leygardagur 11. juni 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 109 - 11. juni 2005
TÓNLEIKUR
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Út ímóti 50 violinnæmingar vóru
á verkætlanarskeið, sum Føroya
Suzukifelag skipaði fyri næst-
seinasta vikuskiftið. Gestalærarar
vóru Béla og Tove Detreköy. Tað
vóru tey, sum upprunaliga byrj-
aðu at skipa Suzuki frálæru í
Føroyum í 1996. Bæði Tove og
Béla eru navnframir tónleika-
lærarar í Danmark, har tey
búgva. Tey eru upplærd í Suzuki
frálæruháttinum í USA, og tóku
frálæruháttin við sær til Dan-
markar í 1972.
Béla hevur staðið fyri størra
partinum av útbúgvingini hjá
føroysku Suzuki lærararnum
Sámal Petersen og Anette
Nielsen. Tí gleddi tað hjúnini
almikið at koma aftur til Føroyar,
at síggja úrslitið. Úrslitið varð
sanniliga eisini vert at gleðast
um. Violinirnar spældu vakurt,
og tey nógvu glaðu børnini
spældu fyri nógvu vælnøgdu
áhoyrarunum.
Konsertskráin varð bygd upp
eftir tí skrá, sum Suzuki frálæran
tekur støðið í. Fyrst varð tað
truplasta stykkið spælt, av
teimum elstu børnunum, síðan
kom eitt barn afturat, og eitt
stykki, sum var eitt sindur
lættari, varð spælt. Soleiðis helt
tað fram, til øll børnini saman
spældu "Twinkle, twinkle little
star"
Tey elstu og royndastu børnini
spældu alla skránna, og hetta er
týdningarmikið sambært Suzuki
frálæruni. Við at venda aftur til
løtt stykki, sum tú veruliga
dugur, lærir tú sera nógv. Tú ert
meira fríur og hevur møguleika
fyri at mennast.
Tey smærru børnini sótu og
hugdu, meðan tey stóru fram-
førdu. Hetta er eisini týdningar-
mikið, tey smáu læra nógv av at
hyggja at teimum stóru, og við at
Violin verkætlan hjá Føroya Suz
Béla og Tove Detreköy her saman við trimum av tonleikalærarunum í Musikskúlan um og einum av næmingunum
Béla leggur lag á
Tove gevur næmingunum eina hjálpandi hond