Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-11, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juni 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 • Vikuskiftið 11.–12. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Biotøknilig gransking, royndir og myndlar Tinghellan síða 43 Miðskeiðis í sjeyti-árunum komu ungfólk úr nógvum ymiskum londum til Føroya at gera spæli- pláss. Hetta var eitt úrslit av samstarvi millum Mellemfolke- ligt Samvirke og nakrar komm- unur í Føroyum. Í Runavíkar Kommunu blivu tvey spælipláss gjørd: eitt í Saltangará og eitt í Søldarfirði. Hitt seinna er til enn. Í 1989 tók nevniliga bygdar- fólkið í Søldarfirði seg saman at hava ein arbeiðsdag til tess at umvæla spæliplássið - sum tá var illa farið. Tiltakið eydnaðist, og bygdarfólkið hevur síðani við 2- 3 ára millumbili havt ein arbeiðsdag á spæliplássinum, har kommuna letur tilfar og bygdar- fólki arbeiðsmegi. Tá hevur viðlíkahaldsarbeiði verið gjørt, umframt uppseting av onkrum nýggjum útbúnað til børnini. Í 1990 tók Runavíkar Komm- una í samráð við Minnisvarða- nevndina í Søldarfirði stig til at planta eina viðarlund við Minnisvarðan, ið liggur við síðuna av spæliplássinum. Røktin av trøunum fór fram eftir "Vestmanna-modellinum", har børn fingu ábyrgdina av einum træi, ið tey hugdu til í nøkur ár. Hetta bleiv eisini gjørt í sam- bandi við "Spæliplássadagin", har nøkur fólk lúkaðu við trøini og onnur umvældu Spæliplássið. Nú 15 ár seinni eru lerkatrøini í viðarlundini millum eina og tvær manshæddir høg. Tey eru eitt satt prýði fyri økið, umframt at tey geva lívd fyri lívsjáttandi, leik- andi børnum á spæliplássinum. Somuleiðis taka trøini broddin av vindi og kulda til minningardag teirra sjólætnu við Minnisvarðan. Ruddingarátakið, leygardagin, 4. juni Í ár hendi ein samanrenning millum ruddingardagin hjá Runavíkar Kommunu og "Spæliplássadagin" í Søldarfirði, so fyrireikingarnevndin avgjørdi at samskipa tiltøkini bæði. Hópur av fólki - eldri sum yngri - fór um alla bygdina, líka frá Gøtueiði til Lambareiði. Samstundis fór eitt valalið av góðum handverkarum og hugagóðum børnum og vaksnum at taka sær av spæliplássinum. Ein matbólkur syrgdi fyri bakstri og grillaðum pylsum, meðan rundstykkir og suppa kom frá ruddingarátakinum hjá Runavíkar Kommunu. Børnini gjørdu munin Umleið 120 fólk vóru við hendan dagin, harav eini 70 børn. Tá ið smiðirnir høvdu smíðað, herjaði ein herur av børnum á, vápnaði við penslum og litríkari máling. Onkur vaksin var aftrat teimum og legði lag á; Men fyri tað mesta sluppu tey at royna síni listarligu evni til at myndprýða og mála. Klæði og andlit bóru hjá summum týðulig tekin um teirra virksemi, sum fór fram við "hond & fót og lív & sál". Heimkomin eru helst nøkur pløgg farin beina leið í vaski- maskinu - ella ruskílæt. Men, hvat sakar hetta, tá ið børnini við hesum framyvir heilt víst koma at hava eina góða kenslu av, at "har var eg við", "hatta havi eg gjørt". Ein bólkur av hugagóðum og røskum dreingjum trillaði tveir lastbilar av sandi á undir- lendið til graslíki. Har var dúgliga lúkað og snøggað. Jú, vit fingu øll somul eina góða felagsuppliving henda minniliga dag, har eisini oddvitin í kommununi, Rodmundur Nielsen, vitjaði okkum og sýndi áhuga. Tað frættist annars úr hinum bygdunum, at ruddingardagurin fekk góða undirtøku, einamest í Æðuvík, Rituvík, Lamba og Søldarfirði. Alt í alt eitt gott umhvørvistiltak, ið hugsanir eru frammi um at gera til fastan tátt uppundir Eystanstevnu, ið er komandi vikuskifti. Gott summar! Dánjal Petur Højgaard Søgan um eitt spælipláss Eitt summarbræv úr Søldarfirði, Runavíkar Kommuna