leygardagur 11. juni 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 67 - 9. apríl 2005
PRÁT OG MEININGAR
Orð & mynd: Dagny Joensen
Tað kann tykjast løgið, at
embætisfólk, sum hevur verið á
hægstu rókini í Tinganesi, í frí-
tíðini stendur á palli og slær alt
upp í glens.
Tað heldur Sjúrður Skaale ikki
vera løgið, tí Pipar&Salt er bara
eitt ítriv.
– Flestu fólk hava eitt ítriv. Eg
spæli sjónleik, onnur spæla golf.
Tað er eitt og tað sama, sigur
Sjúrður Skaale.
Hann er 38 ára gamal, útbúgv-
in stjórnmálafrøðingur, og hevur
arbeitt sum embætismaður fimm
ár, fyrst í Tinganesi, síðani í
Fólkatinginum.
Umframt tað, hevur hann í
nógv ár arbeitt sum blaðmaður
og sjónvarpsmaður, og sostatt
sitið báðu megin borðið. Tað
hevur ikki gjørt skemtið í Pipar&
Salt, sum hann og Jákup Veyhe
eru felags um, minni áhugavert.
Sjúrður Skaale er eisini kendur
fyri síni bersøgnu og oftani
atfinningarsomu sjónarmið um
samfelagsmál og politisk viður-
skiftini her á landi, sum eru at
lesa í bløðunum av og á.
Íblástur í tinginum
– Tá tú arbeiðir sum blaðfólk og
innan politiska lívið, so gevur
tað íblástur at skapa undirhald, tí
hóast føroyskur politikkur ofta
kann vera syndarligur, so kanst
tú eisini velja at síggja tað stutt-
liga í tí.
– Vit kunnu taka ginusøgu-
málið ella rundstykkjamálið sum
dømi. Tað er vanlukkuligt at
tingið brúkar orku upp á slík
mál, meðan álvarsmál fáa lítla og
vánaliga viðgerð. Tú kanst taka
tað í álvara, og tá er tað syrgiligt.
Men tú kanst eisini venda tí við
og síggja tað stuttliga í tí.
– Fyri mær eru flestu málini
stuttlig, og tá velji eg bert at
síggja tey sum skemt, sigur
Sjúrður Skaale.
Spurdur, hvat hann heldur um
hesa gongdina í tingarbeiðinum,
svarar hann, at eitt er vist: Tey
dugnaligastu fólkini í Føroyum,
fara ikki inn í politiska arbeiðið.
Tað er ov einkisigandi. Tey bestu
eru at finna úti í vinnulívinum.
Skemt og álvara hvør sítt
Eitt er skemt og annað álvara, og
Sjúrður blandar ikki hesi bæði
hugtøkini saman.
– At skriva greinar ella halda
fyrilestrar er at siga hvussu
støðan er, hvat er skeivt, hvat
kundi verið broytt o.s.fr., og
leggja upp til kjak.
– Tá eg undirhaldi, sigi eg ikki
at nakað skal broytast. Tá er
endamálið bert, at tað skal vera
stuttligt, sigur Sjúrður Skaale.
– Hvussu var tað, at dansa í
konufólkaklæðum á palli í Norð-
urlandahúsinum eitt sunnukvøld,
og síðani møta til arbeiðis í
Tinganesi mánamorgun. Verður
tú tá tikin í álvara?
– Tað hevur ongantíð verið
nakar trupulleiki í starvinum í
Tinganesi. Hinvegin, tá eg var
sjónvarpsmaður og gjørdi eitt
álvarsligt innslag í ”Degi og
Viku”, stutt eftir at eina Pipar&
Salt framførslu, kom tað fyri at
fólk søgdu seg ikki kunna taka
”handa gyklaran” fyri fult, sigur
Sjúrður Skaale.
Hann heldur tað ikki vera
óvanligt at fólk í Føroyum hava
fleiri hattar og nevnir sum dømi
Tórgarð, prest, sum tókst við
skemt samstundis sum hann var
prestur.
– Øll tóku hansara prædikur í
álvara fyri tað. Eingin er álvar-
samur altíð, og kanska er tað ein
fyrimunur at fólk vísa aðrar síður
av sær sjálvum. T.d. høvdu nakrir
sjálvhátíðarligir politikarar helst
vunnið størri trúvirði og tokka
millum fólk, um teir eisini
skemtaðust eitt sindur viðhvørt,
sigur Sjúrður Skaale.
Rangan av veruleikanum
Pipar&Salt eru teir báðir Jákup
Veyhe og Sjúrður Skaale. Teir
hava gjøgnum árini fingið fólk at
flenna í kíki, oftani við sangi og
stuttleikum, sum eru um okkum
sjálvi, men sum vit ikki gáa eftir
fyrr enn flenniherðindini eru
av.Við sínum skemti og speiliga
spæli, venda teir ranguna út á -
ofta politiska og samfelagsliga
veruleikanum í Føroyum, og gera
tað so sannførandi, at teir í áravís
hava fingið áskoðararnar við sær.
– Fólk dáma helst sangirnar
hjá Pipar&Salt, tí vit hava verið
á ”15 teimum bestu” í útvarpin-
um við heili sjey sangum. Tað er
nokk so stuttligt, tí eg ikki havi
tóna skaptan í heysinum, sigur
Sjúrður.
Hann er í løtuni í farloyvi, fyri
saman við Jákupi at gera nýtt
tilfar til Pipar&Salt framførslu,
sum verður 13. og 14. august á
Listastevnuni í Norðurlandahús-
inum.
Um sín leiklut sum makkari í
Pipar&Salt, sigur Sjúrður
Skaale:
– Hetta er avgjørt ikki nakað
”9 til 5” starv, og heldur ikki so
skipað, at vit kunnu vita, hvussu
leikur fer, áður enn vit eru lidnir.
- Jákup hevur tann eginleika
íborið, at hann sær øðrvísi upp á
tingini enn onnur. Tað gevur
góðan íblástur. Okkara samstarv
er sum eitt slag av ping-pong,
har ein fær eitt hugskot og hin
førir tað víðari o.s.fr.. Tá av-
tornar, vita vit ikki, hvat hvør
hevur gjørt, sigur Sjúrður og
leggur aftrat, at sangskrivingin tó
oftast er einstaklingaarbeiði, men
at tað er eins umráðandi at teir
báðir eru um at seta tað á pall.
– Vit eru byrjaðir at tosa um
næstu framførslu, men hava ikki
valt, hvussu vit skulu gera.
Nýggjur tónleikur og sangur
verður at hoyra , og vit fara at
royna at gera nýggjar figurar.
Pipar&Salt hevur verið so leingi,
og tí er neyðugt at vit endur-
nýggja okkum. Megna vit ikki
tað, so doyr Pipar&Salt av sær
sjálvum, sigur Sjúrður.
Spurningur um at liva
her og nú
– Kennir tú tað sum eina
persónliga uppgávu at blanda
skemt og álvara, ella er tað bara
ein háttur fyri at yvirliva í hesum
samfelagnum, sum tú ivaleyst
kundi hugsað tær øðrvísi?
– Nøkur fólk kenna seg hava
fingið eina uppgávu at røkja –
t.d. prestar ella trúboðarar. Eg
kenni meg avgjørt ikki at hava
nakað slíkt kall ella uppgávu. Eg
geri bert tað, sum eg tími, og
sum haldi meg duga so toluliga,
eins og flest onnur, sigur Sjúrður
Skaale.
Spurdur um hvar hann ætlar
við sínum lívi, sigur Sjúrður, at
hann er óstøðugur maður, sum
ongantíð hevur arbeitt í meira
enn trý ár í sama stað. Hann
hevur vónir um at skriva, arbeiða
innan fjølmiðlarnir og við sjón-
leiki og undirhaldi.
– Eg haldi tað er Kierkegaard
sum tosar um hetta at ein skal
liva í nú’inum. Tað royni eg at
vera tilvitaður um. Tað er so
skjótt at standa fastur í tí, sum er
farið, ella bara liva fyri tað, sum
tú einaferð í framtíðini skalt gera
ella uppliva. Men skalt tú vera
eydnusamur mást tú altíð
minnast til, at lívið ongantíð er
annað enn tað, sum hendir beint
nú.
– Hetta er trupult hjá vaksnum,
men børnini duga tað. Eg eri
nógv saman við fýra ára gamla
soninum, og tað læri eg nógv av.
Tá vit búðu í Danmark skuldu
vit t.d. ein dagin fara í djóra-
garðin. Tað tók sína tíð, av tí at
har var so nógv á leiðini, sum
hann skuldi eygleiða og kanna
nærri. Trø og sniglar og eg veit
ikki hvat – og tá vit komu fram
var djóragarðurin stongdur. Tað
gjørdi kortini einki, tí hann hevði
havt ein sera spennandi túr...
– Við øðrum orðum: tá vit
minnast til at njóta tað, sum er
beint nú, so vera vit heldur ikki
so vónbrotin, um onkur av okk-
ara ætlanum miseydnast.
– Tí eiga vit eisini altíð at gera
tað, sum vit brenna fyri og sum
er spennandi júst í løtuni uttan at
hugsa alt ov nógv um, hvussu
tað fer at eydnast og hvørjar
avleiðingarnar verða. Vit skulu
ikki bara taka avgerðir, tí tær
kanska í framtíðini fara at vísa
seg at vera rættar. Tað, vit gera,
skal fyrst og fremst geva mein-
ing og kennast rætt her og nú.
Annars liva vit við síðuna av
okkum sjálvum.
– Tá eg sjálvur líti aftur um
bak so má eg eisini siga, at eg
meira angri tað, sum eg ikki
tordi at gera, enn tað, sum eg
gjørdi skeivt, sigur hann.
Fer at skriva bók
Um framtíðarvónirnar sigur
Sjúrður Skaale, at hann ætlar sær
at skriva eina bók, sum byggir á
hansara eygleiðingar, tey fimm
árini hann var embætismaður í
fullveldistíðini.
Hann var við í dramatisku
samráðingunum í 2000 og um-
framt at hann skrivaði dagbók
ein part av hesi tíðini, skrivaði
hann eisini røður og framløgur
fyri politikararnar, fundarfrá-
søgnir o.a.
– Tá eg fái fíggjarligt rásarúm
– vónandi innan alt ov leingi –
fari eg at skriva eina lýsing av
hesi tíðini við støði í rúgvus-
mikla tilfarinum, sum eg havi.
Tað kenni eg næstan sum mína
skyldu, tí okkum tørvar eina
samanhangandi lýsing av øllum
hasum rokinum, sum var.
– Í løtuni og fram til fram-
førslurnar í august er tað fyrst og
fremst Pipar&Salt, ið stendur á
skránni, sigur Sjúrður Skaale.
Atfinningarsamur embætismaður
og skemtari í konufólkaklæðum
– Tú kanst halda tað vera syndarligt, ella venda tí til skemt, tá nógv álvarsmál
ikki verða tikin upp á tungu í tinginum, meðan einkisigandi mál fáa stóra
viðgerð, sigur Sjúrður Skaale, stjórnmálafrøðingur og sjónleikari, sum í løtuni
fyrireikar seg til nýggja Salt&Pipar framførslu
– Flestu fólk hava eitt ítriv. Eg spæli sjónleik,
onnur spæla golf. Tað er eitt og tað sama, sigur
Sjúrður Skaale.
”
– Tey dugnaligastu fólkini í Føroyum, fara ikki
inn í politiska arbeiðið. Tað er ov einkisigandi.
Tey bestu eru at finna úti í vinnulívinum.
”
– Tá eg undirhaldi, sigi eg ikki at nakað skal
broytast. Tá er endamálið bert, at tað skal vera
stuttligt, sigur Sjúrður Skaale.
”
– Eg haldi tað er Kierkegaard sum tosar um
hetta at ein skal liva í nú’inum. Tað royni eg at
vera tilvitaður um. Tað er so skjótt at standa
fastur í tí, sum er farið, ella bara liva fyri tað,
sum tú einaferð í framtíðini skalt gera ella
uppliva.
”
– Vit kunnu taka ginusøgumálið
ella rundstykkjamálið sum dømi.
Tað er vanlukkuligt at tingið brúkar
orku upp á slík mál, meðan
álvarsmál fáa lítla og vánaliga
viðgerð. Tú kanst taka tað í álvara,
og tá er tað syrgiligt. Men tú kanst
eisini venda tí við og síggja tað
stuttliga í tí.