leygardagur 11. juni 2005síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 109 - 11. juni 2005
Herfyri kom ein nýggj útgáva av
gomlu týsku týðingini av Lucas
Debesar bók um Føroyar. Tað er
Norbert B. Vogt, limur í blað-
stjórnini hjá týska blaðnum
Tjaldur, sum hevur greitt ný-
útgávuna til prentingar. Tjaldur
er blaðið hjá týska/føroyska
vinafelagnum við sama navni, og
er tað eisini einasta útlendska
blað av hesum slag, sum viðger
føroysk viðurskifti.
Lucas Debesar bók um Før-
oyar kom út fyrstu ferð í 1673,
og er hon seinni umsett til bæði
enskt og týskt. Í bókini lýsir
danski presturin Lucas Jacobsen
Debes føroyska náttúru, søgu,
politikk, pátrúgv, fólkið o.a.
Nýútgávan er ein vísundalig
útgáva av fyrru týsku útgávuni
frá 1757, við viðmerkingum og
eftirmæli eftir Norbert B. Vogt.
Lucas Jacobsen Debes,Natürliche und
Politische Historie der Inseln Färöe
(Kopenhagen/Leipzig 1757),Mülheim a.d.
Ruhr,2005
Nýtt frá BFL:
Fantasy á
føroyskum
Kápan á bókini Stravaganza
Grímubýurin eftir Mary Hoff-
mann boðar frá, at hetta er ein
serlig bók. Á kápuni er ein
glitrandi gríma, og undir kápuni
hómast ein sera væl kendur
málningur av gondolum í
Venezia.
Søgan fer fram í javnfjarum
verðum, hetta er vanligt í slíkum
fantasybókum.
Í søguni ferðast Lucien aftur
og fram ímillum sína egnu verð,
sum er í London á okkara
døgum, og Talia, sum er ein verð
í 16. øld. Talia er bæði lík og
ólík tí Italia, sum vit kenna.
Munurin er tann, at Talia gjørdist
ein sjálvstøðug verð eftir bar-
dagan millum Romulus og
Remus. Í Italia vann Romulus
sum kunnugt stríðið og grundaði
Rom, í Talia vann Remus og
grundaði Remora, høvuðsstaðin í
remanska ríkinum.
Grímubýurin er ein tølandi
frásøga um Lucien úr Englandi
og Arionnu úr Talia, um hertoga-
frúuna í Belezza og vin hennara,
tann duldarfulla Rodolfo, sum
verður tann, sum hjálpir Lucien
at taka eina avgerð um at liva
ella at doyggja í Belezza ella í
London.
Hetta er fyribils fyrsta bók í
einari røð av Stravaganzabókum.
Jón Joensen hevur týtt úr
enskum, bókin er 332 blaðs.,
heft við klaffum og kostar 195 kr
í bókabúðum. Hon er hóskandi
at lesa hjá 13 ára gomlum og
eldri.
Skammaradóttirin
gerast til film
Bøkurnar um Skammaradóttrina
eru væl umtóktar. So væl
umtóktar, at tær kappast um
lesararnar á jøvnum føti við
bøkurnar um Harry Potter - í
øllum førum í Danmark. Eisini
filmsframleiðarar úr nógvum
londum - harav fleiri úr
Hollywood - hava kappbjóðað
um at fáa rættindini til at gera
bøkurnar til film. Tá ið avtornaði
vann Nordisk Film, og tað
fegnast høvundurin um.
– Tað er sjálvandi hugaligt, at
so nógv filmsfeløg bjóða seg
fram, men eg eri sera glað fyri,
at tað gjørdist Nordisk Film. Tað
gevur mær høvi at fylgja væl
við, meðan upptøkurnar fara
fram, sigur Lene Kaaberbøl, sum
hevur vunnið fleiri virðislønir
fyri bókarrøðina.
Nær farið verður undir upp-
tøkurnar er enn óvist. Bøkurnar
eru um gentuna Dinu og familju
hennara. Dina hevur arvað
skammaraevnini frá mammu
síni, og av tí standast nógvar
truplar og eisini vandamiklar
støður. Bøkurnar, sum eru væl
egnaðar til tey 10-14 ára gomlu,
eru komnar út á nógvum málum,
eisini á føroyskum, Dóttir
Skammarans og Skammarateknið
og í hesum døgum kemur triðja
bókin í røðini Ormsins gáva.
Seinni í ár kemur fjórða og
síðsta bókin, Skammarakríggið.
Tað er Karl N. Hansen, ið nú
týðir bøkurnar, og Bókadeild
Føroya Lærarafelags gevur tær
út.
tk
Tað ljóðaði lovandi, tá
fýra av okkara yngru
høvundum lósu upp úr
komandi útgávum á
Mentanarnáttini seinasta
fríggjadag
Stillføri og marrudreymar
Sigrið Gaini hevið valt at lesa
styttri yrkingar úr sínum trimum
yrkingasøvnum Soflúgv, Orð og
andlit og 2002 nætur. Fyrsta
savnið hjá Sigrið kom út í 1997,
og í fjør gjørdi hon rættiliga vart
við seg, tá hon vann M.A. Jacob-
sens virðisløn fyri fagrar bók-
mentir fyri savnið 2002 nætur. Í
grundgevingini vísti nevndin á
kensluliga huglagið í yrking-
unum hjá Sigrið, har stillføri við
kílum av harðligum myndum
skapa eina heilt serliga rødd í
føroyskum skaldskapi.
Hóast unga aldurin, er Marjun
Kjelnæs ein royndur høvundur
eftirhondini. Hon hevur vunnið
fleiri stuttsøgukappingar, og
lesarar tóku væl ímóti hennara
fyrstu og higatil einastu útgávu
Ein farri av kolvetni, sum kom út
síðsta ár. Á Mentanarnáttini
hevði Marjun tó valt at lesa brot
úr eini stuttsøgu, hon enn ikki er
heilt liðug við. Í søguni vaknar
Timotus Thomsen úr einum
marrudreymi um abba sín, sum
samlar skotvápn. Hesir báðir
hava eitt heilt serligt samband
við hvønnannan, sum ikki bara
er hugnaligt. Hvussu søgan
endar, máttu árhoyrarnir fyribils
gita seg til. Men eftir tí, vit
hoyrdu, er Marjun Kjelnæs í
ferð við at troyta nýggjar
møguleikar í síni skriving.
Messias og flugan
Petur Elias Askham er á veg við
síni fyrstu skaldsøgu, sum ætl-
andi kemur út í heyst. Skald-
søgan hevur fingið heitið
Messias II og snýr seg um Adam,
sum líður av stórlæti og einum
messiaskompleksi, sum Petur tók
til. Og brotið, hann hevði valt at
lesa, avdúkaði, at Adam dámar
væl at brúka stór orð. Í sam-
røðuni millum hann og gamla
Gabriel fuku banniorðini um
oyruni á áhoyrarnum á ein hátt,
vit ikki eru serliga von við á
føroyskum, men sum uttan iva
hóska høvuðspersóninum væl.
Seinasti høvundurin, sum las
upp, var eisini tann einasti, sum
ikki hevur givið nakað út enn.
Men forsmakkurin, áhoyrarnir
fingu hendan dagin, var lovandi -
ikki minst tá Bárður Persson las
yrkingina "Maðurin og flugan",
ein fyndug lýsing av einsamalla
manninum, sum tekur eina flugu
á eini café við sær til hús fyri at -
ja, møguliga fyri ikki at kenna
seg so einsamallan.
Við einum smíli takkaði
Bárður Persson fyri at verða
umtalaður sum høvundur, og
vónaði, at hann hevði uppiborið
heiðurin. Tað fáa lesarar høvi at
meta um seinni í ár, tá Bárður
væntar at geva sítt fyrsta savn av
prosakendum yrkingum út.
Ungir høvundar hittust
Nýútgáva:
Lucas Debes á týskum
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
e-postur: anna@sosialurin.fo
Seinni í ár fer sjónleikarin Bárður Persson væntandi at royna seg sum
rithøvund fyri fyrstu ferð
Bøkurnar um
Skammaragentuna
hava gjørt
høvundan Lene
Kaaberbøl
heimskenda