leygardagur 11. juni 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Framførslan á the
Duchess Theatre í
London av THE
BIRTHDAY PARTY
eftir Harold Pinter er
ein listarligur
stórsigur
Eftir Hanus Kamban
HUGSA TÆR ein frítíðarbý í
Onglandi, onkustaðni úti við
strondina. Í einum fátæksligum
húsum, har til ber at hýsa
fremmandafólki, búgva hjúnini
Petey og Meg. Petey hevur til
arbeiðis at vara av teimum legu-
stólum, har ferðafólk kunnu sita
ella slanga sær niðri við sjóvar-
málan. Meg er húsmóðir, fjálgar
um mannin og um teirra einasta
búfasta gest - tann einsliga og
arbeiðsleysa Stanley, ið nærkast
teimum fjøruti.
Tá ið tjaldið fer upp, situr
Petey og fær sær morgunmat,
meðan Meg gongur honum til
handa. Samrøðan hjúnanna
millum er innantóm, men ikki
óvinarlig. Tað er týðiligt, at Meg
hevur størri áhuga fyri sínum
gesti enn sínum manni. Stanley
er ikki morgunmaður, húsfrúan
ótolnast meira og meira, til end-
ans kann hon ikki bara sær, men
fer upp á kamarið hjá gestinum
og mest sum rívur hann av song-
ini. Nøkur opinbering er tó ikki í
tí harra, sum nú trínur inn á
pallin - skitin, frísutur, órakaður
og við skjúrtuni hangandi uttan
fyri buksurnar. Ikki tí, hansara
fesjuta útsjónd rímar við um-
hvørvið, eina lítið hugnaliga
stovu við grønmynstrutum tapeti
og slitnum, bíligum innbúgvi.
Tá ið Petey er farin til arbeiðis,
tekur eitt spæl seg upp millum
gest og húsfrúu, eitt slag av
koksan, har tey orð ið verða søgd
ofta merkja tað øvugta av teirra
innihaldi, við sjónskum kyns-
ligum undirtónum. Stanley
minnir mest um ein gamlan
drong, sum hevur damlað sær
burtur úr samfelagsins vanda-
sjógvi og inn á deyðavatn - og
har funnið eina tiltaksmammu,
sum hann kann arga og sam-
stundis fáa trygd og ugga frá.
YVIR TEIRRI heilagu grøvini
valdar enn friður. Oidipus og
Iokaste, í lurvutari East End-
útgávu, sleppa at hugna sær í
náðum heima við hús, meðan
(um vit toyggja samanburðin)
Laios kongur røkir sítt ábyrgdar-
starv sum stólavørður niðri á
sandinum. Hesin Petey tykist
vera komin beinleiðis úr onkrari
søgu eftir Herman Bang, nógv er
ikki um hann, men hann hevur,
vísir tað seg seinni, rankari rygg
enn nakar annar í hesum leiki.
Longu tíðliga sníkir ein feril
av órógv seg inn í leikin. Áðrenn
hann fer til arbeiðis, fortelur
Petey fyri konu síni, at hann
hevur hitt tveir harrar niðri á
strondini, sum sóknast eftir taki
yvir høvdið. Tá ið Meg ber Stan-
ley hesi tíðindi, skilst straks, at
nú verður brátt annar, og álvar-
samari, táttur tikin upp.
Eg veit ikki, hvussu onnur føla
ella hugsa í eini slíkari støðu,
men sjálvur havi eg hug at grípa
um stólin, tá ið Pinter førir
greipuna Goldberg-McCann inn
á pallin. Tað er sum at sita í
flogfari og brádliga dumsa niður
í eitt lufthol, ið er sum ein sloka
- líkst niður í helviti. Ikki tí, at
síggja til eru hesir feðgar ikki
øðrvísi enn teir streymlinjaðu
mótajunkarar, tú hittir á almenn-
um móttøkum.
McCann, tretivu ár, í bleik-
grønum klædningi og við grøn-
um slipsi, sær kanska eitt sindur
snubbutur út, ikki maður, tú so-
leiðis ósjálvrátt flýgur um hálsin
á. Men Goldberg, harafturímóti,
er - hóast farin um tey hálvt-
hundrað - ein rættur sjarmørur,
spelkin, brosandi, sloktur, tungan
sum smør, í ljósagráum klædn-
ingi við prangandi stríputum
slipsi. Hesin fínibeiggin kundi
fyri tí verið italienskur mafiu-
bossur, ráðharri í Hvíta Húsinum
ella forseti í Usbekistan.
Eftir at nøkur - at síggja til
høvisk - inngangsorð eru fallin,
skilst, at hesir harrar eru ikki
ørindaleysir, og enn minni at
spæla við. Tað er Stanley, teir
vilja koma í takholt við, hetta
veit Stanley, angistin seyrar inn í
hann og drepur inn í hvønn blett
og hvørja rivu í stovuni, og var
tað ikki so, at replikkirnar hjá
Pinter - líkasum tær hjá Shake-
speare ella Ibsen - goyma í sær
deldir av komiskum møguleik-
um, hevði ivaleyst mangur
hyggjari slept sær á dyr, tá ið
Stanley av álvara kemur fyri
rættin.
Avhoyringin av Stanley - har
spurningarnir, hann verður
undirdíktur í, gerast alsamt meira
høpisleysir og samstundis fáa
dám av vaksandi grimd - er dømi
um djúpt ímyndaðan skaldskap,
eina lýsing av andaligari
terrorismu, sum neyvan hevur
sín líka í heimsins bókmentum.
MEN HVØRJA misgerð hevur
hesin neyðar maður gjørt? Hví
verður Stanley avhoyrdur og
ákærdur? Lyklar til svar upp á
hesar spurningar finna vit í
persónleikunum hjá Goldberg og
McCann, í teirra málburði og
tilsipingum.
McCann er íri, og av tilsiping-
um til t.d. Oliver Blunkett, sum
var írskt halgimenni, og Drog-
heda, har Cromwell í 1649 á
blóðugan hátt beindi fyri írskum
uppreistrarmonnum, skilst, at
hann umboðar írskan katólskan
átrúna. Goldberg, hinvegin, sum
tosar um gefilte fish og pyntar
sín slokta, afturhorvandi orða-
floym við øðrum jiddiskum heit-
um, umboðar jødadóm av Cock-
ney slag. Báðir venda í heilum
aftur til trúnna, slektina, mamm-
una, fortíðina, til tað halga og
óspilta. Teir umboða sostatt
patriarkatið, tolkað á jesuittiskan
hátt, í tveimum monoteistiskum
útgávum.
LEIKURIN ER sostatt, innan
fyri eitt ávíst mark, eitt neyvt
realistiskt verk. Vit fáa enntá
ábendingar um, at Goldberg og
Stanley hava kenst fyrr. Men
samstundis er greitt bæði at
evnisviðgerðin fatar um annað
enn átrúnaðarligan yvirgang, og
at leikurin í øðrum parti víðkar
seg út um tað veruleikakenda og
verður allegoriskur og lutvís
surrealistiskur.
Hesir garparnir, sum hava
leitað Stanley upp, eru á ein hátt
ímyndir, holdgerðir av tankans
ella samvitskunnar røringum. So
fjaðursárur hann annars er, er
Stanley á ein hátt ein hetja. Hann
hevur gjørt ta stóru misgerð at
vilja definera seg sjálvan, skapa
sínar egnu reglur - ella óreglur -
og liva sambært teimum. Hann
er ein, ið noktar at akta, norm-
brótari, konformitetsrýmingur.
Vit, sum upplivdu sekstiárini,
vita, at eina slíka leið gongur tú
ikki órevsaður. Tá ið The Birth-
day Party varð framførdur á
Lyric Hammersmith í London í
1958, tók kritikarin Harold
Hobson soleiðis til í sínum
ummæli í Sunday Times:
Okkurt er í tíni fortíð - sama ger
hvat - sum fer at fáa teg aftur.
Hóast tú rýmir út í heimsins
fjarastu avkrókar og krógvar teg
í tí ókendasta høli í tí mest
burturgloymda býi, so er ein
dagin møguleiki fyri, at tveir
menn fara at koma. Teir fara at
leita eftir tær og tú sleppir ikki
burtur. Og onkur fer eisini at
leita eftir teimum. Ræðsla er
allastaðni.
Eftir er at nevna tað mest
sjálvsagda tematiska brigdið í
hesum leiki: hansara beinraknu
og framskygdu politisku stað-
festing. Tá ið tann ójavni dyst-
urin um valdið millum øðru-
megin Stanley og hinumegin
feðgarnar Goldberg og McCann
seinast í 50-árunum losnaði
undan dulvitsvæðingini hjá ein-
um vreiðum unglingi úr Thistle-
waite Road 19 í East End, lýsti
TILVERUNNAR GOLD
Harold Pinter saman við Vaclav Havel, í Prag 1988. Blaðungur las Pinter skaldsøguna Der Prozess eftir Franz
Kafka. Sjónleikurin The Birthday Party (Føðingardagsveitslan) speglar aftur brigdir úr bókini
Henry Goodman sum Goldberg, fyri fullum seglum í the Duchess Theatre