Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-11, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juni 2005síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

54 Nr. 109 - 11. juni 2005 EITT LJÓS Á GØTU MÍNI Kom til Jesus "Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu!" (Matt 11,28) Tá ið Jesus í stuttum orðaði gleðiboðskapin, segði hann: Komið til mín við byrðum tínum. Komið til mín! Farið ikki aðrar staðir at leita! Eg havi hjálp at veita, sigur hann, sum eingin annar! Tað er einki gott og gagnligt, eg ikki kann vera fyri tykkum! Jesus bjóðar í hesum orði sínum hvílu, óansæð hvat rámar okkum, og hvussu umstøður okkara annars eru. Hvat er ein byrða? Ein byrða er alt tað, sum tyngir okkum. Øll bera vit byrðar. Eingin undantikin. Og øll bera vit ta tyngstu av øllum byrðum: Syndabyrðuna. Hetta er ikki bara tann tyngsta av øllum byrðum, hon er eisini tann álvarsligasta, tí henda byrða okkara skilur okkum frá Gudi og hvør øðrum! Øll hava vit syndað í tanka, orði og í gerð. Øll hava vit brotið tey 10 boðini sum áminna okkum um at elska Gud og næsta okkara sum okkum sjálv. Men hesa syndabyrðu, kunnu vit seta frá okkum hjá Jesusi. So eru nógvar aðrar byrðar, vit knógva undir: Sjúka til likams og sálar, arbeiðsloysi, trupul uppvøkstur, trupul menniskju og sorg. Men í øllum lívsins viðurskiftum okkara sigur hann: Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu! Eg vil taka hond um tykkum! Eg vil taka mær av tykkum! Hvør er orsøkin fyri hjálp Jesu? Orsøkin er, at allar byrðar okkara hevur hann borið. Ja, hann kennir tyngdina og sviðan av byrðu okkara betri enn vit sjálvi. Tað, sum er tað stóra við Jesusi, er, at hann veruliga og ítøkiliga bar alt okkara á sínum herðum uppá krossin, fyri at vit kunnu koma til hansara at móttaka fyrigeving og hjálp, okkum er tørvur á. »Hann var særdur vára synda vegna«, skrivar Jesaja pro- fetur, »og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót« (53,3-5). Men hvussu seta vit byrðu okkara av hjá Jesusi? Jú, við at leita til hansara í orði hansara og gera tað, hann har biður okkum, og so biðja til hansara og leggja alt okkara í hansara hendur. Lat okkum tosa við hann sum við ein góðan vin um øll viðurskifti. Og lat okkum ikki gevast. Í orðinum og í bønini er Jesus nærverandi við síni náði, tí orðið sigur: »Kasta tína byrði á Harran, og hann skal halda tær uppi!« (Sl 55,23) Og uppaftur: »Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum.« (Matt 7,7). Amen! Bergur Debes Joensen Brúdleyp Leygardagin 18. juni kl. 14.00 giftast í Sandavágs kirkju Sigrid Hammer, Hvalba og Jón Edvard Petersen, Sandavágur. Døgurði verður fyri innbodnum á Hotel Vágum og opið hús verður í heiminum, Sóljuteigur 2 í Sandavági, frá kl. 20.00. Leygardagin 18. juni kl. 14.00 giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík Rúna Feilberg Hansen úr Klaksvík og Dan Lamhauge úr Lamba. Veitsla verður fyri innbodnum kl. 18.30 í Bygdarhúsinum í Leirvík. Leygardagin 18. juni kl. 9.00 giftast í Vesturkirkjuni Anja Gaard Joensen, Tórshavn og Kári Sólstein, Klaksvík. Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl. 11.00. Leygardagin 18. juni kl. 15.00 giftast í Vesturkirkjuni, Guðrið Hansen og Leivur Jarnfoss. Veitsla verður fyri innbodnum í HB- húsinum kl. 19.00. Leygardagin 18. juni kl. 14.00 giftast í Kelduni í Skálafirði, Marita Jacobsen, Skálavík og Jógvan Martin Høj, Strendur. Aftaná vígsluna eru øll vælkomin til drekkamunn í Kelduni. Leygardagin 25. juni kl. 16.00 giftast í Havnar kirkju Katrin á Mýrini og Kári Næss Ramussen, Tórshavn. Veitslan verður í HB- húsinum kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 317022/243532 ella 222369 innan 11. juni. Leygardagin 2. juli kl. 15.00 giftast í Sjóvar kirkju Sunfríð Berg Jacobsen, Skála og Alexandur Johansen, Strendur. Veitslan verður hildin í ítróttarhøllini á Skála kl. 19.30. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða vinarligast biðin um at siga frá á tlf. 441615, 229696 ella 225782 ella skriva til alexand@post.olivant.fo áðrenn 15. juni. Leygardagin 2. juli kl. 16.00 giftast í Porkeris kirkju Jensia Nolsøe úr Trongisvági og Kristian Olsen úr Porkeri. Veitslan verður hildin í Ítróttarhøllini í Trongisvági kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá áðrenn 12. juni á tlf. 313736, 264981 ella 272864. Leygardagin 2. juli giftast í Christianskirkjuni Dania Ragnarsson og Terji Poulsen, bæði úr Klaksvík. Døgurðin veðrur fyri innbodnum. Vælkomst verður í Skálanum kl. 20.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 319125, 455950 ella 275180 áðrenn 18. juni. Leygardagin 2. juli kl. 16.00 giftast í Havnar kirkju Anna Petersen og Christian Danielsen, Tórshavn, (ættað úr Húsavík). Veitslan verður í B36-húsinum kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 312265, 594670 ella 250232 áðrenn 20. juni. Leygardagin 9. juli kl. 14.00 giftast í Ebenezer Astrid Gerhards- dóttir Tróndheim, Klaksvík og Ragnar Mouritsen, Hoyvík. Veitslan verður fyri innbodnum í Róðrarneystinum á Argjum kl. 19.00. Leygardagin 9. juli kl. 15.00 giftast Jens Pauli Hansen og Joan Andreasen í Christianskirkjuni í Klaksvík. Veitslan verður á Hotel Norð á Viðareiði kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 222258, 215297 ella 224473 áðrenn 25. juni. Leygardagin 16. juli kl. 16.00 giftast í Vesturkirkjuni, Hanna Bisp úr Havn og Mikael Johannsson frá Gråsten. Vælkomst verður í Pálsstovu í Havn kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 312335 ella 224220 áðrenn tann 16. juni. Leygardagin 16. juli kl. 12.00 giftast í Nebo á Toftum Bodil Rasmussen, Toftir og Levi á Torkilsheyggi, Nes. Døgurði verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í Leirvík. Vælkomst verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 20. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma í brúdleyp, verða biðin um at siga frá á tlf. 223511, 213512 ella 447111, 447404 innan 7. juli. Leygardagin 23. juli giftast kl. 14.00 í Skála kirkju, Heidi Magnusdóttir Hansen, Hellur og Svenn Harry Johansen, Saltangará. Veitslan verður í Ítróttarhøllini á Skála kl. 18. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, vera biðin um at siga frá á tlf. 258407 ella 222567 innan 2. juli. Silvurbrúdleyp Mánadagin 4. juli hava Edith og Fredag Kambsenni verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík frá kl. 18.00. Tey, ið vilja gleða okkum, verða biðin um at siga frá áðrenn 25. juni á tlf. 455197 ella 451182. 5. juli kunnu hjúnini Joan og Tage Jørgensen, Sørvágur, halda silvurbrúdleyp. Veitslan verður í Sørvágs Bio 9. juli kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða silvurbrúðarparið, verða biðin um at ringja tlf. 266018/332326 ella 333663 áðrenn 1. juli. Til familju, vinir og kenningar! Leygardagin 9. juli kl. 19.00 hava vit eina hugnaløtu í Bygdarhúsinum í Leirvík í samband við silvurbrúdleyp okkara. Tey, ið ynskja at gleðast saman við okkum, verða biðin um at siga frá innan 1. juli á tlf. 457141 ella 0047- 57720633. Anita og Svenning í Liða Gullbrúdleyp 15. juni hava Frank og Petrina Dam, Tórshavn, verið gift í 50 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá gullbrúðarparið eru vælkomin út í Argja Rórðarfelag millum kl. 10.00-13.00. TILTØK Gudstænastur 3. sunnudag e. Trinitatis Havnar kirkja: kl. 11 Jóannis Fonsdal Vesturkirkjan: kl. 11 Sverri Steinhólm. Talvan gongur fyri Føroysku Sjómansmissiónina Sandavágur: kl. 11, David Johannesen Sørvágur: kl. 11, altarg., Inga Poulsen Dam Svínoyar kirkja: kl. 12 Elsa Funding Hvalvík: kl. 12, Mogens Tilsted Christensen Elduvík: kl. 12, altarg., Uni Næs Glyvrar: kl. 11, Martin R. Jacobsen Funningur: kl. 11, messa, Gjógv: kl. 12.30 messa, Emil Olsen Eiði: kl. 18 Barnagudstænasta (børn syngja) Emil Olsen Dalur: kl. 12, altarg., Jákup R. Hansen Sumba: kl. 12 Deyvaguds- tænasta og altargongd, Jónsvein Bech Tiltøk við Hans og Inge Berntsen – fríggjakvøldið 10. juni og leygarkvøldið 11. juni kl. 20 í Skúlahøllini í Trongisvági. Øll eru vælkomin. Fríkirkjan Oasan Kirkjustræti 4 Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti v/ Jóhan P. Johannesen. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- møti. Verið hjartaliga vælkomin. Samkoman v/ Marknagil Skúlaheimið, Marknagilsv. 75 Sunnumorgun kl. 10.30 Møti, breyðbróting. Barnaansing verður eisini. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- og uppbyggingarmøti. Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Mor- gunmøti og samstundis barna- ansing, kl. 11.30 Samvera við drekkamunni, kl. 12 Sunnu- dagsskúli og kl. 12 verður eisini møti, har Hans Arni Jensen, trúboðari úr Leirvík talar. www.hebron.fo Lívdin í Hoyvíkar skúla Leygarkvøldið kl. 20.30 Ung- dómsmøti. Sunnumorgunin kl. 10.30 á Familjumøtinum talar Símun Absalonsen um evnið: »Trúboðarin Jóhannes, Markus« Kl. 11.30 Samvera við drekka. Á tilbiðjanarmøt- inum kl. 12 talar Jens Wang um evnið: »Halgan í hjúna- bandinum II«. Barnaansing er undir møtinum. Sunnudagsskúlin er kl. 12. Týskvøldið kl. 20 Bønarmøti. www.livdin.fo Aglow, Tórshavn Fundur verður á Parnassinum á Hotel Hafnia leygarkvøldið 11. juni kl. 19.30, allar kvinn- ur og menn eru vælkomin. Anna av Rana og Lea Poulsen luttaka við vitnisburði. Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Messa í Kerit. Leygardag kl. 11.30 Messa í Kerit. Sunnudag kl. 11 Hámessa v/ Fabrizzio Milazzo, prestur í Mariukirkjuni. www.katolsk.fo Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17 Landsbøn. Í morgin kl. 11 Morgunmøti v/ Alex O’ Campo (innsavnan til missión), kl. 11.50 Sunnu- dagsskúli, kl. 22 Útimøti á Vaglinum. Mánadagin kl. 20 Bønar- skúlin. Um tær tørvar persónliga samrøðu og/ella forbøn ring 211067. www.filadelfia.fo Missiónshúsið v/ Landavegin Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli á Norðasta Horni, sunnukvøldið kl. 18 Møti í missiónshúsinum v/ Sigurd Sørensen. Meinigheitshúsið Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli – um viðrar fara vit útferð og um so er, verður tað lýst í Útvarpi Føroya sunnu- morgunin. Kl. 18 Møti við teimum ungu, Reimund Langgaard talar, Gratia syngur. Evangeliihúsið, Tróndargøta Sunnudagin kl. 11 Familju- og morgunmøti við sunnu- dagsskúla, kl. 18 Evangel. møti við Annefíu og Henrik Mellemgaard. Týskvøldið kl. 20 Møti við Steve Dulwich. www.gospel.fo KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman við Suna Joensen. Evnið: Ein ferða- frásøgn. Frá Ebenezer Sunnudag kl. 10 Breyð- bróting, kl. 12 Sunnudags- skúli, kl. 18 Evangel. møti. Øll eru vælkomin. www.ebenezer.fo Tórshavnar Hvítu- sunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11.00: Morg- unmøti, kl. 18.00: Evangeliskt møti. Tormund, Herman og Gigga o.o. luttaka. Øll eru vælkomin. Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Sunnudagin kl. 11 Gudstæn- asta, Innsavnan fyri Føroysku Sjómansmissiónini. Kl. 14 Sunnudagsskúli og Juniormøti. Um viðrar verður farið útferð. Kl. 19 Møti v/ Ingu og Signar Dam, Norðasta Horn. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 18 Evangel. møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vestmanna Missiónshús Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti og kl. 21 Ungdómsmøti. Meinigheitshúsið í Sandavági Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti v/ Ung- dómsbólkinum, Jan Johanne- sen talar. Sjá syngja. Aftaná bjoða vit ein drekkamunn. Øll eru hjartaliga vælkomin. Filadelfia, Miðvágur Sunnudagin kl. 11 Familju- og morgunmøti við sunnu- dagsskúla, Signa Joensen talar. Mikukvøldið kl. 20 Undir- vísing og bøn. Missiónshúsið í Sørvági Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti við Sonna og Jóngerð. Kollafjørður Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti við Thorbjørn og Steintór. Heimamissiónin hevur útimøti í Tjørnuvík leygarkvøldið kl. 20. Hvalvíkar missiónshús Sunnudagsskúli verður kl. 14.30. Møti kl. 18 við Mogens Christensen, Jónhilda og Gulak luttaka. Øll eru hjartaliga vælkomin. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 20 Útimøti á Eystanstevnu. Aftaná Awake inni í Kelduni, við Eyðun Jacobsen. Sunnukvøldið kl. 17 Møti við ymiskari luttøku. Sangur við Byrgerð og Sverra Kjærbæk. Barnamøti kl. 17. www.keldan.fo Lívsins Orð, Saltangará Leygardagin kl. 17 Útimøti. Sunnudagin kl. 10.30 Møti. Thabor, Fuglafjørður Leygarkvøldið kl. 21 Ung- dómsmøti. Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu- dagsskúli. Á møtinum sunnu- kvøldið kl. 18 koma ung, sum fara toymisferð í missión í summar í Ísrael og Ukreina, at hava møti. Eisini kemur ein sangbólkur at syngja. Innsavnan til toymisferð. Karmel, Eiði Sunnukvøldið kl. 19 Møti við Jóhan Henriksen. Missiónshúsið í Leirvík Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 19 Møti við Niels J. Nielsen og kl. 21 Ungdómsmøti har ung á Skála framføra sangleik. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kalsoy Sunnudagin kl. 16 Møti í Mikladals kirkju v/ Øssur Kjølbro og øðrum.