leygardagur 11. juni 2005síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 11. juni 2005
45
Frá Sunda kommunu:
Starvsfólk til nýggja
Dagstovnin á Oyrarbakka
Tað eru 42 børn, 7 pedagogar og 7 hjálparfólk,
sum flyta frá Dagstovninum á Oyri, inn í nýggja
og sera vælútgjørda stovnin á Oyrarbakka í
summar, har pláss er fyri nógv fleiri børnum og
starvsfólkum.
Tí verður søkt eftir pedagogum og hjálparfólkum
til Dagstovnin á Oyrarbakka.
Stovnurin sum er normeraður til 94 børn í aldrin-
um 0-10 ár, er skipaður við 2 vøggustovum,
3 barnagarðsstovum og 1 frítíðarstovu.
Ætlanin er at taka stovnin í nýtslu 8. august, og
størvini verða tí sett 8. august ella eftir nærri
avtalu. Størvini verða sett við einum vikuligum
tímatali millum 20 og 40 tímar.
Hølisviðurskiftini:
Á stovninum eru øll rúmini ljós og rúmlig, har
hvør barnastova er ein sjálvstøðug vælútgjørd
eind við egnari inngongd, eitt stórt felagsrúm,
viðtaluhøli/serstova og ymisk verkstøð.
Økið uttanfyri er stórt við nógvum møguleikum,
og stovnurin liggur sera væl fyri við møguleikum
sum t.d. beint við haga og fjøru, busssambandi ,
fimleikarahøll og svimjihøll.
Vit ynskja
• at tú hevur hug og áræði at skapa ein
fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við
virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
• at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum
samstarvi við starvsfelagaðar, foreldur og
skúlan
• at tú verður við til at mynda og menna okkara
pedagogiska umhvørvið
• at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru
í nærumhvørvinum
Vit kunnu bjóða
eitt áhugavert starv, har tú saman við øðrum
pedagogum og hjálparfólkum fært møguleika
fyri at byggja upp eitt spennandi pedagogiskt
umhvørvi á einum nýggjum stovni.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett 8. august 2005 ella eftir nærri
avtalu. Løn sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag
og
Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita
um størvini við at tosa við Rosu Prestá leiðara,
tlf. 227852, ella Sólrún Dam, varaleiðara,
á tlf. 422552/11
Umsókn
saman við avriti av prógvum og møguligum við-
mælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 24. juni 2005 og sendast til
Dagstovnurin á Oyri
att: nýggi stovnur
Hornavegur 19
450 Oyri
Lærlingur til
Goymsluna
Eitt lærupláss á Goymsluni á Landssjúkrahúsinum
verður við hesum lýst leyst at søkja til setan
1. september 2005.
Lærutíðin er:
• 3 ár við FHS-prógvi
• 2 ár við HH-prógvi
• 2 ár og 18 vikur við studentar-,HF- ella HT-prógvi,
og tá skal lærlingurin eisini hava lokið 4 FHS-
lærugreinir.
Arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til kl. 15.00.
Í lærutíðini fer skúlagongd fram á Mommark
Handelsskole í Danmark. Tað snýr seg um 8 vikur,
vanliga eina til tvær vikur í senn.
Royndartíðin er 3 mánaðir.
Førleikakrøv:
Vit vænta, at
• tú ert fyrikomandi
• tú dugir væl at tosa við fólk
• tú hevur góð samstarvsevni og áræði
Fyrimunur er, um tú hevur teldukunnleika og
koyrikort.
Neyðugt er, at tú hevur FHS, HH, HF ella
studentarprógv.
Vit bjóða tær eitt spennandi lærupláss við fjøl-
broyttum avbjóðingum, har tú dagliga hevur
samskifti við nógv fólk.
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Guðrið
Ellefsen, deildarleiðara, telefon 304500, lokal 1163.
Umsóknarfreistin er týsdagin 28. juni 2005
kl. 12.00.
Skrivlig umsókn, merkt »umsókn um lærupláss«
við avriti av prógvum og viðmælum e.l.skal sendast
til
Landssjúkrahúsið
Lønar- og starvsfólkadeildin
FO-100 Tórshavn
Goymslan á Landssjúkrahúsinum tekur sær av goymslustýring,
innkeypi, sølu og útkoyring av vørum til røktina vegna alt tað
føroyska sjúkrahúsverkið. Harumframt hevur goymslan útlán av
hjálpartólum um hendi.
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk«
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn

Lesið
- so eru tit við