Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 118 - 24. juni 2005 Mary heilsaði upp á landsmenn Mary krúnprinsessa heilsaði í Klaksvík upp á fólk úr Austr- alia, sum eru búsit- andi í Føroyum. Kate Sanderson segði seg vóna, at børnini hjá Mary og hinum fólk- unum úr Australia, sum búgva í Føroyum og Danmark, fóru at styrkja sambandið millum londini HOFF-STOFF Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tá ið Mary og Fríðrikur komu í býráðshøllina í Klaksvík beint fyri middag mikudagin, fingu tey høvi at heilsa upp á fólk úr Australia, sum eru búsit- andi í Føroyum. Mary tók sær góðar stundir at tosa við fólkini, spyrja hvaðani tey eru, og hvussu leingi tey høvdu verið í Føroyum. Kate Sandersen, sum er úr Australia, men hevur búð í nógv ár í Føroyum, helt eina stutta røðu fyri krún- prinsaparinum. Hon segði seg vóna, at børnini hjá Mary og hjá øllum hinum fólkunum úr Australia, sum búgva í Føroyum og Dan- mark, fóru at styrkja sam- bandið millum londini. – Vit eru ikki so nógv úr Australia, sum búgva í Føroyum, men vit eru ein lítil koloni, og helst eru tað fleiri føroyingar, sum búgva í Australia, enn fólk úr Australia, sum búgva í Føroyum, segði Kate Sand- erson millum annað í røðuni. Krúnprinsaparið fekk ein hátíðarliga mót- tøku, tá ið tey vitjaðu á Viðareiði fyrra- partin mikudagin. Tey vitjaðu í kirkjuni og í prestagarðinum HOFF-STOFF Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Viðareiði: Børn og vaksin bíðaðu spent í túninum uttan fyri gamla skúlan á Viðareiði fyrrapartin miku- dagin. Unga parið á kongaligu vitjanini í Føryum skuldi koma til bygdina, og tá ið bilafylgið við teimum rull- aði oman móti gamla skúl- anum, vóru smílini stór. Børn og vaksin við smáum fløggum tóku ímóti, og sjálvandi vóru tað eisini blómur til tey kongaligu. Í kirkjuni og á prestagarðinum Mary og Fríðrikur heilsaðu upp á bygdaráðið og teirra makar, og síðani gekk leið- in yvir í kirkjuna, har prest- ur greiddi teimum frá. Síðani leiddi prestur tey kongaligu yvir í presta- garðinum, har tey hugdu seg um, áðrenn tey fingu eitt lætt ábit í gomlu royk- stovuni. Inni í roykstovuni greiddi Elsa Funding frá um, hvussu tey búðu á presta- garðinum í gomlum døg- um, og Fríðrikur vildi eisini vita, um bygdafólk plagdu at savnast í roykstovuni. Elsa Funding greiddi frá, at prestagarðurin í gomlum døgum eisini var ein bóndagarður, og tí var nógv húsfólk har. Jóansøkubál í Funningsfirði Fríggjakvøldið 24. juni verður Jóansøkubál á bryggjuni í Funningsfirðið. Byrjað verður kl 22, har Rodmundur Nielsen, borg- arstjóri, bjóðar vælkomin. Á skránni verður m. a. felagssangur og bryggjudansur. Eisini verður høvið at grilla á staðnum og keypa sær okkurt drekkandi afturvið. Bygdarfólkið í Funningsfirði bjóðar øllum at vera vælkomnum til Jóansøkubálið. Smílini vóru stór á Viðareiði Tey kongaligu koma úr kirkjuni og eru á veg yvir í prestagarðin Mary krúnprinsessa heilsar upp á fólk úr Australia, sum búgva í Føroyum, og teirra familjur Mynd: Jens Kr. Vang Mary heilsar upp á bygdarfólkið á Viðareiði Myndir: Jens Kr. Vang Mary og Fríðrikur undir heiðursportrinum, sum tey á Viðareiði høvdu gjørt teimum