leygardagur 11. juni 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ein altjóða gransk-
arabólkur hevur nú
sett saman heimsins
sunnastu máltíð.
Hendan máltíðin
minkar um hjarta-
karsjúkur við 76 pro-
sentum. Roknað verð-
ur við, at menn
kunnu økja livitíðina
við umleið 7 árum og
kvinnur við umleið 5
árum
Máltíðin
verður
kallað
polymáltíðin. Men gransk-
ingin byrjaði kortini við
nøkrum heilt øðrum, nevni-
liga hugskotinum um at
gera
eina
polytablet.
Royndir gjøgnum nógv ár
hava víst, at ávis evni hava
gagnliga ávirkan á heils-
una. Tí gjørdu tveir enskir
læknar eina kanning, ið
umfataði 750 aðrar kann-
ingar og har 400.000 fólk
høvdu verið við í kann-ing-
arroyndunum. Teir komu
til, at best varð at gera eina
tablet, sum skuldi virka
"móti øllum" sjúkufyri-
brigdum. Hon skuldi posi-
tivt ávirka kolesterolstøðið,
blóðtrýstið, homocystein-
støðið og blóðplátufunk-
tiónina. Við hesum kundi
ein minka um talið av
hjartatilburðum, blóðtøpp-
um í heilanum og øðrum
hjarta- æðrajúkum við út-
við 80 prosentum. Sambært
granskingini skuldi ein
triðingur av teimum, sum
tóku polytablettina, fáa 11
ár longri livitíð í meðal.
Ein máltíð móti
øllum sjúkum
Ein annar granskarabólkur
fekk síðan hugskotið at
gera heimsins sunnastu
máltíð. Í staðin fyri at leita
eftir ymsum gagnligum
kemiskum evnum leitaði
bólkurin eftir gagnligum
evnum í vanligum mati.
Royndir hava nevniliga
eisini víst, at nógv evni,
sum eru í vanligum mati,
hava gagnliga ávirkan á
heilsuna. Granskarabólk-
urin úr Niðurlondum, Belg-
ia og Australia fór at leita
eftir hesum gagnligu evn-
um. Teir vildu gera eitt
alternativ, sum ikki er kem-
iskt framleitt, sum smakkar
væl, og sum ger sama gagn
sum polytablettin, hvat
viðvíkur minking av hjarta-
æðrasjúkum og leinging av
livitíð. Eitt krav var, at hvør
einstakur partur skuldi hava
eina ávísiliga sjúkumink-
indi ávirkan.
Frukt, fiskur,
sjokoláta og vín
Altjóða granskarabólkurin
sigur í British Medical
Journal frá, at hann hevur
nýtt sama framferðarhátt
sum enski bólkurin, og
nýtti vitanina frá somu
kanningarroyndunum. Úr-
slitið av kanningunum var,
at ein máltíð av frukt, fiski,
sjokolátu,
grønmeti,
mandlum, víni og hvítleyki
hevur sera stóra sjúkufyri-
byrgjandi ávirkan. Hon
virkar sjúkufyribyrgjandi
móti øllum hjarta- æðra-
sjúkum og virkar av somu
orsøk lívsleingjandi.
Niðurstøðan frá kanning-
unum var, at mannfólk,
sum eta eina dagliga poly-
máltíð økja livitíðina 6,6 ár
og livitíðin uttan hjarta- og
æðrajúkur leingist við 9
árum. Konufólk, sum eta
eina dagliga polymáltíð
kunnu leingja sær lívið við
4,8 árum og livitíðina uttan
hjarta- æðrajúkur við 8
árum.
- British Medical Journal/Aftenposten
Nr. 109 - 11. juni 2005
27
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo
Heimsins sunnasta máltíð
Lítil svøvnur
økir um
matarlystin
At longdin á svøvninum
ávirkar stoffskiftið er
væl kent millum læknar.
Í Chicago varð ein
kanning gjørd av tveim-
um hormunum "leptin",
sum tálmar matarlystin,
og "ghrelin", sum økir
um matarlystin.
Tey, sum lúttóku í hesi
kanning, svóvu fýra
tímar hvørja nátt í tvær
nætur. Úrslitið bleiv
samanborið við, tá tey
somu fólkini svóvu í 10
tímar.
Tað vísti seg, at lítil
svøvnur minkaði um
hormonið, sum tálmar
matarlystinum og veks-
ur um hormonið sum
økir um matarlystin.
Úrslitið vísir eisini, at
lítil svøvnur ger at per-
sónurin
kennir
seg
svangan og fær betur
matarlyst, serliga er
hetta
galdandi
fyri
kaloriuríkan mat við
høgum
karbohydrat
innihaldi.
Granskarar kjakast nú
um mangul upp á svøvn
er ein risikofaktor og
um fiti-farsóttin í USA
hevur samband við at
fólk har í miðal sova 1-2
tímar minni, enn tey
gjørdu fyri 40 árum
síðan.
Kelda: Den norske lægeforening
Heimsins sunnasta máltíð
(Dagligur skamtur)
150 ml av víni
114 g av fiski (4 dagar um vikuna)
100 g av myrkari sjokolátu
400 g av frukt og grønmeti
27 g av feskum hvítleyki
68 g av mandlum
Leskilig máltíð við frukt og grønmeti á Tórshavnar Sjómansheimi
Mynd: Bárður