Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-11, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juni 2005síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 11. juni 2005 35 tunnilsvitjanir burtur? Hvør veit? Uppreistur Og so ganga vit og halda, at hesi fornu prædikumenninir prædik- aðu frið og semju á jørð og í menniskjum góðan tokka. Men Paulus gamli gekk fyri tað mesta og østi fólk í móti sær við síni bersøgnu talu og hørðu umvendigarprædikum. Ì heilum var hann flongdur og bukaður. Rikin úr mongum býum og hóttur so, at hann bert í loyndum tordi at koma aftur. Eisini í Efesos, sum Apostla- søgan sigur frá. Hann var í grannalagnum, men valdi býin frá og boðsendi heldur trúgvu lærusveinum sínum at vitja seg umborð á skipinum, enn sjálvur at fara til býin. Og í Efesos birti hann undir ein rættiligan upppreistur, tá hesir, sum selja minnislutir til ferðafólkini, fóru at kenna livi- breyð sítt hótt. Lukas sigur soleiðis frá í Apostalsøguni um hesa orrust- una, hann birti her í býnum: “Men hesa tíðina gjørdist ikki lítil uppreist viðvíkjandi vegin- um. Tí at har var ein maður, Demetrius at navni; hann var silvursmiður; hann gjørdi Artemisar tempul úr silvuri og veitti smiðunum ikki lítlan vinning. Hesar kallaði hann saman og teir arbeiðismenn, sum arbeiddu við tílíkum, og segði: »Góðu menn, tit vita, at tað er av hesum arbeiði, at vit hava okkara góðu inntøku. Og tit síggja og hoyra, at ikki bert í Efesos, men at kalla um alla Ásiu hevur hesin Paulus við yvirtalan síni fingið villleitt ein stóran hóp av fólki, við tað at hann sigur, at tað ikki eru gudar, teir sum verða gjørdir við hondum. Men vandin er ikki bert tann, at hetta yrki okkara skal koma í ringt orð, men eisini, at templið hjá hini stóru gudinnu Artemis einki skal verða virt, og at hátign hennara verður spilt, sum øll Ásia og mannaheimurin dýrkar.« Men tá ið teir hoyrdu hetta, vórðu teir heilt illir og rópaðu og søgdu: »Mikil er Artemis Efesosmanna!« Og allur staðurin kom í røring og tey tustu øll sum eitt at leik- høllini og tóku við sær Gajus og Aristarkus, menn úr Makedóniu, ferðafelagar Paulusar. Tá ið Paulus vildi fara inn í mannatrongdina, vildu læru- sveinarnir ikki loyva honum tað. Men nakrir av Ásiarkunum, sum vóru vinmenn hansara, sendu eisini boð til hansara og bóðu hann um ikki at hætta sær inn í leikhøllina. Summi rópaðu tá eitt og summi annað; tí at ørskapur var í samkomuni, og tey flestu vistu ikki, av hvørji orsøk tey vóru saman komin. Men tey drógu Aleksander út úr flokkinum, av tí at Jødarnir skúgvaðu hann fram. Men Aleksander gjørdi tekin við hondini at fáa ljóð og vildi halda eina varnarrøðu fyri fólkinum. Men tá ið tey fingu at vita, at hann var Jødi, varð eitt einmælt róp á øllum, og út ímót tveimum tímum rópaðu tey: »Mikil er Artemis Efesosmanna!« Men býskrivarin fekk flokkin at sissast og segði: »Efesosmenn, hvør er tann maður, sum ikki veit, at staður Efesosmanna er tempulverji fyri hina miklu Artemis og hina himinfalnu mynd? Tá ið nú hetta ikki kann verða mælt ímót, so eiga tit at vera hóvligir og ikki at leypa framav. Tí at tit hava ført hesar menn higar, sum hvørki eru tempul- ránsmenn ella spotta gudinnu okkara. Hava nú Demetrius og teir smiðirnir, sum við honum eru, kærumál móti nøkrum, tá verða tingdagar hildnir og landshøvd- ingar eru til; klagi teir so hvør annan! Men um so er, at tit hava nak- að at krevja í øðrum málum, tá skal tað verða avgjørt á lógligum fundi. Tí at vandi er enntá fyri, at vit skulu verða klagaðir fyri uppreist fyri hetta, sum hent er í dag, við tað at eingin grund er at finna, sum vit kunnu nýta, um vit skulu gera greiðu fyri hetta uppstigið.« Og við at siga hetta fekk hann samkomuna at skiljast.” Og hagar eru vit nú ávegis. Til hesa stóru leikhøll ella -pall, har hendan øsingin var, sum mundi endað við sonnum uppreistri í býnum, av ótta fyri, at tað stóra Artemistemplið skuldi vera vanhalgað og missa sína stóru ávirkan á lívið hjá teimum sum livdu av at selja minnislutir haðani. Men hvussu tað gekk, og hvussu leikpallurin og templið síggja út í dag, fara vit at frætta um í einum seinni parti. Bókasavnið í Efesos var tað trið- størsta í gamla heiminum. Men tað var - siga søgurnar - eisini brúkt sum skálkaskjól hjá monnum, ið vildu sleppa á loyniliga vitjan í skøkjuhúsinum Ùtsýni av bókasavnstrappuni niðan eftir høvuðsgøtuni. Til vinstru undir stóra trænum einastaðni lá bordellið “Tú, sum nýkomin ert av skipi, skalt fylgja kósini, tú heldur. So kemur tú til hesa vøkru kvinnuna, ið tú fyri pengar kanst vinna hjartað hjá”. Har er einki at misskilja