leygardagur 11. juni 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 109 - 11. juni 2005
BÓKAUMMÆLI
Jóan Pauli Joensen
Viðhvørt hendir tað, at tú kemur
at hugsa um, hvussu tað hevði
verið, um tað ikki varð vorðið,
sum tað er. Hvussu hevði bygdin
Sørvágur t.d. sæð út í dag, um
teir frá fyrstan tíð høvdu hildið
fast um at lagt fótbóltsvøllin
uppi í Grønhólma, sum ætlað, í
staðin fyri at leggja hann niðri á
Dungasandi.
Tað er kanska einki at siga til,
at sørvingar hava droymt um at
spæla fótbólt uppi á meira turr-
um lendi, tí frá tí Sørvágs
Ítróttarfelag varð stovnað í 1905
og til fótbóllsvøllurin varð liðug-
ur næstan 50 ár seinni, spældu
teir á sandinum, har fyrilit altíð
mátti takast fyri flóð og fjøru.
Fótbólturin varð kortini ikki
fluttur av tí váta sandinum og
niðan í hagalendið uppi í Grøn-
hólma. Á nevndarfundi í Sørvágs
Ítróttarfelag 18. mars 1943 varð
avgerð tikin um, at leikvøllurin
skuldi liggja á Dungasandi.
Kanska hava sørvingar verið
harmir um at missa alt tað góða
lendið uppi í Grønhólma.
Eina ábending um, hvussu tað
hevði sæð út, um vøllurin ikki
var komin at liggja á sandinum,
men uppi í Grønhólma, fáa vit
við at hyggja at teimum frálíku
gomlu myndunum av Sørvági,
sum eru avmyndaðar í bókini
Tíðarmyndir, sum teir báðir
Jákup á Stongunum og Ólavur í
Beiti góvu út í 2003. Her sæst
sandurin liggja heilt upp ímóti
bygdini, beint niðan fyri húsini
og endar mestsum í einum kýla,
tí báðu megin við renna áirnar
báðar Stórá og Kirkjuá. Tær
báðar áirnar renna saman í eitt,
beint áðrenn tær á flóð hvørva
úti í sjóvarmálanum og renna út
eftir sandinum á fjøru. Hetta var
rein náttúra, sum ikki er longur.
Kirkjuáin gjørdi eitt natúrligt
mark millum Oyruna, har sør-
vingar veltu epli í sandjørð og
gamla Dungasand. Hetta var eitt
sera vakurt umhvørvi tá, men
undir krígnum broyttist so nógv.
Eingilskmennirnir gjørdu brúgv
yvir um Stórá, og teir asfalteraðu
vegirnar og løgdu Nýggjaveg fra
bygdini og allan vegin út á bakka
og lagaðu ein vakran grótgarð
móti sjónum. Hetta broytti alla
fjøruna, og við fótbóltsvøllinum
kom sandurin eisini at broytast.
Náttúrumhvørvið varð umgjørt
til eitt mannagjørt mentanarum-
hvørvi.
Arbeiðið upp á fótbóltsvøllin
byrjaði so smátt í 1945, men
hann kostaði, og tað tók sína tíð
at fáa arbeiðið gjørt liðugt, hóast
nógv varð gjørt fyri at fáa pening
til vega. Tey spældu sjónleik og
hvørt av sínum. Elias hjá Myki-
nesmanninum sigur í ritinum, at
hann var við frá byrjan av fót-
bóltsvøllinum "Vit lagaðu móti
Kongshylánni (Stórá). Grótið
fingu vit av Stongum. Vit skutu
við at leggja minukrút í rivur, og
eg var við til at spreingja grótið,
meðan aðrir vóru , ið lagaðu
grótið framvið ánni. Hetta var í
1946".
Ikki fyrr enn 19. apríl í 1954
var fótbólsvøllurin tikin í nýtslu
við einum hátíðarhaldi. Vøllurin
hevði sostatt 50 ára føðingardag
seinasta ár. Síðani tá hevur fót-
bóltsvøllurin, leikvøllurin ella
plenan verið ein partur av bygd-
armyndini í Sørvági.
Mítt ættarlið varð borið í heim
um sama mundið, sum byrjað
varð upp á vøllin, og hann hoyrdi
til okkara barnaland - eisini
meðan hann stóð í gerð. Kanska
onkur hómar okkurt av Dunga-
sandi, men vøllurin hevur í
mínum hugaheimi kámað øll
minni um gamla sandin burtur.
Vøllurin er hjá mínum ættar-
liði vorðin ein partur av sam-
leikanum hjá bygdini Sørvágur,
og tað er nú ilt at hugsa sær, at
hann skuldi kunna ligið aðra-
staðni. Hann er vorðin ein
miðstøð í bygdini, at meta við
eitt torg, sum kann brúkast til so
nógv annað eisini. Hann kemur
væl við til øll tiltøkini á eini
Vestanstevnu og annað, har nógv
fólk koma saman. Nærhendis er
nú eisini dansistova og hús til
ítróttarendamál eru bygd á vøll-
inum sum nú eins og flestu fót-
bóltsvøllir í Føroyum hevur
graslíki.
Hin vegin kann eg kortini ikki
heilt sleppa tankanum um,
hvussu tað hevði sæð út, um
sandurin hevði ligið mestsum
órørdur niðan móti húsinum.
Men kanska er tað gott, sum tað
er vorðið, tí um ikki, hevði vandi
verði fyri onkrum verri. Sum er,
liggur leikvøllurin har til gleði
fyri ungdómin og er granni til
Oyruna við Breiðagrasinum, sum
er til enn við lívi av bæði fólki
og vøkstri.
Nú Sørvágs Ítróttarfelag er
vorðið 100 ár og fóltbóltsvøllurin
gott og væl 50 ár, hava teir báðir
Erhard Jacobsen og Esbern
Joensen latið úr hondum eitt
minnigarrit á føðingardegnum
17. mars 2005. Hetta er eitt stórt
og prýðiligt rit, har roynt verður
at lýsa søgu felagsins hesi 100
árini.
Teir sum stovnaðu felagið
vóru Heini í Nýggjustovu,
Ólavur í Ólavstovu, Løðu-
Jógvan, Bíggjar-Hans og Jens-
Ólav. Nøvn sum allir eldri sør-
vingar kennast við. Tað finnast
ikki so nógvir upplýsingar um ta
fyrstu tíðina. Men eitt er vist, at í
mun til aðrar bygdir, hevur Sør-
vágur verið væl fyri, tá spælast
skuldi fótbóltur, tí á fjøru er
sandurin stórur, og hann var
brúkiligur sum leikvøllur í mong
ár, eisini tá Mikkjal á Ryggi
yrkti sangin Á leikvøllum funnust
í forðum til Sørvágs Ítróttarfelag
umleið 1912. Hetta er um ta
tíðina, tá Føroya Fólks Songbók
kom út á fyrsta sinni í 1913.
Føroyingar vóru vaknaðir
mentanarliga og tjóðskaparliga
og høvdu ein inniligan tørv á at
menna og kenna sín egna sam-
leika. Sangur og leikur hava til
allar tíðir hoyrt saman.
Hóast felagið í eina tíð næstan
var dottið niður fyri og varð
endurstovnað í 1937, so hevur
tað eydnast at finna fram eitt og
annað, sum kastar okkurt blunk á
hesa tíðina. Teir hjálptust við tað
teir høvdu. Tað var ikki tann
stóri peningurin í fótbóltinum
sum í dag. Ofta áttu teir bert
tann eina bóltin. Men sørvingar
vóru so hepnir at teir høvdu
skómakara, sum bæði kundi
væla um og seyma ein nýggjan
bólt, um tað skuldi verða..
Tá sørvingar í 1935 spældu
móti B36 í Sørvági spældu
sørvingar í húðaskóm, meðan
havnarmennirnir spældu í fót-
bóltsstivlum havnarmaðurin Jens
Pauli av Reyni sigur at "tað vísti
seg at húðaskógvarnir vóru
betur egnaðir. Havnarmenn
stóðu fastir, men sørvingarnir
vóru omaná og vunnu dystin 5-2-
Tá flóðin kom inn, var neyðugt
at hava bát liggjandi kláran at
taka bóltin, tá hann fór á
sjógvin…" Elias hjá Mykines-
manninum sigur eisini í ritinum,
at hann alla ta fyrstu tíðina
spældi í húðaskóm og at
"Eingilsmennirnir flentu, tí eg
leikti í húðaskóm. Eg leikti altíð
har vesturi í húðaskóm, men tá
ið vit vóru í Tórshavn, brúkti eg
fótbóltsstivlar".
Um teir so spældu í húðaskóm
í Sørvági og meira professionelt
í fótbólsstivlum, tá teir spældu í
Havn, so dugdu sørvingar væl at
spæla fótbólt. Meðan leikvøll-
urin enn stóð í gerð, og sørvingar
enn ikki høvdu fingið rættiligan
fótbóltsvøll, eydnaðist tað SÍ í
1947 at vinna á fyrsta og einasta
sinni meistaradeildina í fótbólti
og gjørdust føroyameistarar. Tað
vóru serliga synirnir hjá Gretu-
Sørin og Birt-Honnu, sum vóru
tær stóru stjørnurnar í fótbólt-
inum tá, men tað vóru sjálvandi
eisini aðrir góðir leikarar, sum
tað so væl verður lýst í minn-
ingarritinum. Men tey bæði
Gretu-Sørin og Birt-Hanna vóru
bæði sera áhugað í fótbólti. Tey
kundu fylgja við øllum úr stovu-
vindeyganum í húsum teirra.
Men har vóru eisini fjepparar av
báðum kynum í Sørvági, sum
verða umrødd í bókini. Her er
einki annað at gera, hjá tí sum
vil hava meira at vita, enn at lesa
tað sum í ritinum stendur.
Hóast undirtøkan á fundum í
felagnum upp gjøgnum tíðina
ikki altíð tykist at hava verið
tann stóra, hava sørvingar havt
fleiri eldsálir í nevndini í Sør-
vágs Ítróttarfelag, sum hava
drivið á og skunda undir. Teir og
tær eru nevnd í bókini. At tað
enn eru eldsálir, er minningaritið
eitt tað besta dømi um. Her er
nógv hent í nýggjari tíð.
Málið hjá SÍ var har frá byrjan
bæði ítróttarhøll og leikvøllur.
Tað framgongur eisini, at for-
mennirnir í felagnum hava hildið
bæði leikarum og áhugaðum til
við røðum og aðrari andstreystari
uppseting. Fremst í huganum
Á leikvøllum funnust í forðum