leygardagur 11. juni 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 11. juni 2005
15
Bootles sigur
søguna um
Beatles í
Klaksvík
Síðsta vikuskiftið í juni
kemur ein poppbólkur úr
Liverpool til Klaksvíkar
at spæla. Bólkur kallast
The Bootles, og teir
spæla tónleik hjá The
Beatles.
Tað
ger
bólkurin so væl, at hann
hevur verið umtalaður
víða hvar fyri sínar
framførslur.
The Observer skrivaði
einaferð
um
The
Bootles, at teir ljóða
næstan meira sum The
Beatles, enn beatlarnir
sjálvir gera. Fríggja-
kvøldið 24. juni spælir
bólkurin í Klaksvík
The Bootles hava í
nógvum
londum
í
Europa, og teir plagdu
eisini at spæla nógv á
The Cavern, har The
Beatles eisini spældi. Og
tað kom fyri, at báðir
bólkarnir
spældu
til
somu tiltøk.
The Bootles tók sítt
navn í 1980, men áðrenn
tað gingu teir undir
navninum Jasmin-T, og
hesin bólkurin spældi
sangin Faroe Girl, sum
var nógv spældur í
Føroyum.
The Bootles fer á kon-
sertini í Klaksvík at siga
søguna um The Beatles,
og tað verður sjálvsagt
fyrst og fremst gjørt við
tónleiki hjá helst størsta
poppbólkinum í søguni.
Konsertin við The Boot-
les verður í KÍ-høllini
fríggjakvøldið 24. juni
kl. 21.00.
ek
Science
Fiction við
nýggjari fløgu
Ársins livebólkur í Før-
oyum í 1985 kemur í
næstum við sínari næstu
fløgu – 20 ár eftir at tann
tann fyrsta fløgan hjá
bólkinum kom út.
Science Fiction var
ein sera virkin bólkur í
1980'unum, og teir gjør-
dust
millum
annað
Ársins livebólkur í 1985.
Sama ár fóru teir í RMS
Studio í Runavík og
spældu eitt band inn. Á
hesum bandi finnast
sangir sum Came From
A Bar, Í Skúrið, Crazy
Town og Like A Slave.
Seinastu mongu árini
hevur Science Fiction
ikki verið nógv frammi,
men teir hava tó vant og
verið í studio seinastu
tvey árini. Úrslitið er á
trappuni, og innanfyri
nakrar fáar vikur kemur
fløgan út.
Jákup
Marner
Anthoniussen er nú sum
fyrr sangari í bólkinum
úr Klaksvík.
ek
Starvsnevndin í
Lærararáðnum á
Føroya Handilsskúla í
Havn ger nú greitt, at
hon er ikki partur av
málinum millum
leiðsluna og lærar-
arnar hjá datamatik-
arunum, sum søgdu
seg úr starvi
SKÚLASTRÍÐ
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Seinastu vikurnar hevur
nakað av ófriði verið
rundan um útbúgvingin hjá
datamatikarnunum
á
Føroya
Handilsskúla
í
Havn. Báðir lærararnir,
sum
undirvístu
data-
matikaranæmingunum,
søgdu seg úr starvi, tí teir
hildu seg ikki kunna ar-
beiða undir umstøðunum á
skúlanum.
Tað setti næmingarnar og
leiðsluna í eina trupla
støðu, tí næmingarnir fara
júst nú undir seinasta partin
av lesnaðinum, og tað skulu
teir eftir øllum at døma
gera við nýggum lærarum.
Nú ger starvsnevndin í
Lærararáðnum á Føroya
Handilsskúla í Havn greitt,
at hon er ikki partur av
stríðnum, sum hevur verið
og er millum lærararnar hjá
datamatikarunum og leiðsl-
uni í skúlanum.
Eitt stutt fráboðan er
send Sosialinum um hetta,
men starvsnevndin vil ikki
gera fleiri viðmerking. Sagt
verður bara, at endamálið
við fráboðanini er, at
Lærararáðið og teir vanligu
lærararnir einki hava við
málið at gera, og at tað
ongantíð er viðgjørt á nak-
ran hátt í Lærararáðnum.
Lærararnir hava einki við stríðið at gera
– Eg helt, at hetta ljóðaði
áhugavert og fór at tosa við
Jason Johannesen, sum tá
var virkisleiðari á virkinum
í Saltangará um møguleik-
arnar fyri læruplássi.
Hon sigur, at Jason í
fyrsta umfari ivaðist í, um
hon veruliga meinti tað, tá
ið hon ætlaði sær í skúla.
– Men so ein dagin
spurdi hann meg, um eg
meinti tað – og tað gjørdi
eg, hóast eg ikki hevði
verið á skúlabeinki í næstan
20 ár.
Maud sigur, at við tað, at
hon bert hevði eitt gamalt
10. floksprógv, fór hon
fyrst á Fiskivinnuskúlan í
eitt ár, har hon bara gekk í
skúla.
– Soleiðis gekk eg í skúla
alt tað fyrsta árið, annað
árið var eg bara í praktikk,
og nú triðja árið havi eg
gingið tveir dagar í skúla –
og arbeitt á virkinum hinar
tríggjar dagarnar í vikuni.
Lærutíðin hjá Maud er
úti, 1. juli, men enn veit
hon ikki rættiliga, hvat hon
fer at gera.
– Eg vænti, at eftirspurn-
ingurin eftir mær verður
stórur, nú eg eri liðug – og
hava tað so ómetaliga gott
við tað, sigur hon skemt-
andi.
Maud dylir ikki, at hon
hugsar um okkurt annað
enn bara at fara aftur á eitt
flakavirkisgólv, sum henni
annars
hevur
dámað
ógvuliga væl.
– Eg kundi eitt nú hugsað
mær at arbeitt sum góðsku-
leiðari ella okkurt tílíkt,
men tað fer tíðin at vísa,
leggur hon aftrat.
Útbúgvin alari
Hon veit annars at fortelja,
at eingin nýggjur næmingur
byrjar á Fiskivinnuskúlan-
um sum fiskavirkari í
summar, men hon heldur, at
ein byrjar sum alari.
– Tað eru onnur enn eg,
sum í løtuni taka hesa út-
búgving, og gongst sum
ætlað, verður onkur liðugur
komandi ár. Men eg eri so
tann fyrsti fiskavirkarin við
útbúgving eftir hesi skipan
í Føroyum, og tað kenni eg
sum nakað serstakt.
Maud veit eisini at siga,
at ein annar fuglfirðingur,
Eliseus Johannesen, sum er
28 ára gamal og hevur verið
í læru hjá Laksá, í summar
verður fyrsti útbúni alarin í
Føroyum eftir hesi somu
skipan um yrkisútbúgving.
– Í lærutíðini havi eg
starvast allastaðni á virkin-
um – heilt av gólvinum og
upp til leiðsluna, sigur
Maud Túgvustein, sum var
í góðum hýri, tá ið Sosi-
alurin hitti hana hóskvøldið
og fríggjamorgunin á virk-
inum í Saltangará.
At enda heldur hon, at tað
er umráðandi fyri fólk, sum
ynskja
sær
eina
slíka
útbúgving, at hesi hava
arbeitt við fiski áður.
– Jú, tað haldi eg so
avgjørt er ein fyrimunur,
sigur fryntligi – og fyrsti –
føroyski fiskavirkarin.
Her stendur Maud undir liðini á Juliusi Steingrund, sum er elsti maður á virkinum hjá Fiskavirking í Saltangará, har hann hevur
starvast síðan 1973
Mynd: Vilmund Jacobsen
Lesið Sosialin - so eru tit við