leygardagur 11. juni 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 11. juni 2005
39
Pinter samstundis neyvt 20. og
21. aldar politiska gerandisdag.
Stanley, riknan í tronga av makt-
ini, við bankandi títlingshjarta,
finna vit í pínslukjallarunum hjá
Saddam, Stalin ella Hitler, í
kirkjunum í Rwanda í 1994 (sum
ofta einki skjól veittu), í
Usbekistan og Abu Ghraib.
EG VAR so heppin at hava fing-
ið sess í øðrum rað á gólvinum í
the Duchess Theatre, skamt frá
pallinum. Og eina ferð enn mátti
ein sanna, at enskur sjónleikur -
tá hann er bestur - neyvan verður
tikin. Sinead Matthews sum
Lulu, Geoffrey Hutchings sum
Petey og Finbar Lynch sum
McCann leika øll sannførandi.
Um Paul Ritter sum Stanley er at
siga, at hansara avrik var so full-
komið, at ein frá byrjan gloymdi
alt um sjónleik, av teirri orsøk, at
identifikasjónin var lýtaleys.
Hvussu kann hann fara út á gøt-
una eftir hetta? hugsaði eg, tá
lógvabrestirnir fullu.
Men høvuðsrollurnar høvdu
tey bæði Eileen Atkins (sum
Meg) og Henry Goodman (sum
Goldberg). Um Eileen Atkins er
at siga, at hon er millum tey
mætu nøvnini í enskari leiklist
og hevur havt eitt ótal av leik-
lutum í sjónleiki, sjónvarpi og
filmi. Sjálvur havi eg sæð hana á
palli tvær ferðir fyrr - í eini
glæsiligari uppseting av Ibsens
John Gabriel Borkman - sum
dagar upp um flestu sjónleikir,
sum ein háreistur tindur, við
snjóskørðum og glerknúkum í
erva - og, í 1997, í eini ógloym-
andi framførslu av A Delicate
Balance eftir Edward Albee.
Uppgávan í The Birthday
Party man vera út av lagi krevj-
andi, tí Meg skal, við sínum eitt
sindur ótýdliga áhuga fyri sínum
gesti, vera vakin, men hon skal
samstundis sova: hon varnast
ikki, hvat veruliga fer fram og
veit, tá ið leikurin er av, ikki, at
hennara elskaði Stanley er eitt
vrak, eitt lívleyst hylki, nú upp-
stásað, klætt í lýtaleysan borg-
araham, kanska enntá tungu-
leysur. Men Eileen Atkins
faftraði ikki á eina løtu.
Henry Goodman er, eins og
Pinter sjálvur, føddur og upp-
vaksin í East End í London.
Eisini hann hevur havt eitt ótal
av leiklutum, ikki minst úr
leikum eftir Shakespeare. Sum
Goldberg leikar hann so úrlíka
væl, við slíkum neyvleika, við
slíkum hegni til at bera fram eitt
smikursøtt fínmentað klisjemál,
sum samstundis er travesti,
óhugnadæmd glasing uttan á
barbaríi og morði, at hyggjarin
bara situr og gapar. Ber tað til at
leika so væl? spyr ein seg
sjálvan. Jú, er svarið, har Edward
Alleyn og Richard Burbage
einaferð virkaðu, ber tað til.
MEN HØVUÐSGRUNDINA til,
at ein slík framførsla kann gerast
ein stórsigur, finna vit í tí stætti,
sum ber steypið, í hondverkinum
hjá Harold Pinter. Føðingardags-
veitslan varð sum nevnt framførd
fyrstu ferð í 1958, í the Arts
Theatre í Glasgow. Saman við
leikum eftir Brecht, Beckett og
Osborne var hesin leikur við til
at nútíðargera og umskapa
bretska leiklist.
Tað var tó frá byrjan greitt, at
Pinter hevði eina rødd, sum var
eyðkend og bara hansara, eitt
neyvt, myrkt og intenst mál,
søkklaðið av hóttan, angist og
duldari vreiði. Sum aðrir leikir
komu frá honum - eitt nú Húsa-
vørðurin, 1959, og Heimkoman,
1964 - varð greitt, at hann í
grundini er yrkjari, ein dapur-
leikans, trongans, men eisini ein
uppreistrarins og frælsisins há-
syngjari, ein patriarkatsins
lýriski húðfleingjari. Og longu
áðrenn hann skrivaði The Birth-
day Party, hevði høvundurin við
eini yrking, ið mest minnir um
eitt kvæði ella eina balladu,
ímyndað sær allan leikin:
They played at blind man´s buff,
Blindfold the game was run,
McCann tracked Stanley down,
The darkness down and gone
Found the game lost and won,
Meg, all memory gone,
Lulu´s lovenight spent,
Petey impotent;
A man they never knew
In the centre of the room,
And Stanley´s final eyes
Broken by McCann.
Yrkingin ber prógv um, at
Føðingardagsveitslan ikki er eitt
hugsað verk, men fesklika kveikt
og føld list, við persónum úr
holdi og blóði. Hinvegin er held-
ur ikki eitt so satt verk sprottið
úr ongum. Harold Pinter hevði,
tá hann skrivaði leikin, spælt í
eini ørgrynni av meira ella minni
kabarettkendum leikum, og
greipan Goldberg-McCann kann
hava røtur og fyrimyndir í tátíðar
music hall mentan, í nú gloymd-
um teitum og kabarettum.
MEN AÐRAR tilelvingar kunnu
eisini hugsast. Á nítjan ára aldri
las Pinter skaldsøguna Der
Prozess - Sakarmálið - eftir
Franz Kafka. Bókin bleiv liggj-
andi, goymd og ikki gloymd, í
hansara andaliga kufferti, og um
1990 varð hann biðin um at
skriva handrit til eina filmútgávu
av skaldsøguni. Pinter legði tá
dent á at lata søgugongdina hava
ein - ikki, sum vanligt, ekspress-
ionistiskan - men realistiskan
karm, tí, sum hann helt fyri,
henda søgan er hvørki abstrakt
ella furðulig, men beint frameftir
og skilvís. Trupulleikin hjá Jósef
K er, at hansara skilvísi, dirvi og
vit, so fyrimyndarlig tey annars
kunnu vera, ikki gagna honum -
av teirri orsøk, at hann, uttan at
vita av tí, leikar í einum loyndum
handriti, hvørs høvundur er á
aðrari, gátuførari, uttanjarðligari
bylgjulongd. Handritið tykist, so
langt menniskjan kann hóma,
høpisleyst:
Ein yvirskrift, eg hevði sett á
Sakarmálið er: Hvat spæl leikar
Gud? Tað er tað, sum Jósef K í
roynd og veru spyr. Og tað ein-
asta svarið hann fær er ógvuliga
harðrent ("a pretty brutal one").
Tann, sum sær ella lesur The
Birthday Party, hevur ikki ilt við
at kenna Kafka aftur. Seinast í
skaldsøguni verður Jósef K. av
tveimum tignarligum harrum í
svørtum diplomatfrakkum og
undir hatti førdur út um býin til
avrættingar í einum grótbroti.
Føðingardagsveitslan kann
síggjast sum ein dramatiserað
útgáva av skaldsøguni, har hesir
garpar hava fingið høvuðsleik-
lutir, og somuleiðis kann gentan
Lulu (møguliga) síggjast sum ein
pintersk Frälein Bürstner.
Men ber til at toyggja henda
samanburðin longur? Er ein
heimspekiligur líkleiki millum
skaldsøguna hjá Kafka og leikin
hjá Pinter? Tað er ikki lætt - og
kanska heldur ikki rætt - at svara
beinleiðis upp á henda spurning.
Men eins og ein dómari, hvørs
andlit verður verandi fjalt,
sveimar onkustaðni uppi yvir
teirri villiniborg, har Jósef K.
reikar, soleiðis eru bæði Gold-
berg og McCann í evstu syftu
amboð, bæði ómetaliga eirinda-
leysir og samstundis bangnir og
fjálturstungnir boðfretar hjá
einum felagsskapi, teir rópa "the
organisation", hvørs ovasti harri
eisini er krógvaður. Lagnuna hjá
Jósef K. ella Stanley kenna vit.
Orðaskiftið um Dómaran - høv-
undin at tí loynda handritinum -
kann so halda fram, kanska so
leingi menniskju eru til.
Harold Pinter: The Birthday
Party. Duchess Theatre,
Catherine Street, London WC2.
DBERG-VARIASJÓNIR
Meg, uppstásað, saman við tí tvitna terroristinum McCann. Tey leikandi eru Eileen Atkins og Finbar Lynch