina Højgaard, ið
starvast á virkinum sum
góðskuleiðari. Lina, sum
hon verður rópt, hevur ver-
ið í starvi á flakavirkinum í
Saltangará í samfull 29 ár.
– Hetta hevur verið ein
ógvuliga áhugaverd, spenn-
andi og lærurík tíð, men
hetta hevur eisini verið
strævið. Nú eg eri liðug við
útbúgvingina og fái prógv-
ið frá Fiskivinnuskúlanum,
23. juni, eri eg ovurhonds
glað.
Henda útbúgving, sum
verður tikin sambært eini
kunngerð frá 13. juni 2002
um yrkisútbúgving innan
fiskavirking og aling, er so
nýggj, at Maud, tá ið vit
tosaðu við hana seint um
kvøldið, sum hon var liðug
um dagin, ikki var heilt
greið yvir, hvør fer at handa
henni sveinabrævið.
– Marita Rasmussen,
sum starvast hjá Vinnuhús-
inum, var sensor við sein-
astu royndina, og eg haldi,
at tað er Vinnuhúsið, sum
skrivar út sveinabrøvini
sambært hesi nýggju út-
búgving og kunngerð, sigur
Maud.
Aftur á skúlabonk
Maud var í starvi hjá Fiska-
virking í Saltangará, tá ið
hon sá ein faldara hjá Fiski-
vinnuskúlanum
í
Vest-
manna um hesa yrkisút-
búgving.
Hevði ikki verið í skúla í 20 ár:
Nú er hon Føroya fyrsti fiskavirkari
Maud saman við trimum starvsfeløgum, sum hava verið holl í ráðum undir útbúgvingini, f.v.: Kims Lamhauge, formaður í reinskerihøllini, Maud Túgvustein,
fiskavirkari, Lina (Jolina) Højgaard, góðskuleiðari og Charles Johansen, formaður í maskinhøllini
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Eg eri ovurhondsfegin, nú eg eri liðug við mína útbúgving sum fiskavirkari, sigur Maud
Túgvustein
Mynd: Vilmund Jacobsen