leygardagur 11. juni 2005síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 109 - 11. juni 2005
Vísandi til ásetingarnar í grein 34 í partafelagslógini boðar P/F Smyril Line (reg. nr.
544) við hesum frá at tekningarlistar liggja frammi á skrivstovu felagsins J.
Broncksgøta 37, 100 Tórshavn í sambandi við at felagið á aðalfundi tann 9. juni
2005 tók hesa avgerð um hækkan av partapeningi felagsins:
1. Partapeningur felagsins verður hækkaður við upphædd í minsta lagi stórari danskar
krónir 2,7 milliónir og í mesta lagi upphædd stórari danskar krónir 120 milliónir í
nominellum virði, hetta við tekning av nýggjum partapeningi.
2. Nýggi partapeningurin fær somu rættindi í felagnum sum verandi partapeningur. Einki
uppbýti av partapeninginum í klassar verður.
3. Hvat viðvíkur upphæddini teknast skal í nýggjum partapeningi, so kann tekning fara
fram soleiðis:
A. Ímóti kontantum gjaldi kann tekning fara fram fyri upp til danskar krónir 57,018
milliónir - sí tó undir pkt. 3 C.
B. Hvat viðvíkur upphædd upp til og við danskar krónir 62,982 milliónir, so kann
tekning fara fram við mótrokning í skuld (skuldaumskipan) heilt ella lutvíst sum felagið
í løtuni hevur til hesar ognarar (uppgjørt við støði í kursinum kr. 7,44 pr. EURO og kr.
10,83 pr. GBP og við rentutilskriving pr. 9. juni 2005) og kunnu nevndu ognarar soleiðis
(við skuldaumskipan) tekna partapening við upp til teirri upphædd nevnd er yvirav
navni teirra (avrundað):
Framtaksgrunnur Føroya,Tórshavn
kr. 32.999.000
TF Holding P/F,Tórshavn
kr. 19.179.000
Austfar ehf, Seyðisfjørður
kr. 8.056.000
Shetland Development Trust, Lerwich
kr. 2.748.000
íalt
kr. 62.982.000
Skuldin til Shetland Development Trust er íkomin sambært lániskjali dagfest tann 19.og
21. februar 2005, fyri gjaldførisláni á GBP 250.000.
Skuldin til Framtaksgrunn Føroya,TF Holding P/F og Austfar stavar frá hesum:
a) lániskjali dagfest tann 5.april 2005 fyri lán á EURO 3.500.000 frá nevndu kravánarum.
b) lániskjali dagfest tann 28. apríl 2005 fyri lán á kr. 20,0 mió. frá nevndu kravánarum.
c) Deferred Payment Agreement dagfest tann 6. apríl 2003 og við amendment til
lániskjalið frá nevndu kravánarum dagfest tann 28. apríl 2005 er lánið ásett til EUR 1,85
milliónir og umlagt til ábyrgdarlán.
Í tann mun kursumrokning skuldi gjørt tað neyðugt, verða upphæddirnar í hesum pkt.
3 B at regulera samsvarandi, bæði hvat viðvíkur upphæddini boðið verður til tekningar
og tann upphædd teknað máttið verið. Endaliga teknaða upphæddin við
skuldaumskipan verður grundað á tann kurs galdandi er tann dag teknað verður.
C. Í tann mun rættur undir pkt. 3 B til at tekna partapening við skuldaumskipan ikki er
ella bert lutvíst er nýttur tá tekningarfreistin er runnin, verður tann upphædd teknast
kann við kontantgjaldi at hækka við teirri upphædd ikki varð teknað við skulda-
umskipan, soleiðis at samlaða teknaða upphæddin í nýggjum partapeningi ikki kann
fara uppum kr. 120 milliónir.
Hvat viðvíkur tí partapeningi teknaður verður við kontantgjaldi, so hava verandi
partaeigarar fortekningarrætt,tó við teirri avmarking,at eingin kann tekna seg fyri lægri
upphædd í nýggjum partapeningi enn danskar krónir 300.000,00.
Hvat viðvíkur tí partapeningi teknaður verður við skuldaumskipan, so hava verandi
partaeigarar ikki fortekningsrætt.
Teknaður partapeningur er gjaldkomin samstundis sum teknað er.Hvat viðvíkur tekning
av partapeningi við skuldaumskipan, so fer henda umskipan fram samstundis sum
teknað verður.
4. Við yvirtekning ger nevnd felagsins frítt av hvussu tann til tekningar innboðna
upphædd, ið ikki er teknað við støði í fortekningarrætti ella við skuldaumskipan, verður
býtt millum teir teknað hava.
5. Tekning fer fram í tekningartíðarskeiðnum frá týsdag tann 28.juni 2005 til og við fríggja-
dagin tann 30. september 2005 kl. 16.00 (føroyska tíð) og fer tekning fram á tekningar-
listar, ið liggja frammi á skrivstovu felagsins J. Broncksgøta 37, 100 Tórshavn. Fortekn-
ingsrættur skal vera nýttur frá lýsing er farin fram eftir § 34 í partafelagslógini í seinasta
lagi 21 dagar áðrenn tekningarfreistin rennur út til og við 30 september 2005 kl. 16.00
(føroyska tíð). Fortekningarrættur verður eisini nýttur við tekning á tekningarlistar á
skrivstovu felagsins J. Broncksgøta 37, 100 Tórshavn.
6. Partabrøvini skulu ljóða uppá íhendihavara og eru negotiabul.
7. Eingi partabrøv hava framíhjárætt og partaeigararnir hava ikki skyldu at lata partabrøv
síni innloysa.Nýggi partapeningurin fær sín vanliga lutfalsliga forrætt til at tekna nýggj-
an partapening í felagnum í sambandi við kapitalhækkingar í felagnum í framtíðini.
8. Partabrøvini kunnu frítt verða seld uttan loyvi frá nevndini.
9. Partabrøvini eru til støddar kr. 1.000,00 og multipla av hesum.
10. Tekning fer fram til kurs 100 (kurs pari).
11.Nýggju partabrøvini fáa rætt til vinningsbýti í sama roknskaparári sum hækkingin av
partapeninginum er skrásett í Skráseting Føroya. Nýggi partapeningurin fær onnur
rættindi sum partaeigari í felagnum tá skráseting av kapitalhækkingini er farin fram í
Skráseting Føroya.
12.Kostnaður felagsins í sambandi við hesa kapitalhækking fer ikki uppum kr. 250.000,00
og fevnir slíkur kostnaður um lýsingar, skrásetingargjald, advokatkostnað, grann-
skoðarakostnað v.m.
13.Sum liður í kapitalhækkingini verður talið "77.634.000" í § 3 í viðtøkum felagsins broytt
til talið [77.634.000 + ta upphædd endaliga verður teknað í sambandi við hesa viðtiknu
kapitalhækking].
Kursurin er ásettur við støði í tí ótryggleika, ið valdar um felagið og virksemi tess,
serstakliga havandi í huga,at sera trupult er at fáa javnvág í rakstur felagins nú eftir
keypið av nýggju "Norrønu". Felagið hevur soleiðis roknskaparárini 2003 og 2004
havt munandi hall. Felagið er í holt við eina umlegging av rakstri sínum og eru
soleiðis nógv viðurskifti í felagnum, greiða má fáast á. Óvissa valdar eisini um
handilsvirðið á ognum felagsins. Talan er soleiðis ikki um nakran favørkurs, men
marknaðarvirðið. Fortekningarrættur er lutvíst settur til viks, tí felagið metir í
verandi støðu trupult at seta upp ta skjalatilfar neyðugt er, skal partapeningur
verða boðin til tekningar við vanligum fortekningarrætti.
Viðkomandi, ið ynskir at nýta rætt til at tekna partapening, skal í tekningartíðar-
skeiðnum frá týsdegnum 28. juni 2005 til og við 30. september 2005 kl. 16:00 (før-
oyska tíð) venda sær til høvuðsskrivstovu felagsins J.Broncksgøta 37,100 Tórshavn,
har tekningarlistar eru tøkir. Sama er galdandi, um fortekningarrættur ynskist
nýttur, tó so, at her byrjar skeiðið fyri nýtslu av fortekningarrætti tá henda lýsing
stendur í bløðunum, hetta samsvarandi ásetingunum í § 34 í partafelagslógini og
rennur hetta skeið eisini út tann 30 september 2005 kl. 16:00 (føroyska tíð).
Viðtøkur felagsins, tilfar eftir ásetingunum í § 29 stk. 2 í partafelagslógini, herundir
viðtikni roknskapurin til aðalfundin og frágreiðing nevndarinnar og annað tilfar
eftir ásetingunum í § 33 A í partafelagslógini liggja somuleiðis frammi á skrivstovu
felagsins í sambandi við tekningina.
Nevndin
Fráboðan um tekningarlistar liggja frammi
í samband við hækkan av partapeninginum í P/F Smyril Line