Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-11, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juni 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 109 - 11. juni 2005 Triði partur FERÐAFRÁSØGN Orð og myndir Edvard Joensen Efesos: At tað var mentað fólk, sum búði í Efesos, vildu íbúgv~arnir fegnir lata heimin vita. Millum annað var bygt heimsins triðjastørsta bókasavn í býnum, eins og leikhús og onnur mentanarstøð vóru at finna í stórum tali. Men Efesosbúgvar vóru ikki altíð líka bóka- og lesihugðir allir, sum sum fóru á bókasavn. Og hóast konurnar tóktust einki at vita, er eingin ivi um, at onkur maður, sum aftur- komin er av bókasavninum í fornaldar stórbýnum, hevur fingið aðra bók at lisið í, tá hann er heimafturkomin. Ivaleyst hevur tann loyndardómur, sum menninir í Efesos hildu seg goyma, verið rímiliga almanna- kunnugur kortini, tí eingin ivi er um, at onkur soleiðis av og á man hava fortalað seg, og loyndarmálið soleiðis er vorðið avdúkað. Heitt Her koma vit so oman eftir høv- uðsgøtuni í hesum í forum so livandi býi. Og eisini í dag yður í fólki her. Ferðafólk í hundrað- ella kanska túsundatali tosandi alskyns tyngumál. Rópandi ferðaleiðarar og her oman í móti bókasavnstorginum eisini nakrir einstakir handilsmenn, sum selja vatn, ís og film. Vit hava gingið í ein góðan tíma ella so, bert avbrotin av ferðaleiðarunum, sum alla tíðina hava havt eitthvørt at sagt frá um tað, vit eru komin framvið. Hitin er ógvusligur, og tostin fer at gera um seg. Vit hava leskað okkum úr vatnfløskunum, sum keyptar vórðu við ovara býar- portrið, og tað hevur verið sálar- bót eins og hjá Seyðamanninum á Sondum, tá hann á sinni lat hestin drekka í Vatnsbrekku. Nú vit koma til hesar vatn- kioskirnar her á miðari leið ella so á veg oman at niðara portrin- um, verða propparnir skrúvaðir av, og hetta lunkaða handils- vatnið hvørvur í einum gjøgnum vælindið. Men tað verður ikki steðgað har, tí ein hálvur litur av vatni fer líka skjótt úr fyrstu fløskuni, keypt verður. So her verða bara fleiri keyptar beinan- veg. Stórt Her standa vit so við hetta opna torgið, har bókasavnsskjøldurin stendur so stórur reistur beint upp í luftina. Her hava í gomlum døgum ligið 18.000 bókaeintøk, sum hava verið alment tilgongi- lig hjá Efesosbúgvum og øðrum, sum vitjaðu býin. Hendan gøtan er long. Alt í alt tala vit um fleiri kilometrar, frá tí farið verður frá ovara portrinum, til vit umvegis stóra leikhúsið eru komin at niðara portrinum. Her fram við gøtuni lógu handlarnir í gomlum døgum. Í bæði borð var fult av hesum búðum, sum høvdu alt at selja, sum brúk var fyri í dagliga húsarhaldinum. Konurnar stóðu fyri innkeypinum. Tá sum enn, vil onkur halda. Og menninir høvdu ikki tann stóra hugin til hesar handilsferðirnar, greiða ferðaleiðararnir frá. So teir vildu heldur fara á bókasavnið at lesa burtur úr teirri stóru vitan, hesin bygningur lá inni við. Søgdu teir konunum. Men í veruleikanum fóru teir beint í tunnilin og haðani einar tveir bygninger undir jørð og so uppaftur í skøkjuhúsinum, har teir avgreiddu síni ørindi og møttu so konuni aftur, har tey høvdu avtalað tað. Her standa vit so á trappuni framman fyri tí stóra Celsus bókasavninum og líta niðan eftir torginum frammanfyri. Síggja niðan eftir høvuðsgøtuni, vit eru komin eftir. Síggja vinstrumegin tað stóra bogaportrið, sum leyslatnu træl- irnir Mazeus og Mithridates lótu byggja Augustusi keisara til heiðurs sum tøkk fyri, at teir gjørdust frælsir menn. Og har yviri, beint niðan fyri almenna nátthúsið, liggja so leivdirnar av hesum góða bor- delli, sum er vorðið kent fyri hendan tunnilin, sum ferðaleið- ararnir vita so nógv at siga frá. Ivasamt Handan er óluksáliga góð, heldur onkur av ferðafólkunum. Men letur ongan iva vera um, at hasa kann hann av neyð halda vera stuttliga, men trýr ikki einum orði. Og í stóran mun kann tað vera, at hann hevur rætt, tí tá spurt verður nærri eftir tunlinum, kemur fyri dagin, at enn hava fornfrøðingarnir hvørki funnið tunnil ella farveg eftir honum. Hvat so? Er alt hetta við hes- um ólevnaðinum so bara heila- spuni ella ein góð søga til at fáa lokkað forvitin ferðafólk hendan- veg? Nei. Tað er tað kortini ikki, vísir lýsingartalvan longri niðri á havnargøtuni, har skilliga verður lýst við, at her er vegurin til skøkjuhúsið. “Tú, sum nýkomin ert av skipi, skalt fylgja kósini, tú held- ur. So kemur tú til hesa vøkru kvinnuna, tú fyri pengar kanst vinna hjartað hjá”. Har er einki at misskilja. Og taka vit so aftur í bræv Paulusar til Efesosmanna, er einki at ivast í, at tað man vera hendan ólevnað, sum honum ikki dámar, tá hann í fimta kapitli ávarar kirkjufólkið í býnum í móti at vera sum hini, ið eftir øllum at døma liva í ólevnaði í ávísan mun í hvussu er. Men ikki allir í samkomu hansara vóru heldur so glaðir fyri tað, hann lærdi, hesin góði Paulus. Teir gjørdust so ósamdir, at hann rýmdi úr felagsksapinum við nøkrum trúgvum fylgisvein- um og helt so til í einum skúla í býnum. Tað kann vera, at hesir, sum ikki vildu kennast við hann, ikki heilt hava viljað lagt hesar Av bókasavni á bordell Menninir í Efesos høvdu eitt loyndarmál, sum konufólkini ikki fingu at vita um. Tá teir fóru á bókasavnið, kom tað meira enn so fyri, at teir høvdu heilt onnur ørindi. Konurnar vistu ikki, at millum bókasavnið og bordellið, sum lá í grannalagnum, var grivin ein loyniligur tunnil Leyslatnu trælirnir Mazeus og Mithridates lótu í takklæti til Augustus keisara reisa eitt stórt bogaportur, eftir at teir vóru vorðnir frælsir menn