leygardagur 11. juni 2005síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 11. juni 2005
43
TINGHELLUANALYSAN
Gisela Eliasen stud.scient.mol-bio
Bogi Eliasen cand.scient.pol
Fyri tveimum vikum síðan
høvdu vit grein á Ting-
helluni, sum greiddi nakað
frá um hvat gransking í
ílegum er. Hesa ferð verður
nortið við royndir og
myndlar í biotøkni
Gransking í ílegum er
hátøkni og hevur hon
stóra ávirkan á gransk-
ingina, hvørjar royndir
verða gjørdar og hvørjir
myndlar verða brúktir.
Í okkara parti av heiminum er
tað ein strong og long tilgongd at
fáa heilivág góðkendan.
Tað týdningarmiklasta am-
boðið í náttúruvísindarligari
gransking eru royndir (eksperi-
mentir), her hava vit ofta í filmi
sæð granskarar í royndarstovun-
um fáa fantastisk úrslit, ella tá
tað ikki gongur væl, mutantar
ella ræðuligar verur.
Nógv trygdarlið
Soleiðis er veruleikin ikki, sum
oftast í hvussu so er . T.d. í Dan-
mark eru nógv trygdarlið, sum
gera at alt ikki er loyvt. Men
hvussu nógv kunnu vit trúgva
granskingarúrslitunum, og eru
øll kanningarúrslit 100% røtt?
Vit kunnu taka eitt dømi, vit øll
kunnu meta um; mjólkarsýra. Vit
hava lært, at tá ein er móður, er
tað orsakað av mjólkarsýru í
vøddunum. Hetta hevur verið ein
staðfesting síðan 1907, tá
Fletcher og Hopkins komu fram
til hesa niðurstøðu. Men nýggj
gransking, enntá donsk (Ole B.
Nielsen et al 2001), vísir, at
soleiðis er tað ikki. Mjólkarsýran
er als ikki banditturin, men hon
verjir í veruleikanum ímóti møði.
Her verður ikki farið longur inn í
hetta dømi, men hetta er bert
tikið fram fyri at vísa, at ein
niðurstøða av eini roynd ikki
neyðturviliga er ævigi sann-
leikin, og við nýggjari tøkni er
møguligt at betra um ella kanska
at fáa heilt onnur úrslit.
Myndlar
Fyrr var náttúrvísandalig
gransking bygd á royndir, í dag
verður stórur dentur lagdur í at
byggja granskingarmyndlar, sum
í størri og størri mun kunnu
roynast í teldum, áðrenn roynd-
irnar verða gjørdar á fólk og/ella
djór. Hetta er ein náttúrlig menn-
ing, tí viðurskiftini at fáa
góðkent heiligvág eru long,
strong og kostnaðarmikil.
Kostnaðarmikið
T.d. metir Birgit Shciøtt í grein í
Aktuel Naturvidenskab ( juni
2003) at tað tekur millum 10 og
15 ár frá hugskotið til ein heili-
vág er komið, til tað stendur til
keyps á apotekum. Mett verður
at tað kostar millum 800 og 900
milliónir dollarar at menna ein
nýggjan heilivág og at 5000
heiligvágsløg verða roynd, fyri
hvønn heiligvág sum kemur á
marknaðin. Hetta er bert fyri at
vísa, hvussu lang og kostnaðar-
mikil tilgongdin í hesum ídnaði
er, og hví vinnufeløgini leggja so
stóran dent á patent og at hví
heiligvágur er so dýrur.
Myndlarnir sum í stóran mun
verða brúktir í dag, verða bygdir
á fyrrverðandi royndir og brúktir
til at meta um, hvar møguleikin
er størstur fyri góðum úrslitum,
og er sostatt ein giting sum
stendur, inntil hon er avsannað
av royndum. Vansin við hesum
er, at um t.d feilur er í frymlin-
um í myndlinum, kann tað hava
avgerðandi ávirkan og úrslit, og
tí geva okkum skeiva vitan. Tí er
altíð neyðugt at eftirmeta
niðurstøður, fyri at royna at hava
best møguligu úrslitini. T.d. at
óheftir granskarar gera somu
royndur, fyri at vita um teir
koma til somu niðurstøður.
Hvat eru vit bangin fyri?
Júst við nýggjari tøkni sum
biotøkni, gjørdist tað møguligt
betri at skilja t.d. ílegur og
íleguviðgerð.
Sum Claus Emmete skrivaði
2003 "Av náttúrligum ávum er
tað ein tendensur til at gransking
og menning leggur seg eftir
teknikkum, sum kunnu verða til
gagns fyri fólkið"
Men hví eru vit so ivingarsom
og skeptisk tá talan er um
biotøkni? Eru t.d. penicilin og p-
bollin ikki eisini eitt úrslit av
biotøkni? Jú hetta er so, men
grundarlagið til ivan eru helst
bæði grunnleggjandi etiskir
spurningar, sum tað verður sera
torført at finna semju um. Hetta
er bæði tí at talan gerst um ein
vavstur av átrúnaðarligum,
heimspekiligum og vísindaligum
ásjónum sum ikki kunnu semj-
ast, tí útgangsstøðið er grund-
leggjandi hvørt sítt. Afturat tí er
tað sera tilvildarligt, hvønn etik
vit hava. Átrúnaðarliga ávirkanin
kann t.d. verða av hvar vit eru
fødd og hvør átrúnaður var har
og støðuna hjá familjuni. Persón-
liga heimspekiliga ásjónin nógv
av hvønn vit koma í samband við
ígjøgnum lívið, hvussu viður-
skiftini eru har vit búgva og t.d.
hvørjar lærarar vit hava havt í
fólkaskúlanum. Náttúrvísindin er
helst mest merkt av hvat ber til,
og hví tað skal gerast.
Finst rætti etikkurin?
Arbeitt hevur verið í heimspekini
í nógv ár við at finna ein heims-
etik, og her hevur eisini verið
lagt nógv fyri í biotøkni. Men
enn er eingin komin á mál, og
nógv ivast í um tað ber til.
Nakrir spurningar, sum gerast
átroðkandi við teim intrivum,
sum gerast møgulig við biotøkni
eru t.d nær er lív, skal fosturtøka
verða lóglig, nær er ófødda
barnið so brekað, at tað almenna
mælir til fosturtøku, skal atlit
fyrst og fremst takast til ein-
staklingin ella heildina. Í summ-
um førum er einki einfalt svar,
og neyðugt er at ofra fyri at
vinna. T.d. ílegugransking í
embryonum (fostrum). Her
verður brotið inn á einstaklinga-
rættindini, men forsprákarar
tvíðhalda at hetta er neyðugt fyri
at menna viðgerðarhættir, ið
kunnu betra um tørførar sjúkur
so sum cystiska fibrosu og
parkinson. Fyri at góðtaka hetta,
er tó neyðugt at hava sum út-
gangsstøði, at lívið byrjar seinni
enn fyrsta partin av fosturmenn-
ingartíðini. Her er neyðugt at
minnast til, at vísindin, í hesum
føri biotøknin, er ein háttur at
menna t.d. viðgerðarhættir fyri at
betra um heilsustøðuna.
Biotøkniligi leikluturin
Leikluturin hjá biotøknini er í
hesum føri at vísa á hvat ber til,
hví og hvussu og hvørjar
avleiðingar tað hevur. Biotøknin
skal ikki meta um, hvat vit eiga
at gera. Tað eru etiskar metingar,
sum í okkara parti av heiminum
verða tiknir av politikkarum í
politiskum avgerðum, bygdar á
samfelagstørvin og um raðfest-
ingar og á metingar frá ser-
kunnleika. Politikarar mugu í
hesum føri meta um, hvørjar
fyritreytir vinnufeløg í biotøknini
hava tørv á, hvat skal til fyri at
fáa granskarar at búleikast í
Føroyum og hvussu leisturin skal
tillagast, fyri at t.d. at heilsverkið
fær sum mest burturúr. Men
samstundis soleiðis, at borgarin
ikki kemur í vanda. Her eru krøv
til royndir avgerandi, og var hetta
eisini ein stórur partur av inni-
haldinunum í ílegulógini.
Trupulleikin enn er tó, at vit vita
so lítið um hvat gransking í
ílegum førir við sær, og tí er
hetta eitt øki sum vit framhald-
andi mugu taka støðu til. Vit
hava enn ikki holla vitan um,
hvat DNA ger við okkum,
hvussu nógv vit kunnu broyta
DNA og hvat annað hevur
ávirkan, um vit skulu betra um
heilsustøður umvegis DNA. Tí
vita vit ikki, um DNA er sann-
leikin og hvørja ávirkan
tilætlaðar DNA broytingar hava.
Hetta er eisini partvíst trupult, tí
granskingin byggir á myndlar,
sum kunnu hava skeivleikar. Vit
kunnu ikki í biotøkni roknað við,
at vit fáa trupulleikaleysa
gransking. Tað koma trupulleikar
sum við øllum øðrum, og vit
mugu vera á varhaldi, soleiðis at
trupulleikarnir gerast minst
møguligir.
Breið vísund
Samstundis skal havast í huga, at
nógvar vísindagreinar eru
umráðandi fyri ílegugransking.
Bert fyri at nevna nakrar, so eru
evnafrøði, alisfrøði, læknavísund,
hagtalsfrøðið, støddfrøði,
teldufrøði og molekylera lív-
frøðin, sum eru umráðandi partar
í dynamiskari ílegugransking. At
so eingin játtan er at fylgja upp
granskingmøguleikunum í
ílegugransking, at telduútbúgv-
ingar ikki verða raðfestar
frammarlaga, er sera undrunnar-
vert í tí høpi, at semja er um at
Føroyar skulu mennast á hesum
øki. Lógin er komin, men einki
annað!
Í komandi grein fara vit at
viðgera biotøkniligu møgul-
eikarnar og teir fyrimunir og
vansar, sum siðsemiliga standast
av hesum.
Biotøknilig gransking,
royndir og myndlar