Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-11, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juni 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 11. juni 2005 33 Nicolaos Kapnas, tónleikaúrmælingur spældi stykki eftir William Heinesen UMMÆLI Bogi Lützen Í síðstu viku, 2. til 5. juni, varð ein Bratsjfestival hildin í Reykjavík, XXIII internationala Violakongressin. Stevnan verður hildin árliga í skiftandi londum, og hesu ferð høvdu íslendingar tikið uppgávuna upp á seg. Tað, sum er áhugavert fyri okkum í Føroyum, er at eitt verk hjá William Heinesen varð framført á hesi stevnu. Tónleikaáhugaði munnu kenna Kingo variatiónirnar, sum William Heinesen skrivaði einaferð í fimmtiárunum. Verkið hevur verið framført nakrar fáar ferðir í Føroyum. Oftast hava tað verið danskir tónleikarar, ið hava spælt, og tað er eisini tøkt í endurgávu Kim Sjøgrens á LP plátu, TUTL hevur givið út við føroyskum sangi og kamartónleiki. Vert er at hefta seg við, at hetta er fyrsta útgáva av klassiskum tónleiki frá forlagnum TUTL. Føroyskir bratsjleikarar hava tó eisini verið inni í myndini. Til dømis spældi Jens Smith verkið í 1990. Ein annar, sum hevur tikið verkið til sín, er Nikolaos Kapnas, og tað munnu vera nógv, ið eru hugtikin av hansara framførslu, sum helst er tann mest gjøgnumførda. Fyri at gera verkið kent millum bratsjleikarar úti í heimi, setti Nikolaos sær fyri at framføra verkið á violukongressini í ár, og tað varð sett á skránna fríggjadagin 3. juni, saman við einari røð av øðrum norrønum bratsjtónleiki, framførdum av øðrum luttakarum, og fyri at siga sum er, so var hann einasti tónleikari hendan morgun, ið var framkallaður tvær ferðir, sjálvt um allar hinar framførslurnar eisini vóru hjartaliga fagnaðar. Nógvir luttakarar settu seg í samband við hann, og spurningurin um hvussu verkið fæst var ofta á lofti hesar dagarnar. Verkið er í løtuni bert tøkt í fotokopi av upprunaliga handritinum, ella avritum av hesum, við smábroytingum, av teimum tónleikarum, sum gjøgnum árini hava framført tað. Tí verður ein kritisk útgáva fyrireikað í løtuni, og er tað hugaligt hjá teimum, ið gera hetta arbeiði, at áhugin er so eyðsýndur. Størstu løturnar á hesi stevnu við konsertum, fyrilestrum og masterclass, vóru tó konsertirnar hóskvøldið í Háskúlabio, og leygarkvøldið í høllini hjá musikskúlanum í Kópavogi. Á fyrru konsertini spældi Sinfoniuljómsveit Íslands undir leiðslu av Yuri Bashmet verk eftir Britten, Shostakovitj, Hofstetter og Schubert, meðan seinna, har norðmaðurin Lars Anders Tomter var solistur, var eitt sonatukvøld við verkum eftir Robert Schumann, Henri Vieuxtemps, Isang Yun, Bjarne Brustad og Cesar Franck. Bashmet og Tomter hoyra so avgjørt til verðinselituna á hesum ljóðføri, vóru eisini at síggja til hvør sín Masterclass, har teir løgdu yngri leikarum lag á. Íslendarar høvdu sjálvsagt lagt doyðin á, at vísa tað besta teir megna á hesum øki, teirra frægastu leikarar vóru at hoyra, og uttan úr heimi høvdu teir fingið slíkar úrmælingar sum Svavu Bernharðsdóttir, ið virkar í Ljubljana í Slovenia, og Hafliði Hallgrímsson ið er virkin í Stóra Bretlandi. Fyrra hevði eina styttri konsert í Landsbókasavninum í Hverfisgøtu, sum var miðdepil fyri stevnuni, meðan seinni hevði skrivað eitt verk til eina dugnaliga gentu, ið er bratsjspælari á fyrsta pulti í Sinfoniuljómsveit Íslands, Thórunn Øsk Marinósdóttir. Tað verður ov nógv at nema við alt, ið hendi á hesi væleydnaðu stevnu men Ìslendingum líkt, blíðir eru teir jú, fingu luttakararnir eisini eina ferð til kendastu ferðamál í Íslandi, Tingvellir, Geysir, Gullfoss og Skálhólt. Verk av Williami framført í Íslandi Nicolaos Kapnas TÍÐINDASKRIV Sunnudagin 12. juni kl. 17 fara Kór Stærra Árskógskirkju and Kór Hríseyjarkirkju úr Íslandi, at hava konsert í Mentanarhúsinum. Kór Stærra Árskógskirkju og Kór Hríseyjarkirkju hava arbeitt saman í eina tíð og hava framfört saman til nógvar konsertir á nógvum ymiskum plássum. Tíðliga í vár avgjördu tey at fara á konsertferð í Föroyum, har Mentanarhúsið var teirra stórsta ynski at framföra. Arnór Brynjar Vilbergsson stjórnar kórinum. Hann hevur stjórnað Kór Stærra Árskógskirkju síðani 1999 og Kór Hríseyjarkirkju síðani 2001. Hann er somuleiðis urguleikari í hesum báðum kirkjum. Urguleikarin á hesi ferðini er Kolbrún Jónsdóttir frá Hrísey. Skráin hjá kórinum til kon- sertirnar er íslendskur fólka- sangur, kristiligur sangur og filmssangur. Atgongumerki fáast við dyrnar fyri 80 kr. TÍÐINDASKRIV Mánadagin 13. juni 2005 kl. 15.00 letur upp ein framsýning í Gallarí Riberhúsi í Fuglafirði við fotomyndum hjá Olav Schneider. Sýningin ber heitið: »Heystsuita« – ein søga um slakt – ein søga um børnini. Heystsuita Lívsins andadráttur ættarinnar andadráttur Børnini speglingin av tí farna og tí komandi Brúgvin Lat tey glógvandi eygu leiða okkum inn í núið hygg við teirra eygum síggj við teirra eygum Hvat síggja tey? Hvussu síggja tey? Minnist tú? Minnist tú myrkrið? Heystið? Guvan í kjallararúmi vásaklæddir menn, sum biðja tey smáu bíða uttanfyri, meðan svævað verður. Blóðið! Sveitin! Dreymurin, dampandi blóð. Barnið, sum við alspentum sonsum fylgir hvørji rørslu meðan urheimur fullur av vitan letur seg upp. Vitan um lív og ósvitaligan deyða og mammubeiggin við skálkabrosi: »Tí hvør av øðrum liva má…« Soleiðis skal lítlin læra lívsins treytir. Í spølni og kæti og djúpum álvara – eygleiða tey vaksnu gera sum tey vaksnu. (Brot úr yrking eftir Sonju Schneider) Heystsuita er ein søga um slakt; men hon er fyrst og fremst ein søga um børnini. Hvat síggja barnaeygu? Hvat uppliva børnini? Hvussu luttaka tey í hesum serliga universi, sum eitur slakt? Hvussu hava tey tað saman við teimum vaksnu? – Í Kaldbak verða tey tíðliga tikin upp í arbeiðið við slaktinum. Á sýningini eru 48 svart/hvítar fotomyndir. Myndirnar eru tiknar í Kald- bak, Kaldbaksbotni og á Sundi í tíðarskeiðnum 2001-2004. Sýningin er í Ribarhúsi til 29. juni 2005. Seinni í summar verður hon at síggja í Havn og í Klaksvík. Olav Schneider í Riberhúsi Olaf Schneider er ein av okkara frægu fotografum. Nú ber til at síggja nøkur av hansara verkum í Gallerí Riberhúsi í Fuglafirði Íslendskt kór í Mentanarhúsi