leygardagur 11. juni 2005síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 109 - 11. juni 2005
TINGHELLUKLUMMAN
Thomas Arabo
Innlendis flutningur.
Vit kenna trupulleikan alt for
væl. Útjaðarar eru økir, ið
liggja relativt langt frá
miðstaðarøkjum, har nógvar
tænastur og nógv fólk finnast.
Útjaðarin hevur oftast lítla
búseting, og tí er regluligur
ferðafólkaflutningur fíggjarliga
tungur at reka. Tað er ikki av
ongum, at stórt sæð allur
ferðafólkaflutningur hjá okkum
er beinleiðis ella óbeinleiðis
rikin av tí almenna. Soleiðis
hevur tað verið nú í næstan 30
ár sjóvegis og umleið 20 ár land
og loftvegis.
Uttanlanda samband.
Flutningsuppgávan er í stóran
mun at finna eina balansu ímill-
um títtleika – frekvens-,
komfort og prís.
Sæð í Europeiskum høpi, so
er Føroyar eitt útjaðaraøki við
øllum teimum trupulleikum,
hetta inniber. Frá gamlari tíð
kann man siga, at ferðafólka-
flutningurin var væl røktur. Vit
høvdu Bergen Line, Eimskipa-
felag Ìslands, Ríkisskip, DFDS
og Skipafelagið. So kom kapp-
ing við flogferðsluna, og í 1970,
hugsi eg, at øll skipafeløgini
vóru givin við verulkigari
ferðafólkasigling millum lond. Í
1975 kom Smyril so inn við
summarsigling, og í 1983
Norrøna. Smyril hevði so
vetrarsigling til Skotlands nøkur
ár í 90unum.
Flogferðslan.
Flogferðslan sum ferðafólka-
amboð hevur haft eina tunga
byrjan. Og tað er ikki ov nógv
sagt, at her kom ikki ein nýtulig
tænasta á økinum, fyrr enn
Atlantsflog kom uppí leikin.
Nakað av frágreiðingini er nokk
eisini, at teknikkurin rundan um
flogvøllin eisini batnaði. Ta
tíðina, ið danir vóru einsamallir
á rutuni, var ikki gott. Áðrenn
teir fingu Boeing flogførini, var
hvørki frekvensur ella kom-
fortur góður. Hetta batnaði alt,
tá ið føroyska flogfelagið kom.
Atlantsflog
At fáa felagið sett á stovn
tyktist bæði at vera dýrt og
trupult, men aftan á eitt bakkast
fyrst í 90unum, har felagið í
veruleikanum bleiv reorgani-
serað fíggjarliga, fór at ganga
framá, og tað hevur tað so gjørt
til hendan dag.
Nú fortjenar felagið pengar
eisini á útlendskum marknað-
um, men sjálvandi er hetta eis-
ini grundað á ein góðan heima-
marknað. Við øðrum orðum ein
ynskistøða hjá einum virki, ið
byrjar útflutningsvinnu.
Vandi er tó í hvørjari
vælferð
Nú felagið gevur yvirskot, so
eru røddir beinanvegin frammi
um, at tað skal seljast. Tað má
ikki henda. Tí selja vit lívlinj-
una til útheimin, so eru vit settir
30 ár aftur í tíðina, og koma
einaferð enn at verða settir
uttan fyri ávirkan, og, sum
Finnbogi Ísakson skrivaði sein-
asta leygardag, um kapitalurin
einsamallur kemur at ráða í
verðini, so Gud náði okkum.
Atlantsflog tjenar so mikið í
dag, at teir kunnu saktans bjóða
einum minnilutaparteigara inn
og gjalda vinningsbýti, ella hvat
við at leggja uttanlandaaktivi-
tetirnar i eitt sjálvstøðugt felag?
Verður felagið privatiserað,
og flogvøllurin longdur, so
kunnu vit vænta, at aðrir koma
at millumlanda her og vit verða
ein hjávinna hjá teirra stóru
flogførum, og hálvtannað-
hundrað fólk standa við ongari
vinnu, og føroyingar verða settir
útum alla ávirkan.
Ferðafólkaflutningur til útjaðarar
TÍÐINDASKRIV
Mikudagin 15 juni 2005 verður
P/F Atlantic Petroleum skrásett á
Íslendska virðisbrævamarkn-
aðinum (ICEX) og harvið á
Virðisbrævamarknaði Føroya
(VMF) Atlantic Petroleum
verður fyrsta føroyska parta-
felagið sum verður skrásett á
einum virðisbrævamarknaði.
Mikudagin 15. Juni 2005 fara
umboð fyri P/F Atlantic Petrole-
um og Íslendska Virðisbræva-
marknaðin ICEX at undirskriva
sáttmála um, at partabrøvini í
Atlantic Petroleum kunnu keyp-
ast og seljast á virðisbræva-
marknaðinum.
Hetta merkir, at teir umleið
3000 føroysku og útlendsku
partabrævaeigarnir í Atlantic
Petroleum nú smidligari kunnu
keypa og selja síni partabrøv í
felagnum, og ikki minst síggja
hvat virði tey hava.
Slóðbrótandi felag
Atlantic Petroleum er slóðbrót-
andi, nú tað verður skrásett á
ICEX. Felagið er nevniliga fyrsta
føroyska partafelagið, sum
verður skrásett á einum keyps-
skála, og fyrsta oljufelagið í
kongaríkinum sum verður skrá-
sett. Wilhelm Petersen, stjóri í
felagnum, sigur "Hetta er ein
verkætlan vit nú hava arbeitt við
leingi. Nú komið er undir land,
verður meiri orka løgd í at náa
øðrum settum málum, og verður
skrásetingin eitt nýtt amboð ið
skal nýtast í hesum sambandi.
Skrásetingin fer m.a. at gera tað
smidligari at økja um virksemi
felagsins við tað, at atgongd til
váðafúsan kapital gerst lættari."
Atlantic Petroleum er
samstundis fyrsta ikki-íslendska
felagið, sum verður skrásett á
ICEX, so eisini í hesum
sambandi slóðar Atlantic
Petroleum fyri.
Hví skrásetast á einum
virðisbrævamarknaði
Ætlanin var frá byrjan, at
felagið einaferð í framtíðini
skuldi skrásetast á einum
virðisbrævamarknaði. Eftir at
samstarvsavtalan millum VMF
og ICEX varð undirskrivað,
metti leiðslan í Atlantic
Petroleum, at tíðin var búgvin at
skráseta Atlantic Petroleum á
marknaðinum.
Felagið sær fleiri fyrimunir við
at vera skrásett á einum
virðisbrævamarknaði. Atlantic
Petroleum luttekur í dag í fleiri
leiti- og útbyggingar loyvum í
føroyskum og bretskum øki, og
stórar ætlanir liggja fyri
framman. Hetta krevur kapital,
og møguleikin at fáa til vega
váðafúsan kapital umvegis ein
virðisbrævamarknað er munandi
betur, samanborið við eitt ikki
skrásett felag. Orsøkin er, at
karmarnir á einum virðisbræva-
marknaði eru fastir og væl
skipaðir, og virkar marknaðurin
sum ein sýnisgluggi fyri eitt
felag sum Atlantic Petroleum.
Harafturat verður felagið eisini
sjónligari fyri áhugaðar íleggj-
arar.
Økt krøv til felagið
um kunning
Nógv orka hevur verið løgd í at
gera Atlantic Petroleum búgvið
at verða skrásett á marknaðinum.
Sera strong krøv verða sett til tað
kunning, ið verður latin frá ein-
um skrásettum felagi.
Í høvuðsheitum snúgva kunn-
ingarkrøvini seg um, at allir
íleggjarar skula hava eins treytir,
og at tað skal vera fult gjøgnum-
skygni á marknaðinum. Hesi
krøv skulu virka til frama fyri, at
allir íleggjarar kunnu kenna seg
tryggar við at gera íløgur í
Atlantic Petroleum.
At allir íleggjarar skulu hava
eins treytir merkir, at týðandi
vitan um felagið skal fráboðast
øllum íleggjarum samstundis, og
at persónar sum hava meira vitan
um felagið (innanvitan) ikki
mugu misnýta hesa innanvitan.
Hetta krav, umframt onnur, hevur
Atlantic Petroleum tikið til sín,
og stórur dentur verður lagdur á
at fylgja hesum. Tískil verða
allar fráboðanir frá felagnum í
framtíðini fyrst sendar til virðis-
brævamarknaðin, sum síðani
kunngerð hesar, umvegis teirra
kunngerðarskipan. Hetta verður
gjørt áðrenn onnur fáa vitanina.
Talan kann verða um fráboðanir
um fíggjarligu gongdina hjá
felagnum, ætlanir og vónir um
framtíðina, og annars vitan av
einhvørjum slag, sum kann
roknast við at hava týdning fyri
prísin á partabrøvunum.
Omanfyri nevnda merkir
eisini, at áherðsla er løgd á
tagnarskylduna hjá persónum, ið
eru knýtt at Atlantic Petroleum.
Hvussu kunnu íleggjarar
fylgja við felagum og
partabrøvunum
Allar fráboðanir frá felagnum
verða kunngjørdar á heimasíðuni
hjá ICEX (www.icex.is) umframt
á føroysku heimasíðuni hjá
Virðisbrævamarknaði Føroya
(www.vmf.fo) eins og tað leyp-
andi er møguligt at fylgja við
prísgongdini á partabrøvunum.
Møguleiki er eisini at kunna
seg um felagið á heimasíðuni
www.petroleum.fo har øll
tíðindaskriv frá felagnum v.m.
verða almannakunngjørd eftir at
ICEX hevur kunngjørt tey. Eisini
kanst tú fylgja prísgongdini á
heimasíðuni.
Í sambandi við, at felagið
verður skrásett, er gjørt eitt
sokallað prospekt sum gjølla
lýsir felagið. Prospektið er tøkt á
heimasíðuni www.petroleum.fo.
leygardagin 11. juni
Keyp og søla av partabrøvum
fer fram við at venda sær til
Kaupthing Virðirbrævameklara-
felag og føroysku peninga-
stovnarnar.
Um Atlantic Petroelum
P/F Atlantic Petroleum hevur
heimstað í Tórshavn. Partapen-
ingurin er í løtuni áleið 74
million krónur. Meginparturin av
teimum 3000 partaeigarunum er
føroyskar fyritøkur og privat-
persónar. Aktiv felagsins høvdu
31. mars 2005 eitt virði uppá
111 milliónir krónur.
Atlantic Petroleum luttekur í
leiti- og útbyggingar loyvum í
Føroyum og Bretlandi.
Atlantic Petroleum verður
skrásett á VMF og ICEX
"…skrásetingin ferð at geva okkum øktar møguleikar at
menna felagið soleiðis, at vit kunna fylgja løgdu ætlan
felagsins um at verða eitt virkið oljufelag sum luttekur í
leiting, útbygging og framleiðslu av olju og gassi geva eitt
gott avkast til íleggjarnar."
Wilhelm Petersen, stjóri