Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-11, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juni 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Lýs teg sjálva við trimum orðum: Roksut, jalig og rótut Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? "Ha?", "Mega" og "Ordiliga well" Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Hmm, eygunum, herðunum, armunum, dintilinum, hárinum, munninum, beinunum,…hehe… Kanska øllum, Men uttan góða útstráling og jaliga orku er alt líkamikið Hvussu langa tíð nýtir tú at gera teg kláran um morgunin? Komi altíð, altíð, altíð alt ov seint úr seingini, so eitt stað millum 5-10 minuttir. Hvat stressar teg? Tá ting ikki ganga so skjótt, sum eg vil hava tey at ganga. Og at eg eri so rótut og óorganiserað, at eg til tíðir næstan gloymi meg sjálva eftir við hús. Hvat gleðir teg? Góður tónleikur og fólkini rundan um meg. Nær feldi tú seinast eitt tár? Beint áðrenn seinastu próvtøkuna mikudagin, eg var so mega stressað, at eg eina løtu bara hataði skúlan og alt, sum hevði við skúlan at gera. Tá sníktu nøkur tár seg fram. Nær smakkaði tú tær seinast á? Beint nú! Hátíðarhaldi, at próvtøkan gekk super. Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt? Fyri nøkrum døgum síðan avgjørdi eg at leggja av at roykja, tá seinasta próvtøkan á hesum sinni var farin afturum - og tað var í gjár! Higartil hevur gingið væl, so tað má væl vera eitt ynski, sum er gingið upp. Hvørji ráð hevur tú til fólk, sum ætla sær at lesa til lærara? Hmm.. At vera opin, tí tú arbeiðir alla tíðina við tær sjálvum, við øðrum og saman við øðrum - og minst til at hava eitt lív við síðuna av skúlanum eisini. Hvar arbeiðir tú? Í Pegasus, í Ú.F., skrivi fyri skúlablaðið hjá Føroya Lærarafelag, eri venjari hjá ÍSB og eitt av fyristøðufólkunum í Frítíðarklubbanum fyri menningartarnaði í Havn… Men egentliga gangi eg í skúla. Hvat er besta uppfinningin og hví? Havi hug at siga fartele- fonin, sum eg eri púrasta bundin av - men má heldur lata vera. Hvat hevur tú í lummunum beint nú? Ongar sigarettir!!! Hvat er títt besta heimaráð? Stoyt eitt sindur av edik í vaskimaskinuna, tá tú vaskar myrk og sterkt litaði klæðir - so fáa tey ein kláran lit, sum heldur leingi… Rættiliga leingi… Hvør er stuttligast í Føroyum og hví? Huff… Tað eru ræðuliga nógv stuttlig fólk í Føroyum. Tveir góðir kandidatar eru floks- felagarnir Jóhan og Sámal, sum báðir eru úr Klaksvík og hava ordiliga wellan klax-humor - teir gera skúladagin festligan! Men eisini beiggi mín Andrias - hann er ótrúliga festligur og fær meg at flenna býtt eftir ongum. Hvør er keðiligast í Føroyum og hví? Havi ongantíð møtt nøkrum, sum bara er keðiligur. Hvussu ofta ert tú hjá frisør? Eg eri so heldig, at ein av bestu vinkonunum lærir til frisør, so hon fær ofta vitjan, tá eg eri í Klaksvík. Hvør er tín løgnasta útvarps uppliving? Hehe… Eg kann bara siga, at tann søgan inniheldur ein útvarpsvert, eina mikrofon og eina pizza, sum varð etin ov slkótt - og tað var ikki eg! Ragnhild Ellingsgaard • læraralesandi og nýggjur útvarpsvertur á Summarmorgun Nr. 109 - 11. juni 2005