leygardagur 11. juni 2005síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 11. juni 2005
53
Næsta stig
Stephanssons Hús
ATLANTIC PETROLEUM VERÐUR SKRÁSETT Á ICEX / VMF
Mikudagin 15. juni 2005 verður Atlantic Petroleum, sum tað fyrsta føroyska partafelagið nakran-
tíð, skrásett á Íslendska Virðisbrævamarknaðinum (ICEX) í samstarvi við Virðisbrævamarknað
Føroya (VMF).
Skráseting góðkend
Nevndin í ICEX hevur tann 9. juni 2005 góðkent, at Atlantic Petroleum verður skrásett á íslendska
virðisbrævamarknaðinum. Prospektið er tøkt á www.petroleum.fo, www.kaupthing.fo,
www.kaupthing.net og www.kbbanki.is, og liggur frammi í KB bankanum hf, Kaupthing Virðisbræva-
meklarafelag Pf. og Atlantic Petroleum Pf.
Fylg við partabrøvunum
Hetta merkir í stuttum, at teir umleið 3000 føroysku og útlendsku partabrævaeigarnir í Atlantic
Petroleum Pf. nú smidligari kunnu keypa og selja partabrøv, og ikki minst síggja hvat virði er á
teimum. Allar fráboðanir verða kunngjørdar á heimasíðunum www.petroleum.fo og www.icex.is. Her
kanst tú fylgja við prísgongdini á partabrøvunum og lesa øll tíðindaskrivini. Keyp og søla av parta-
brøvunum fer fram við at venda sær til Kaupthing Virðisbrævameklarafelag Pf. ella til føroysku
peningastovnanar.
Innbjóðing
Í hesum sambandi verða partaeigarar felagsins og onnur áhugaði
boðin til móttøku í nýggju matstovuni GOURMET - (fyrrverandi
Kvøldlot) mikudagin tann 15. juni frá kl. 15.30 til 17.00.
A t l a n t i c
P e t r o l e u m
GOURMET