Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Leygarkvøldið fór seinna undanumfarið til Ársins Songrødd ’05 av bakkastokki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Finalan verður verður 16. juli í Mentanarhúsinum í Fuglafirði PLANET.FO Góð 200 fólk vóru komin saman at lurta eftir teimum, ið nú skuldu kappast um heitið sum »Ársins Song- rødd 2005«, og lagið var gott í Fuglafirði. Sjey luttakarar vóru á skránni, og vóru songrødd- irnar hetta kvøldið á høgum støði. Uppgávan hjá dóm- arunum at finna tríggjar finalistar var trupul. Tá avtornaði gjørdist 19 ára gamla Eydna av Fløtum úr Havn nummar eitt, meðan Jóannes Lamhauge og Hilda Kjølbro gjørdust ávíkavíst nummar tvey og trý. Finalan um heiðurin sum "Ársins Songrødd 2005" verður tann 16. juli, eisini í Mentannarhúsinum í Fuglafirði. Finalistarnir í ár eru sostatt: Hedavík N. Jesper- sen (Argir), Eydna av Fløtum (Tórshavn), Evil Halsdóttir (Søldarfjørður), Hilda Kjølbro (Viðareiði), Nikolina M. Midjord (Fuglafjørður) og Jóannes Lamhauge (Tórshavn). Bárður Áarstein (Can You Feel The Love hjá Elton John): 18 ára gamli hoyvíkingurin fekk truplu uppgávuna at byrja kvøldið. Hann megn- aði tó uppgávuna til fulnar, sjálvt um hann framførdi eitt heldur friðarligt lag. Bárður fekk, allan salin at taka tendrarar í hond og syngja við, men røddini væntaði eitt sindur av venjing. Hann sang reint, nakað av tíðuni, men hevði trupult við at raka teir høgu og djúpu tónarnar. Men tó; alt í alt ein góð framførsla, sum setti lív í fólkið. Hilda Kjølbro (Crazy hjá Patsy Cline): 29 ára gamla Hilda hevði eina super tulkan av einum frálíkum lagi. Væntaði kanska eitt sindur av sjálvs- áliti á pallinum, men lat tó ongan vera í iva um, at her var ein góð "country"-rødd, ið veruliga vildi nakað. Hetta var ein av fyrstu ferðunum hjá Hildu á palli, og tað sást eisini aftur í sjálvari framførsluni. Men tó; hon livdi við í sang- inum, og góðskan á røddini kundi ikki goymast burtur. Tá kvøldið avtornaði, hevði Hilda eisini rokkið pláss- inum í finaluni við at gerast nummar trý í seinna undan- umfarinum. Christina Eriksen (Beatiful hjá Christinu Aguilera): Nummar trý á pallin var unga Christina úr Vest- manna, sum hevði føðing- ardag hetta kvøldið. Hon gjørdist 17 ár, og allur sal- urin byrjaði at syngja "Til- lukku Tillukku", tá Chris- tina kom inn á pallin. Sjálv hevði hon eina orkumikla rødd, sum hon dugdi væl at brúka á sín egna hátt. Christina var kanska í so still á pallinum, og uttan iva komst hetta av nervum. Hon helt seg eisini alt ov nógv at upprunaver- siónini av lagnum - betur hevði verið, um fram- førslan var eitt sindur fríari. Rógvi á Lakjuni (Takk Fyri!): 23 ára gamli fuglfirðing- urin hevði valt at syngja eitt lag, ið pápi hansara, Jógvan á Lakjuni, hevur skrivað. Hetta var eitt friðarligt og andaligt lag, men 23 ára gamli Rógvi fekk veruliga salin í Fuglafirði at kóka. Hann vísti stóra persón- ligheit á pallinum, og hevði eina lekra rødd. Ein super framførsla við góðum sambandi við áhoyrararnar. Eydna av Fløtum (I Have Nothing hjá Whitney Houston): 18 ára gamla havnargentan kom, sá og sigraði. Her var einki at goyma, og tað visti hon eisini. Hon prátaði við áhoyrarnar, áðrenn hon fór undir sjálva framførsluna, og hetta dróg øll fólkini í salinum at pallinum. Eydna hevur eina ótrúliga góða rødd við eini styrki, ið kann blása eitt- hvørt hús umkoll. Sjálvs- álitið var eisini í lagi, og gentan sá út, sum hon ongantíð hevði gjørt annað enn staðið á einum palli. Eydna hevði valt ein tor- føran sang hjá Whitney Houston, men framførslan lat ongan iva vera um, at Eydna megnaði uppgávuna til fulnar. Áskoðararnir fingu gásarhold, tá Eydna við tí ótrúligu røddini dansaði á teim høgu tónun- um - og millum dómararnar var eingin ivi hetta kvøldið: Her var ein vinnari av rætta slagnum! Durita Djurhuus (The Rose hjá Bette Midler): Næstseinast á pallin hetta kvøldið var Durita úr Kollafirði. Hon framførdi eitt friðarligt lag, sum aftur fekk tendrarar úr lummun- um hjá fólki. Hon var tó eitt sindur ov friðarlig á pallin- um, og megnaði tí ongantíð heilt at sláa ígjøgnum við hennara annars góðu rødd. Durita átti at funnið sín egna stíl, heldur enn beinleiðis at leggja seg eftir stílinum í upprunalagnum. Røddin er har, men serliga eyðkenni manglaði líkasum eitt sindur. Jóannes Lamhauge (Your Song hjá Elton John): Seinast á pallin var 19 ára gamli Jóannes úr Havn. Jóannes er kendur sum Jósef úr sangleikinum "Jósef og litfagra Dreyma- kotið", eins væl og hann eisini luttók í "Singer/- Songwriter"-kappingini fyrr í ár. Góða røddin hjá Jóannesi smæðist ikki burtur, og flest øll konufólkini í Fuglafirði mundu gerast bleyt í knøunum av væna unglinganum. Hann dugdi væl at brúka røddina til egnan fyrimun, og sambandið áhoyrarnar var av tí allarbesta. Sjálvs- álitið væntaði heldur ikki, og sjálv framførslan rakk nógv longur enn bara til endaveggin á Mentannar- húsinum í Fuglafirði. Tískil mundi eingin gerast serliga bilsin, tá Jóannes eisini taldist millum tey trý, sum vunnu sær pláss á finaluni tann 16. juli. 8 Nr. 118 - 24. juni 2005 200 syngur um banditt Í samrøðuni við Niels Arge Galan, sangara í 200, og politikaran Jenis av Rana í blaðnum í gjár, vóru nøkur brot burtur úr tekstum hjá 200 endurgivin. Í eina brotinum var eitt skeivt orð komið fyri. Tað var í sanginum MF666, har 200 syngur, at »Jenis sær út sum ein helvitis banditt« – teir syngja ikki »idiot«, sum tað annars stóð í blaðnum. Blðm. Seks skulu syngja seg til ársins songrødd Tey trý sum komu víðari f.v. Hilda Kjølbro, Eydna av Fløtum og Jóannes Lamhauge Eydna av Fløtum sannførdi dómararnar um, at hon var rætti vinnarin av 2. undanumfari til Ársins Songrødd.