Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juni 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 • leygardagur • 11. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Jón Rói Jacobsen og liðfelagarnir hjá honum í Frem taptu hóskvøldið týdningarmikla slagið um uppflyt- ing í Horsens DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Ein føroyskur landsliðs- spælari umboðaði annan partin. Teir taptu, og har- við minkaði sannlíkið rættuliga nógv fyri, at hesin landsliðsspælarin, sum eitur Jón Rói Jacob- sen, og felagið hjá hon- um, Frem, næsta kapp- ingarár verða partur av superliguni. Ein annar føroyskur landsliðsspælari plagar at umboða hin partin. Teir vunnu, og harvið vaks sannlíkið rættuliga nógv fyri, at hesin lands- liðsspælarin, sum eitur Johan Byrial Hansen, og felagið hjá honum, Hor- sens, næsta kappingarár verður partur av super- liguni. Johan Byrial Hansen var ikki við í sjónvarpaða toppdyst- inum. Hann kom ikki aftur til Danmarkar fyrrenn dystardagin, eftir at hann í eina viku hevði verið í Føroyum í landsliðsørindum. Horsens vann 2-1. Í steðginum stóð á jøvn- um 1-1, eftir at Jón Rói og liðfelagarnir hjá hon- um í Frem greitt høvdu verið leikliga omaná og høvdu javnað. Tíðliga í 2. hálvleiki legði Hor- sens seg aftur á odda, og hóast Frem royndi at leggja trýst á - eitt nú við at flyta Jón Róa Jacob- sen fram í álopið - so komu ikki fleiri mál. Harvið er Horsens á odda við 60 stigum. SønderjyskE hevur 58 stig, og Frem hevur 56 stig. Næstsíðsta umfarið verður í vikuskiftinum. Tá hevur Horsens møguleika á Eystur- brúgv í Keypmanna- havn, har Skjold verður mótstøðuliðið, at tryggja sær uppflyting í super- liguna. Frem skal spæla á heimavølli ímóti longu niðurflutta B93, og Næstved, sum er í trong- um skóm, skal spæla á heimavølli ímóti Sønd- erjyskE. Vónin hjá Frem og Jón Róa Jacobsen er, at SønderjyskE skal kiksa í Næstved. Andrew av Fløtum og liðfelagarnir hjá honum í Fremad Amager skulu spæla á heimavølli ímóti Brønshøj. Johan á veg upp Dystir um vikuskiftið Fótbóltur Formula-deildin Dagur Dystur Dómari 11.06 NSÍ-TB Páll Augustinussen 12.06 VB-B36 Petur Reinert 12.06 ÍF-Skála Jens Petur Brattalíð 12.06 KÍ-GÍ Eiler Rasmussen 12.06 HB-EB/S Georg Rasmussen 2. deild menn 11.06 B36-HB Páll Augustinussen 11.06 Royn-GÍ Jens Petur Brattalíð 11.06 AB-LÍF Georg Rasmussen 11.06 FSV04-Sumba Ransin N. Djurhuus 11.06 B68-B71 Dagfinn Olsen 3. deild menn 12.06 EB/S-ÍF Anton Skoradal 12.06 VB-Fram Lars Müller 12.06 NSÍ-SÍ Jan Gardar 12.06 Skála-B68 Edvard Højgaard 12.06 HB-KÍ Jón S. Gleðisheyg 1. deild kvinnur 12.06 B36-GÍ Ørvur á Lag 12.06 AB-EB/S Jógvan Vest 12.06 FSV04-KÍ Kristin av Kák Tað er toppur móti botni í Vági, tá svanga VB tekur móti B36, sum skal fylgja við í oddastríðnum UPPTAKT Jákup Mørk Enn eru ikki komin nøkur almenn boð úr Vági, hvussu viðurskiftini kring besta liðið verða framyvir. Tað hevur í longri tíð verið greitt, at tos hevur verið um umskipanir, og tá VB sein- asta vikuskiftið leikti vinar- dyst móti íslendska Reynir sum part av 100 ára haldinum, var tað Dragan Kovacevic, sum hevði ábyrgdina av liðnum. Sum skilst, so er ætlanin eisini fyribils, at tað verður Dragan, sum fer at hava ábyrgdina av liðnum kom- andi dystirnar, og í øllum førum stendur nýggj upp- gáva fyri framman hjá VB sunnudagin. Til dystin móti B36 hava vágbingar allar mans tøkar, og so er spurningurin, um tað hesaferð fer at eydnast betri við stigasavnanini. Í øllum førum hevur felagið nú havt tvær vikur til at klára tankarnar og tosið, sum hevur verið kring liðið, og kanska hevur hetta saman við 100 ára haldin- um verið júst tað, sum hev- ur skula til hjá spælarun- um. Hjá B36 siga tey, at allir mans eru tøkir til dystin. Pól Thorsteinsson hevur leingi drigist við skaða í lærinum, men hann fer helst aftur at royna seg hesaferð. Og loksins kunnu tey í B36 eisini hava brasili- anska Wellington við í hóp- inum. Tað tók sína tíð, áðrenn innferðarloyvið hjá honum kom í rættlag, og tá hetta loksins var í lagi, gjørdi ein skaði um seg. Men alt hetta tykist nú vera í lagi, og so er spurningur- in, hvørt hann fær pláss millum teir fyrstu ellivu á vøllinum. Hjá runavíkingunum kann talan verða um nýtt álopspar, nú teir fyri aðru ferð í ár taka ímóti TB UPPTAKT Jákup Mørk Tað var kanska júst dystur- in í Runavík, sum av álvara fekk fólk at rokna við TB í ár. Tann dystin var NSÍ annars stórfavorittur at vinna, men TB fór suður við javnleikinum, sum eisini kundi verið ein sigur, um væl vildi til. Hvest álop Í Runavík iðraðu tey seg tá um stigamissin. Og tó at TB alla tíðina hevur hildið fast um góðu støðuna, so er lítið at ivast í, at runavík- ingarnir hesaferð vilja hava øll stigini. Ikki minst nú talan samstundis er um stevnudyst. Millum annað skal hetta gerast við einum hvøssum álopi, og ikki kann sigast annað enn, at møguleikar- nir her eru øktir síðani sein- asta umfarið. Eftir at hava verið í Hollandi við nigeri- anska U-21 landsliðnum, er Ikechukwu Onyema nú aftur tøkur hjá vespunum, og hartil er Páll M. Joensen í - fyribils - ein mánað læntur úr HB. Á minus-síðuni telur, at Jústines R. Hansen er leik- bannaður eftir reyða kortið seinast, eins og hvørki Kári Hansen ella Gert Lang- gaard enn eru førir fyri at spæla. Hjá TB er Daniel Nyarko helst einasti maður, sum ikki er klárur hesaferð. Alexandar Jovevic hevur drigist við skaðar, síðani TB seinast vitjaði í Runa- vík, men hann hevur helst notið gott av frívikuskift- inum, sum landsdystirnir bóru við sær. VB-B36: Svangligt á Eiðinum NSÍ-TB: Vespurnar hvessa broddin Í fyrra dystinum í ár helt TB leingi fast um leiðsluna, men at enda eydnaðist tó runavíkingum at javna