Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 118 - 24. juni 2005 5 Sigldi fullur Týskvøldið var árliga jóansøkubálið í Sandá- gerði, og tá plagar mangan at verða gott lag á fólki. Nýklaktar pisur, havnarfólk og frem- mandir summargestir leita sær í Sandágerð, og ofta liggja bátar og damla út fyri. Týskvøldið var lagið í so gott umborð á onkr- um báti, og løgreglan valdi at kanna manning- ina eitt sindur nærri. Blóðroynd var tikin av manninum, sum førdi bátin, og hann verður nú skuldsettur fyri at sigla fullur. tn Eldur í neysti Mikudagin kom eldur í eitt gamalt neyst í Vest- manna. Vakthavandi á politistøðini í Havn sig- ur, at orsøkin til eldin ivaleyst var tann, at nakrir smádreingir høvdu spælt við eld. Vestmanna Kommuna eigur gamla neystið, sum ætlanin helst var at ríva niður í næstum. Sløkkiliðið í Vest- manna bleiv boðsent, og einar 20 minuttir seinni høvdu teir sløkt eldin. tn Meiri lív í býnum Nú allar pisurnar verða klaktar, fer meiri lív at verða í býnum. Ung- dómurin, ið júst er lið- ugur við sína miðnáms- útbúgving, vil fegin sleppa út at feira hesa hending, og tað fer eis- ini at seta sín serliga dám á býarlívið næstu dagarnar. Vakthavandi á politi- støðini í Havn sigur, at flestøll skeinkistøð í høvuðsstaðnum í hesum sambandi hava fingið undantaksloyvi, so at tey næstu dagarnar kunnu hava longri opið enn vanligt gerandis- dagar. Tí nyttar lítið hjá grannunum hjá mongu skeinkistøðunum at ringja á politistøðina at kæra sína neyð, um lív er í á skeinkistøðunum, hóast farið er um midnáttina. tn Hóast vit oftari og oftari hoyra um skip, sum verða løgd og um virkir, ið siga fólk úr starvi, so vaksa lønar- útgjaldingarnar í Føroyum framvegis. HAGTØL Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hetta vísa nýggjastu lønarhagtølini hjá Hag- stovu Føroya, sum tó eisini vísa, at vøksturin er avmarkaður. Tað almenna veksur mest Hagtølini hjá Hagstovu Føroya vísa eisini, at tað framvegis er innan almenna fyrisiting og tænastu, at vøksturin er størstur. Í mun til sama tíðarskeið í fjør vísa hagtølini fyri fyrstu fimm mánaðirnar í ár, at lønarútgjaldingarnar innan henda bólk í ár vóru 57 milliónir størri, skrivar hagstovan á heimasíðu sínari. Tað eru tó eisini vinnu- bólkar, har lønarútgjalding- arnar minka munandi. Minkingin var størst innan fiski- og alivinnuna, har minkingin í áðurnevnda tíðarskeiðið var 30 milli- ónir krónur. Eisini ber til at staðfesta út frá feskastu hagtølunum, at lønirnar hjá kvinnum framvegis vaksa, meðan lønarútgjaldingarnar til mannfólk standa í stað. Fyrstu fimm mánaðirnar í ár vóru lønarútgjaldingar- nar til kvinnur 907 millión- ir krónur, og tað eru 40 milliónir fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Hinvegin vóru lønarútgjaldingar til menn eina millión minni í ár enn sama tíðarskeið í fjør. Menninir forvinna tó framvegis væl meiri pening enn kvinnurnar. Í mun til tær 907 milliónirnar, ið kvinnurnar hava fingið útgoldið fyrstu fimm mán- aðirnar, hava menninir fingið útgoldið 1.542 milliónir í sama tíðarskeiði. Lønarútgjaldingarnar vaksa framvegis Hagtøl hjá Hagstova Føroya fyri fyrstu fimm mánaðirnar í ár vísa, at lønarútgjaldingarnar í Føroyum framvegis eru vaksandi. Mynd: www.hagstova.fo Nýggj nevnd í KT-felag- num Fríggjadagin í farnu viku hevði KT-felagið aðalfund. Tríggir av nevndarlimunum í gomlu nevndini stillaðu ikki uppaftur. Ein teirra var formaðurin seinastu tvey árini, Ólavur Ellefsen, meðan hinir báðir vóru Høgni Carlsen og Rolf Herup Olsen. Í nýggju nevndina komu Ísak Jacobsen, Michael Thomsen og Eyðun E. Jacobsen. Sum tiltakslimur var Óli á Deild Olsen valdur. Eftir aðalfundin var nevndarfundur á skránni, og tá skipaði nevndin seg við Ísak Jacobsen sum formanni og Michael Thomsen sum næstformanni, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu sínari. tn Meðan lønarútgjaldingarnar innan tað almenna framvegis vaksa, so verður minni goldið út innan fiski- og alivinnuna. savnsmynd