Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-11, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juni 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 11. juni 2005 37 hevur helst staðið latínska orða- takið mens sana in corpore sano, tí í 1938 segði formaðurin Napoleon Nolsøe Petersen m.a. at „uppgáva Sørvágs Ítróttar- felags er, at ungdómslívið má væl og vakurt trívast, soleiðis at vit á ellisárum hava bert góð minni um ungmannaár". Ítróttarhøllin kom áðrenn leik- vøllurin. Sum kunnugt vóru nógvir eingilskmenn í Vágum undir krígnum. Teir høvdu nógvar barakkir. Ein barakk stóð beint oman fyri og yvir av Dungasandi nærhendis Kirkju- ánni. Hesa barakk yvirtók SÌ frá eingilskmonnunum. Henda barakkin vildi neyvan borið heitið høll í dag, men tá var hon hildin at verða bæði stór og góð. Ítróttarbarakkin kom í mong ár at verða eitt mentanarhús í Sør- vági, har fleiri mentanartiltøk vóru havd sum t.d. sjónleikur, fimleikur, málningaframsýn- ingar, eydnuhjól, dansur, sam- komur og eisini høvdu teir lesi- ringar har, verður sagt. Barakkin er niðurtikin fyri langari tíð síðani, men eg minnist hesa barakk sum eitt sera áhugavert umhvørvi, har nógv áhugavert hendi innanfyri. Eini høli, sum ofta vóru opin í sambandi við at spælt varð í Sørvági, var kaffi- sjoppin hjá Jógvan á Túgvu. Har høvdu fólk eitt stað at fara eftir dystin og fáa sær okkurt at eta og drekka.. Um minningarritið er annars tað at siga, at talan er um eina prýðiliga bók. Fremst í bókini eru heilsanir frá formanninum, borgarstjóra, ISF-forseta og for- manninum í Fótbóltssamband- inum. Aftast eru so kvøður og endurminningar frá fólki, ið vilja heiðra SÍ. Eisini eru nakrar blað- síður við songum aftast í bókini. Skøldini eru Mikkjal á Ryggi, H. M. Niclasen, Nyholm Debes, Napoleon N. Petersen, Jeffrei Henriksen, og onkur ókendur. Tann sum eigur flest sangir er Jónvør Joensen, kona Esbern, ið er annar av høvundunum. Hetta eru alt sangir, sum hava við SÍ at gera , og sum helst allir hava verið sungnir á 100 ára degnum. Miðleingjan í bókini er sjálv søgan um SÍ, sum verður lýst við støði í frásagnum, gerðabókum og tí, sum er at finna í prentað- um heimildum. Av tí at annar av høvundunum, Erhard Jacobsen, er bókavørður, so hava helst øll heimildarmið, sum eru til, verið troytt. Í nógv ár hevur tað verið so, at umleið helmingurin av øllum tí, sum stendur í teimum føroysku bløðunum, er um ítrótt, so her er nógv at oysa av. Aftast í bókini er eisini eitt gott yvirlit yvir heimildirnar. Minningarritið gevur eina breiða lýsing av bæði hondbólti og fótbólti og øllum tí, sum er farið fram av leikum og av fundum í nevndini hesi 100 árini. Bókin er serliga vend móti teimum, sum hava ein veruligan áhuga í fótbólti og hondbólti, og sum kenna fólkini. Myndatil- farið, sum bæði er svart/hvítt og í litum, er sera stórt og virðis- mikið. Tað er okkurt, sum kundi verið ynskt øðrvísi, og ein navna- og evnisskrá aftast í bókini hevði verið frálíkí einum minningarriti sum hesum, har skipanin av tilfarinum ikki altíð er so sólarklár. Tað hevði gjørt tað lættari at leita eftir upplýsingum. Tað er einki at ivast í, at henda bók er til stóra gleði hjá øllum teimum, sum hava við fótbólt og hondbólt at gera og sum minnast dystir og leikir. Serliga sørving- um og teimum sum hava við Sørvág at gera. Men hjá einum sum ikki er álvarsliga bitin av fótbólti og hondbólti, er tað kanska mest tað, sum hevur við tað meira siðsøguliga at gera, sum er áhugavert. Fert tú gjøgnum bókina, so er eisini eitt og annað at finna her, m.a. um Ole på Jens, som var en farlig fyr. Tað hugsaðu vit ikki um, tá vit møttu Jens-Ólavi sum goml- um manni millum húsini í Sørvági. Sørvingar hava nú ikki bert kirkjusøguna hjá Petur Kruse, Sørvágssøguna hjá Sonna Jacob- sen, men eisini ítróttarsøguna hjá Erhard Jacobsen og Esbern Joensen. Tað hevur uttan iva verið eitt tak at fáa skrivað bókina og at fáa hana út sjálvan dagin. Tað er gleðiligt, at tað er gjørt. Til lukku við minningar- ritinum um Sørvágs Ítróttarfelag og til lukku við 100 ára degnum. BÓKAUMRØÐA: Erhard Jacobsen og Esbern Joensen Sørvágs Ítróttarfelag 100 ár 1905 - 17. mars - 2005. Sørvágur 2005 255 bls. við nógvum myndum bæði svart/hvítar og í litum.