leygardagur 11. juni 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 109 - 11. juni 2005
Fagrir Fuglar fara suðureftir at spæla
Karsten Vogel og
hansara Birds of
Beauty spæla í Suður-
oynni um vikuskiftið
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Føroyavinurin og tónleik-
arin Karsten Vogel ferðast í
Føroym í hesum døgum.
Ætlandi skuldu tey spæla í
Suðuroynni seinasta viku-
skiftið, men eini ferðaætlan
er ikki altíð lætt at vara seg
fyri, tí hvørki fuglarnir ella
fyrireikarar vórðu gjørdir
varir við, at norðoyastevna
var og at sambandið við
Suðuroynna tískil ikki var
sum vant, tí Smyril var í
Klaksvík allan leygardagin.
Men nú royna Birds og
Beauty aftur. Fríggjakvøldi
spældu Vogel og hansara
fólk í Stóra Pakkhúsi í
Vági, har eisini írsku Máire
Breatnach
og
Thomas
Loefke spældu, og leygar-
kvøldið spæla Bird of
Beauty í Tvøroyrar Klubba
klokkan 21.
Norðurlendskur ráðharrafundur í Føroyum
TÍÐINDASKRIV
Almanna- og heilsumála-
ráðið skipar í samstarvi við
danska
formanskapin
í
norðurlendska
ráðharra-
ráðnum fyri fundi millum
almanna- og heilsumálaráð-
harrarnar í Norðurlondum.
Fundurin verður hildin á
Hotel Føroyum 13.-14.
juni.
Á
fundinum
verður
millum annað viðgjørt:
• Hvussu samstarvið mill-
um tann almenna og sjálv-
bodna sektorin í Norður-
londum kann betrast.
• Skipan av samstarvi í
Norðurlondum á almanna-
og heilsuøkinum í
framtíðini.
• Samanbering av kvaliteti
í teimum norðurlendsku
heilsuverkunum.
• Norðurlendskt samstarv
um altjóða alkoholpolitik.
• Burturbeiningar av forð-
ingum á almanna- og
heilsuøkinum fyri sam-
starvi og flyting millum
Norðurlond.
• Stovnan av norður-
lendskum samstarvsforum
innan telemedisin.
Í sambandi við fundin verð-
ur ein virðisløn latin til ein
norðurlendskan persón, ið
hevur gjørt eitt serligt átak,
fyri at betra um fólkaheils-
una í Norðurlondum. Virðis-
lønina, ið verður latin í ár,
verður avdúkað mánadagin
13. juni kl. 16.00 á Vaglin-
um á Hotel Føroyum. Eftir
handanina verður hildin ein
stuttur tíðindafundur, har
møguleiki er at seta spurn-
ingar til teir norðurlendsku
ráðharrarnar.