fríggjadagur 24. juni 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 24. juni 2005
9
Hví koyrdi løgmaður
ikki landsstýrismann-
in Jógvan við Keldu
frá? Kom tað væl við
hjá Jógvani við Keldu í
øllum meldrinum, at
drotningin vitjar í
Føroyum hesa vikuna?
Og hví er reaktiónin
hjá Jenisi av Rana
áhugaverd í sambandi
við Rapa-hjúnini?
Samfelagsfrøðingurin
Jógvan Mørkøre royn-
ir at knýta endarnar
saman
ANALYSA
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Eingin veljarakanning er
gjørd, síðani Jógvan við
Keldu,
landsstýrismaður
hjá Fólkaflokkinum, í Degi
og Viku fríggjakvøldið
segði tað vera eina størri
andsøgn, at hjúnini Rapa
yvirhøvur vóru sloppin inn
á læraraskúlan.
Jógvan Mørkøre trýr, at
um ein veljarakanning varð
gjørd nú, so hevði Jógvan
við Keldu fingið koyrilin
frá veljaranum.
- Men vit skulu minnast
til, at Jógvan við Keldu
hevur ikki gjørt nakað.
Hatta var eitt úttalilsi. Hann
hevur nokk gjørt mest
skaða upp á seg sjálvan,
sigur
Jógvan
Mørkøre,
samfelagsfrøðingur.
Andstøðan á tingi hevur
róð fram ímóti, at viðmerk-
ingarnar hjá Jógvan við
Keldu áttu at fingið avleið-
ingar beinanvegin. Tað tykj-
ast tær ikki at hava fingið, tí
løgmaður saman við sam-
gongu hava góðtikið umber-
ingina hjá landsstýrismann-
inum. Hví koyrdi løgmaður
ikki
landsstýrismannin
Jógvan við Keldu frá?
- Eg trúgvi, at løgmaður
hevur í huganum tað, sum
hendi við seinastu sam-
gongu. Har máttu fleiri
landsstýrismenn úr sessin-
um, og at enda bleiv illstøð-
an m.a. orsakað av hesum so
mikið stór, at samgongan
slitnaði; løgmaður Anfinnur
Kallsberg segði allar lands-
stýrismenninar hjá Tjóð-
veldisflokkinum úr sessin-
um, og síðani varð løgtings-
val útskrivað. Jóannes Eid-
esgaard veit, at fer hann eftir
landsstýrismanni,
sum
flokkurin stendur saman
um, so kann hann vænta, at
hesin flokkur fer at brúka
eitthvørt høvi at geva aftur
úr somu skuffu, sigur
Jógvan Mørkøre.
Jógvan Mørkøre sigur
við hesum, at um Jógvan
við Keldu varð koyrdur úr
sessinum, so hevði vandi
verið fyri, at fleiri bóltar
fóru á rull av lítlum og ong-
um, og at stevið í samgong-
uni hevði verið hareftir.
Blakið Heindrik prins
úr landinum
Tað kann hugsast at hava
hjálpt upp á politisku støð-
una, at drotningin við húski
er á vitjan í hesum døgum.
Fjølmiðlarnir brúka tað
mesta av síni orku upp á
kongligu
vitjanina,
og
minni pláss verður til
politiskt stríð og kegl.
Jógvan Mørkøre sigur, at
tað er paradoksalt, at
drotningin skuldi koma á
vitjan júst nú.
- Meðan eg var í
lestrarørindum í Danmark
fyrst í 80'unum, tá byrjaði
alt kjakið í Danmark um út-
lendingar av álvara. Eg
minnist serliga eina polit-
iska plakat, har yvirskriftin
var "lat okkum byrja í
erva."
Útlendingarnir
skuldu
blakast
út,
og
byrjast skuldi við Heindriki
hjá drotning Margrethu og
landsliðsvenjaranum Sepp
Piontek,
sigur
Jógvan
Mørkøre. Hetta var sjálv-
andi satira, ið vísti á,
hvussu ójavnt útlendingar
vórðu viðfarnir.
- Men søguliga hevur tað
mangan verið soleiðis, at
monarkar taka fremmand
inn. Tað verður hildið at
vera gott. Tað sama er væl
galdandi fyri onnur og
kanska serliga fyri eitt lítið
samfelag sum Føroyar,
sigur
Jógvan
Mørkøre,
samfelagsfrøðingur.
Inklusivt ella
eksklusivt
Nationalisman kann vera
ein forðing fyri útlendingar,
sum vilja til Føroyar at bú-
seta seg. Seinnu árini er
tjóðskaparlyndið millum
føroyingar vaksið nógv.
Jógvan Mørkøre sigur, at
vit eiga at skyna ímillum
tvey sløg av nationalismu,
nevniliga ta inklusivu nati-
onalismuna einumegin og
ta eksklusivu nationalismu
hinumegin.
- Tann eksklusiva nati-
onalisman hýsir bert teim-
um "røttu" fólkunum. Hetta
er tann skaðiliga national-
isman. Hinvegin er tann
inklusiva
nationalisman
meira víðfevnd, tí hon úti-
lokar ikki fólk, sigur Jógv-
an Mørkøre.
- Eg haldi, at føroyingar
eru eitt sindur óavkláraðir
her. Onkuntíð hevur hug-
burðurin hug til at vera eks-
klusivur, ístaðin fyri at vit
síggja útlendingarnar sum
eitt vælkomið íkast til
samfelagið, ið kann gerast
partur av okkara mentan,
sigur Jógvan Mørkøre.
- Jógvan við Keldu hevur
nevnt, at vit skulu hugsa
okkum um, áðrenn við
opna dyrnar á víðan vegg
fyri útlendingum. Tá hava
ræðumyndirnar við donsku
ótangunum, ið eru eftir-
komarar hjá teimum fyrstu
innflytarunum, verið í hug-
anum. Men hetta er bert eitt
scenario. Hin møguleikin
er at síggja tað positiva
scenario, har útlendingarnir
kunnu vera við at menna
tað føroyska samfelagið, til
dømis sum Rapa-hjúnini í
Vestmanna, ið eitt nú eru
aktiv innan ítróttina, sigur
Jógvan Mørkøre.
- Tað virkar jú eisini um-
vent. Føroyingar ferðast til
onnur lond at útbúgva seg
og arbeiða. Er tað nakað,
sum føroyski búskapurin
hevur notið gott av, so er tað
at vit í ringum tíðum kunnu
leita aðrastaðni eftir arbeiði.
Tað hevur havt ómetaligan
stóran týdning. Vit sóu tað
seinast undir kreppuni, at
t.d.hondverkarar fóru til
Danmarkar og Týsklands,
sigur Jógvan Mørkøre. Vit
hava í fleiri umførum í
meira enn eina øld havt
mong túsund av okkara
lansmonnum búsitandi og
arbeiðandi í fremmandum
londum. Nógv teirra búgva
har enn og hava verið væl
móttikini og væl viðfarin.
Vantandi politikkur á
økinum
At føroyingar eru óavklár-
aðir í spurninginum um
eksklusiva og inklusiva
nationalismu ber boð um,
at føroyskir politikarar og
politiskir flokkar ikki hava
ein vældefineraðan útlend-
ingapolitikk.
- Hjá Fólkaflokkinum er
tað nokk eitt sindur av
einum trupulleika, hvussu
teir stilla seg yvirfyri út-
lendingum. Til næstseinasta
fólkatingsval vóru valevni,
ið beinleiðis ávaraðu ímóti
muslimska vandanum. Tað
var stutt aftaná álopið hjá Al
Qaida á USA.
Tá høvdu
ið hvussu er summir fólka-
floksmenn hug at vera
eksklusivir.
Jógvan
við
Keldu sigur, at vit skulu
hava ein greiðan politikk á
økinum. Tað hevur hann
púra rætt í. Tað er tiltrongt,
at vit fáa ein politikk á
útlendingaøkinum.
Vit
mugu fáa smidligari manna-
gongdir, tí viðferðin av fólk-
unum er vánalig. Viðgerð-
artíðin av umsóknum teirra
tekur alt ov langa tíð og ber
brá av eini grundleggjandi
vantandi virðing. Vit hava
tørv á at fáa ein greiðan
politikk, so vit kunnu fara
betur við hesum fólkunum.
Eg haldi ikki, at flokkarnir
hava formulerað seg nóg
væl enn. Í nógvum førum
eru tað jú fólk, sum er blivin
partur av lokalsamfelagn-
um, lokalar ítróttarhetjur,
sigur Jógvan Mørkøre, sam-
felagsfrøðingur.
- Um vit lata tað koyra
víðari, so góðtaka vit, at
hesi fólkini verða lýdd sum
annaðfloks
fólk,
sigur
Jógvan Mørkøre.
Ávirkan úr Danmark
- Føroyingar sita við einum
ótta, sum er nógv ávirkaður
av einari danskari fjøl-
miðlamynd. Men í Føroy-
um hava vit ikki beinleiðis
nakrar ræðusøgur. Hetta er
ein ótti, sum byggir upp á
eina danska fjølmiðlamynd,
sigur Jógvan Mørkøre.
- Tað er heldur hinvegin í
Føroyum. Her hava vit sól-
skinssøgur, sum til dømis
hana um hjúnini Rapa. Tá
fólk síggja, at hesi eru fyri-
komandi fólk og mynstur-
borgarar, so er tað jú meira
enn nakað annað við til at
drepa tann óttan, sum
føroyingar kanska hava fyri
útlendingum. Rapa-hjúnini
og onnur eru við til at kvala
óttan fyri tí fremmanda,
sigur Jógvan Mørkøre.
- Tað er eisini áhugavert í
hesum kjakinum, at Jenis av
Rana leggur dent á, at vit
skulu fara væl við teimum
fremmandu. Miðflokkurin
er jú ein flokkur, sum vil
berjast fyri statinum Ísrael. Í
mongum førum sært tú tað
aðrastaðni, at tílík støðu-
takan gongur hond í hond
við politikki, ið fer eftir
øllum, sum luktar av Islam.
Tað er áhugavert at síggja, at
Miðflokkurin hevur funnið
eina
javnvág
í
hesum
spurningi, sum inniber, at
útlendingar verða virdir sum
øll onnur menniskju, sigur
Jógvan Mørkøre.
- Til síðst kunnu vit siga,
at tann veldugi stuðulin,
sum Rapa-hjúnini fingu úr
øllum ættum, hevur vigað
væl og virðiliga upp ímóti
orðunum hjá Jógvani við
Keldu. Men tað er greitt, at
tað er klossut at koma við
slíkum viðmerkingum um
ávísar persónar, tí tað setur
tey undir eitt órímiliga hart
trýst, sigur Jógvan Mørkøre
at enda.
Samfelagsfrøðingur:
Óttin fyri tí fremmanda dripin av teimum
fremmandu sjálvum
- Føroyingar sita við einum
ótta, sum er nógv ávirkaður
av einari danskari
fjølmiðlamynd. Men í
Føroyum hava vit ikki
beinleiðis nakrar ræðusøgur.
Hetta er ein ótti, sum byggir
upp á eina danska
fjølmiðlamynd, sigur Jógvan
Mørkøre, samfelagsfrøðingur
Mynd: Álvur Haraldsen