Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 118 - 24. juni 2005 JÓANSØKA Av tí at ongi tiltøk hjá skótaliðnum Borgini vóru hildin flaggdagin, verða ymisk tiltøk á skránni leyg- ardagin 25. juni 2005. Byrjað verður við barnagarðin í Hvalvík kl 16, har gyklarin Rógvi fer at undirhalda børnunum. Síðani verður tombola, lutaseðla- og kaffisøla, seymsláing, káti køkurin og kondi-bingo á skránni. Umleið kl 18 verður fest í árliga jóansøkubáli, Sig- vald Zachariassen sigur nøkur orð, og vit fara at syngja úr »Grønu bók«. Sum vanligt verður høvi eisini til at keypa pylsur at snerkja, meðan vit hugna okkum við bálið, sum verður við Stórá ímillum barnagarðin og skúlan, sigur Skótaliðið Borgin. Jóansøkubál við hugna í Hvalvík Í Føroyum reiðrast bert heilt fáir smyrlar, kanska einans 5 - 10 pør FUGLAR At talan er um so sjáld- saman fugl og at hann reiðrast har óatkomiligt er, ger tað sera trupult at avmynda reiður, ungar og egg. Men her er ein mynd, ið er tikin fyri fáum døgum síðani. Neyðugt var at síga einar 10 metrar niður til eitt holuskapilsi í fjalla- vegginum, fyri at koma til reiðri. Har lógu tveir ungar og tvey egg. Sum tað sæst á myndini, so er reiðrið rættuliga stórt, og fleiri beinagrindir liggja innanvert sjálvt reiðrið. Smyril er ein falkur, og falkar eru nógv ynsk- isverdir at hava í fang- ilsi, tí verður vanliga ikki kunnað um, hvar smyril reiðrast, heldur ikki í hesum føri. Mynd og tekstur: Bergur Mikladal Smyril (Falco columbarius) Um mánaðarskiftið fer Nólsoyar barna- sjónleikaraskúli at luttaka á stórari H.C. Andersen sjónleikara- stevnu í Slagelse SJÓNLEIKUR Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo MáF, Meginfelag áhuga- leikara Føroya, hevur nógv jørn í eldinum. Herfyri frættist, at felagið í næst- um sendir 10 ungir klaks- víkingar á sjónleikara- stevnu í Litava. Og nú er túrurn so komin til børn í Nólsoy. MáF hevur nevni- liga eisini skipað fyri, at ein bólkur av barnasjónleikar- um úr Nólsoy verður við á stóru H.C. Andersen sjón- leikarastevnuni, ið byrjar í Slagelse 27. juni. Átta bólkar verða við, og eru teir úr Danmark, Noregi, Fin- landi, Føroyum, Letlandi, Litava og Kuba. Børnini eru 9-16 ára gomul. Bólkarnir koma við ein- um sjónleiki hvør, ið er inspireraður av ævintýrum H.C. Andersens. Sjónleikin hava allir bólkarnir gjørt í vár, teir hava havt frum- sýningar, og nú eru ungu sjónleikarnir so klárir til stóru stevnuna. Eldsálir Í Nólsoy hava tey spælt sjónleik, síðan Bygdarfe- lagið Royndin stovnað í 1918. Barnasjónleikara- skúlin byrjaði virksemi sítt seinast í 80’unum. Seinastu 5 árini hevur kommunan goldið til skúlan, men nógv av arbeiðinum er sjálv- boðið. Í løtuni ganga 22 børn og ung á skúlanum. Tað eru eldsálirnar í Nólsoy, Gunnvør og Hilmar Joensen, ið fara við Nóls- oyarbørnum til Slagelse, hon sum leikstjóri og hann sum ljós- og ljóðmaður og sum tónleikari. Foreldur hava saman við Gunnvør og Hilmari seymað búnar og gjørt pallmynd. H.C. Andersen sjónleik- arastevnan í Slagelse byrjar alment við einum stórum gøtusjónleiki týsdagin 28. juni, og kl. 14.30 fríggja- dagin 1. juli spæla Nóls- oyarbørn á Slagelse Teaters lille scene. 5 juli verður forvitnislig- ur fyrilestur um stjørnur og gongustjørnur í ment- anarhúsinum Atlantis í Klaksvík. Tað verður stjørnu- frøðingurin Lars Peter- sen, sum fer at halda fyrilesturin við heitinum "Summarstjørnur", ið snýr seg um stjørnur og gongustjørnur, ið van- liga eru at síggja á himmalhválvinum um summarið. Um summarið eru ikki nógvar stjørnur og gongustjørnur at síggja á himmalhválvinum. Tó ber til at síggja einstøk klár himmallikam, og í fyrilestrinum fer Lars at greiða frá, hvussu ein finnur hesi, og ymiskt annað áhugavert um stjørnufrøðina. Eisini verður greitt frá um ta "totalu" sólar- myrkingina, ið verður í 2015, sum einans verður sjónlig í Føroyum og á Svalbard. Fyrilesturin varir um- leið hálvan annan tíma. Aftáná verður orðið frítt, og møguleiki verður at seta stjørnufrøðinginum spurningar. Lars Petersen er út- búgvin stjørnufrøðingur á Aarhus Universitet. Hann hevur arbeitt við fleiri observatiónsverk- ætlanum á teimum Kanarisku Oyggjunum og í Chile. Hann starvast nú sum dagligur leiðari á Orion Planetarium í Suðurjútlandi, og hevur nógvar royndir við frá- læru í stjørnufrøði, sum fyrilestrahaldari, um- framt at hann hevur skrivað nógvar vísinda- ligar blaðgreinir um stjørnufrøði. Meir er at síggja um hesi evni á heimasíðuni hjá Orion Planetariu- minum www.orionplanetarium.dk ave Summarstjørnur í Atlantis Leygardagin 25. juni er sum kunnugt ein stórur dagur í Klaksvík, tí tá verður Norðoyatunnilin skotin ígjøgnum. Í hesum sambandi víðkar Leikalund um virksemi sítt við at lata upp bókakafé í handlinum. Leikalund hevur í longri tíð havt ætlanir um at víðka um virksemið í handlinum. Tískil fara tey nú at selja ymisk sløg av kaffi, te, kakao og okkurt lætt aftur- við, sum kann njótast í hugnaliga umhvørvinum í gamla handlinum úti í Klaksvík. Bókakaféir eru eitt van- ligt fyribrigdi í øðrum londum, og er hetta hugtak nú eisini komið til Klaks- víkar. Nú kunnu fólk koma inn og njóta bøkur og tónleik á ein øðrvísi hátt. Tú kanst geva tær góðar stundir at hyggja eftir bókum, lurta eftir tónleiki, og samstundis njóta ein góðan kaffimunn og fáa eitt gott prát. Bókakaféin er opin somu tíðir, sum handilin er opin, men sum nakað nýtt víðkar Leikalund nú eisini um upplatingartíðirnar: Mán. - mik. sum vanligt 10.00-17.30 Hós.-leyg 10.00-23.00 Sun. 15.00-23.00 ave Nólsoyarbørn á H.C. Ander- sen sjónleikarastevnu Um mánaðarskifti fara hesir ungu leikarnir úr Nólsoyar Barnasjónleikaraskúla at luttkaka á stórari H.C. Andersen sjónleikarastevnu í Slagelse Leikalund – Føroya fyrsta bókakafé