Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 118 - 24. juni 2005 7 - Ein prædikumaður segði einaferð, at hann hevði skift 10.000 prædikur við ein sálm, tí at ein prædika festir seg sjáldan í minnið eins og tónleikur. Orðini eigur Russ Taff, ið fyri aðru ferð verður at hoyra í Før- oyum um vikuskiftið SAMRØÐA Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Í fjør hevði G!festivalurin forkunnuga vitjan av amer- ikanska sangaranum Russ Taff. Stórur fagnaður var millum gospel áhugaðar føroyingar ta ferðina, og vit vænta tað sama hesuferð. Vit hittu Russ Taff hós- morgunin í Loungini á Haf- nia til eina samrøðu um tón- leik, tað andaliga og kristin- dóm. Gudsdyrkan sum lovsongur Russ Taff hevur verið ein partur av bólkinum hjá Bill Gaither í fleiri ár, og haðani munnu fleiri føroyingar kennast við mannin. Har- umframt framførdi hann á Gøtusandi á G!festivalinum síðsta summar. - oh my lord ja, tað er heilt einfalt grundarlagið undir mínum tónleiki, svar- ar Taff, tá vit spyrja hann, hvønn týdning átrúnaður og serliga kristindómur hevur fyri hansara tónleik. - Mítt lív er rørt av eini hægri makt, og trúgvin hevur ávirkað mín hugburð og hjálpt mær almikið í tí dagliga. Tí er tað natúrligt, at hetta gerst miðdepilin í mínum tónleiki. Tónleikur- in snýr seg í høvuðsheitum um Jesus, sigur Russ Taff. Tónleikurin hjá Russ Taff er eitt slag av gudsdyrkan, og tað er ígjøgnum tónleikin at Taff dyrkar tað andaliga. - Ein prædikumaður segði einaferð, at hann hevði skift 10.000 prædikur við ein sálm, tí at ein prædika festir seg sjáldan í minnið eins og tónleikur, sigur Russ Taff. - Tónleikurin er ein so ómetaliga týdningarmikil partur av lovsongi og guds- dyrkan sum heild. Tað er ein undurfullur partur av tí kristna lívinum, er niður- støðan hjá Taff. Sonur ein eldspýtandi prædikumann Russ Taff er uppvaksin í Kalifornia á vesturstrond USA. Sum tanáringur flutti hann til Arkansas og seinni til Nashville, ein snúnings- ásur fyri bæði country og andaligan tónleik. Um sín uppvøkstur og hvaðani tað tónleikaliga genið stavar sigur Taff: - Pápi mín var pastorur í eini hvítusunnusamkomu. Hann var ein eldspýtandi prædikumaður, ið leikaði í sum eitt øtt, tá hann talaði, flennir Taff, tá hann lýsir pápa sín, tann karismatiska prædikumannin. Mamman var hinvegin mildari, og hon legði gos- pel-tónleikin niður í lítla Taff. - Hon lærdi meg at syngja "from here" sigur Taff við djúpari rødd og leggur hond- ina á bringuna og búkin. Bardagi ímóti tí konservativa Nú er tónleikurin hjá Russ Taff rættiliga lívligur, og føroyingar hava møguliga tað orð á sær, at vit eru heldur konservativir, tá tað snýr seg um nýggj rák bæði innan tað verðsliga og tað andaliga lívið. - Eg vil fegin flyta mørk og bróta múrar ígjøgnum mín tónleik. Nógvir ungir tónleikarar takka mær fyri, at vit hava verið ein sokall- aður ísbrótari innan anda- ligan tónleik. - Tað mest umráðandi er at vera natúrligur og ikki bara at passa inn í tað ver- andi uppfatanina av guds- dyrkan. Tað ræður eisini um at spreingja karmarnar. Eg havi ofta havt ósemjur við pastorar, sum ikki dámdu, at vit tóku trummu- sett við inn í samkomurnar. Týskvøldið hevði Jessy Dixon konsert í ítróttar- høllini í Runavík, og Taff kennir væl Dixon. - Eg eri eisini uppvaksin við tí svarta tónleikinum, sum mangan hevur givið mær góðan íblástur til mín tónleik, sigur Taff. Pengarnir fylgja við Tá Russ Taff spældi við bólkinum hjá Bill Gaither, sum Billboard Magazine samanbar hann við The Beatles innan gospel, spældu teir í stórum hallum frammanfyri 8-15.000 áhoyrarum. Harumframt hevur Taff fingið fimm Grammy virðislønir og níggju Dove virðislønir, ið er virðislønin innan gospel- tónleik. - Tað er altíð stuttligt at fáa viðurkenning frá mín- um starvsfeløgum, og tí eri eg sera fegin um tær virðis- lønir, eg havi fingið, sigur Taff. Taff greiðir frá, at hann í byrjanini av síni yrkisleið livdi sera fátæksligt. Men nú er vend komin í, og pengar fylgja sjálvandi við, tá tónleikurin fær eitt størri publikum. Marknaðurin fyri slíkum tónleiki er í veru- leikanum sera stórur yvir í USA, og umsetningurin kann gerast rættiliga stórur. - Eg síggi onga mótsøgn í tí, at eg nú fái góðar pengar fyri mítt lívsverk. Vit hava eina ábyrgd og eina skyldu at deila okkara ríkidømi við onnur, sigur Russ Taff um pengarnar, ið eru ein sjálvsagdur partur av tí at gerast kendur. - Vit stuðla sosialum ar- beiði millum tey veikastu í samfelagnum, og lít á míni orð, tað eru nógv fátæk fólk í USA. Aðru ferð í Føroyum Hetta er aðru ferð, at Taff er í Føroyum, og honum dám- ar væl áhoyrararnar í her. - Fólk liva við í tón- leikinum og hava ein góðan eginleika at vera opin yvir- fyri tí andaliga, sigur Taff um føroyska áhoyraran. - Tað er umráðandi at minnast til, hví eg geri tað, sum eg geri. Eg vil present- era ein kærleiksfullan gud á mínum konsertum, og vón- andi kemur boðskapurin greitt út, sigur Taff. Á konsertunum í Føroy- um hevur Russ Taff ein bólk við sjey føroyskum tónleikarum, og harum- framt fer eitt kór eisini at syngja saman við honum. Eftir konsertirnar um vikuskiftið fer Taff til Noregs at hava tríggjar kon- sertir, áðrenn hann fer at taka sær av løttum saman við sínum tveimum døtrum. Russ Taff verður at hoyra fríggjakvøldið í Kelduni í Skálavík, leygarkvøldið í høllini á Hálsi og sunnu- kvøldið í KÍ-høllini í Klaksvík. Russ Taff: Ein sálmur sum 10.000 prædikur - Tónleikurin er ein so ómetaliga týdningarmikil partur av lovsongi og gudsdyrkan sum heild. Tað er ein undurfullur partur av tí kristna lívinum, er niðurstøðan hjá Taff. Hann fer at spæla tríggjar konsertir um vikuskiftið Myd: Álvur Haraldsen