leygardagur 11. juni 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 11. juni 2005
31
síggja hvat tey sjálvi fara at duga
um nøkur ár.
Eingin ivi er um, at tá man
upplivir eina so stóra fjøld av
gávuríkum ungum fólkum, so
kann man bert gleðast um,
hvussu væl fyri vit verða við
violinleikarum um nøkur ár.
Symfoniorkestrini verða í øllum
førum væl mannaði.
Føroya Suzukifelag skipar
javnan fyri Suzukiskeiðum av
hesum slag. Hetta er eisini ein
partur av frálæruni. Næmingarnir
sleppa at hava tað stuttligt saman
og at læra saman. Hetta gevur
barninum jaligar upplivingar,
sum tað setur í samband við
violinina. Hetta mennir hugin og
evnini at læra at spæla uppá
violin.
zukifelag
Suzuki frálæran eru ein háttur at læra
at spæla eitt ljóðføri, sum Dr. Shin'ichi
Suzuki menti miðskeiðis í seinastu øld.
Frálæran tekur støðið í innlæring av
móðurmáli hjá børnum. Flestu børn
læra móðurmálið uttan trupulleikar.
Suzuki var sannførdur um, at við
rættari frálæru, kunnu øll børn læra at
spæla eitt ljóðføri.
Í frálæruni verður dentur lagdur á, at
børnini byrja tíðliga at spæla ljóðførið.
Ljóðføri í barnastøddum verða brúkt.
Fyrstu tíðina læra børnini tónleikin av
at hoyra hann, heldur enn at lesa
nótar.
Børnini spæla nógv í bólkum, og hava
javnan framførslur, nógv verður gjørt
fyri at tað skal verða stuttligt at spæla
tónleik.
Suzuki hátturin snýr seg um samstarv,
og um at stuðla hvør øðrum, heldur
enn at kappast.
Foreldur eru eisini ein sera stórur
partur av frálæruni. Foreldur eiga at
luttakað í venjingini, og at fáa innlit í
hvussu barnið eigur at venja. Hvønn
dag eiga foreldrini at verða saman við
barninum, meðan tað venur.
Um Suzuki frálæru
Tove og Béla saman við einum av ídnu næmingunum
Zuzukikonert í Vesturkirkjuni
Nógv foreldur høvdu leitað sær í Vesturkirkjuna at hoyra børnini spæla
Myndir: Jan Müller
og Jens K. Vang