Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juni 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 11. juni 2005 17 ÍF-Skála: Gongd má á aftur Í Fuglafirði eru tey svong eftir stigum, men Skála ætlar sær ikki at sleppa takið á oddliðunum UPPTAKT Jákup Mørk Tá ÍF vitjaði á Skála í triðja umfari í ár, var talan um eina toppupp- gerð, sum endaði við einum undirhaldandi og málríkum javnleiki. Síðani er tó nógv broytt í so máta, og meðan Skála hevur hildið fast um góðu støðuna á talvuni, eru fuglfirðingar skramblaðir niður eftir stigatalvuni seinastu umførini. Tí er helst einki at ivast í, at landsliðssteðgurin er komin væl við hjá ÍF, og tað tykist eisini, sum hevur venjarin hjá liðnum ikki havt nakað ímóti hesum. - Tað hevur so í øllum førum givið nøkrum spælarum frið at sleppa av við smásnuddir, so í so máta hevur tað verið fínt við einum steðgi, heldur Petur Simonsen, venjari hjá ÍF. Hann sigur, at einasti spælarin, sum ikki er tøkur, er John Thomsen, sum hevur verið skaddur seinastu nógvu vikurnar. Hjá Skála hava skaðar gjørt hampuliga nógv um seg fyrstu umførini. Ikki minst hevur tað verið strævið á miðvøllinu, har venjarin enn hevur til góðar at hava allar mans tøkar undan dysti. Her hevur steðgurin tó eisini givið teimum stundir at fáa nakað av viðgerð og hvíld, og so er spurning- urin, hvørt spælarar sum Bjarni Jørgensen og Pauli G. Hansen nú eru komnir heilt fyri seg, ella um tað enn einaferð verður bíða til allar seinastu løtu, áðrenn gjørt verður av, um teir spæla ella ikki. Í øllum førum er greitt, at Skála eisini ætlar sær fulla úrtøku úr dystinum, og tí kann talan væl gerast um eina heilt und- irhaldandi eysturoyar- uppgerð. HB-EB/Streymur: Eiga enn mál til góðar Á pappírinum man oddaliðið úr HB vera størsti favoritturin hetta umfarið, nú EB/Streymur kemur á vitjan UPPTAKT Jákup Mørk Hóast teir nú mugu roknast sum fast innbúgv í fremstu føroysku fótbóltsdeildini, so hevur EB/Streymur enn til góðar at órógva HB, tá spælt verður í Gundadali. Á heimavøllinum á Mølini hevur annars skorist væl í so máta, men enn hava teir á samansetta liðnum ikki fingið somikið sum eitt mál í Gundadali móti teimum reyðu og svørtu. Læna málverja úr B36 Setningurin hesaferð verð- ur tó at gera nakað við keðiligu hagtølini, men tað ber illa til at siga, at for- treytirnar fyri hesum eru optimalar. Givnu umstøðurnar hava havt við sær, at tað hevur verið avmarkað við venj- ingum seinastu vikuna, og hartil skal felagið hava nýggjan málverja, nú Gunnar á Steig sleit hælsin- una. Her er avtala gjørd við Rene Tórgarð um, at hann skal verja málið, men hann kemur undir reglurnar fyri áhugaleikarar, og tí skal hann fyrst hava ein mánað uttan dystir fyri AB, sum hann hevur spælt fyri í ár. Loysnin her tykist tó vera, at Magnus Poulsen, sum í ungdómsárunum plagdi at kappast við Rene á ymsu B36-liðunum, verð- ur læntur frá B36 í eini tvey umfør. Sum skilst, so eru feløgini komin ásamt um, hvussu hetta skal gerast, og verður spæliloyvið avgreitt á FSF-skrivstovuni fríggja- dagin, er helst einki, sum forðar fyri hesi avtaluni. Í HB hava áskoðararnir kanska ikki verið heilt nøgdir um spælið í øllum dystunum í ár, men úrtøkan hevur tó verið á eini leið. Í øllum førum er meistara- liðið nú at finna har, sum tey vilja halda til, og ongar sum helst ætlanir eru um at sleppa oddasessinum, skilst. Til dystin hesa ferð hevur HB allar mans tøkar. Páll M. Joensen fer næsta mán- aðin at spæla við NSÍ, men við einum Heine Fernan- dez, sum nú er um at koma fyri seg, skuldi tað neyvan verið nakar trupulleiki hjá HB. Hóast EB/Streymur hevur roynt seg seks ferðir í Gundadali móti HB í bestu føroysku deildini, so eiga teir á felagsliðnum enn til góðar at skjóta mál yvirhøvur í hesum dystum Hóast gøtumenn »bert« hava verið fjórðings øld í oddin- um av føroyskum fót- bólti, so er talan mest sum um klassiska uppgerð, tá GÍ og KÍ takast UPPTAKT Jákup Mørk Tað plagar vanliga at borga fyri góðum undirhaldi, dramatikki og spenningi, tá KÍ og GÍ hittast. Seinastu fjórðings øldina hevur talan verið um hópin av minnis- ríkum uppgerðum, og tó at hvørki av liðunum í ár tykist vera har, sum tey so oftani hava verið, so man spenningurin vera tann sami kortini. Ikki minst nú bæði liðini hava nýtt sein- astu vikurnar til at koma ígongd við at klintra upp eftir stigatalvuni. Fráveran Tí er lítið at ivast í, at tað eisini hesa ferð fara at savnast nógv fólk kring djúpimýru, og so verður tað upp til spælararnar, hvussu tað fer at hilnast við sjálvari uppgerðini. Hjá KÍ tykist størsta ivamálið vera, hvørt Erling Fles fer at verða tøkur. Hann hevur hesar seinastu vikurnar verið offraður á taktiska altarinum, har Ove Nysted hevur verið mið- framherji í eini 4-3-3 upp- stilling, men tað er neyvan nakar ivi um, at hann er ein góður jokari at hava á liðnum. Leon Bjartalíð hevur verið sjúkur í vikuni, og tí er eisini nakað ivasamt við honum, meðan Allan Joen- sen enn einaferð hevur ásannað, at tað kann vera strævið at gera come-back á besta KÍ-liðnum. Hann varð aftur raktur av fipur- skaða, tá KÍ seinast spældi, og enn er neyvan hugsingur hjá honum at spæla. Hjá GÍ fær Krzystof Pop- czynski ikki sent seg sjálvan á vøllin hesaferð, nú hann er leikbannaður, men í aðrar mátar tykjast allir mans vera tøkir. Tað hevur ivaleyst styrkt um sjálvsálitið, at teir í undir- tali megnaðu at basa grann- unum úr ÍF seinast, og so er spurningurin, hvørt talan triðju ferð á rað skal gerast um fulla úrtøku. KÍ-GÍ: Klassikari í Klaksvík Odda- brak í aðru deild Ein av veruligu styrkis- royndunum í kappingini í aðru deild verður á Svangaskarði leygar- dagin, tá B71 kemur á vitjan hjá B68. B68 hevur higartil í ár verið flúgvandi, men enn hava teir til góðar at hitta sambiðlarnar til oddasessin, og tí er einki at ivast í, at talan hesaferð verður um veruliga styrkisroynd hjá báðum pørtum. Samstundis er talan eisini um forsmakk upp á finaluna í kappingini um FSF-steypið, har tey bæði liðini hava vunnið seg fram, eins og talan eisini er um tvey lið, sum við hvør sínum hálvfinaluplássi fram- vegis hava møguleikan at sleppa upp í part á ólavsøkufinaluni í kappingini um Løg- manssteypið. Brúdleyp er eisini á Toftum hendan dagin, og tí verður dysturin spældur kl. 19. -jm