Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 118 - 24. juni 2005 Seinnapartin hósdagin fór kongliga fylgið av aftur landinum eftir eina vitjan, sum í flestu mátar hevur verið sera væleydnað. Nógv tos hevur verið um, hvørt tilrættislagda skráin hevur verið hin rætta, og einki er at ivast í, at Føroyar í ávísum førum kundu »selt« seg sjálvan betri, um talan í størri mun hevði verið um upplivingar heldur enn sightseeing. Men tað var kanska eisini ein ætlan í, nú Krún- prinsessan fyri fyrstu ferð hevur verið á klettun- um. Ein vitjan, sum mong uttan iva hava glett seg til. Og tað var eisini sjónligt, at tað fyrst og fremst var Mary, sum fólkið vildi síggja. Fyrst og fremst, so hevur fokus frá fjølmiðlum og almenningi sjálvandi verið á kongligu vitjanini hesar fýra dagarnar. Eitt fokus, sum bæði drotninga- og krúnprinsahjúnini hava borið við sømiligari tign. Men tað sama kann neyvan sigast um nakrar landsins kosnu fólkum. Nú hópin av útelnd- skum tíðindafólki var til staðar, og nógv altjóða eygu høvdu Føroyar undir sjóneykuni, vóru tað nakrir tjóðveldismenn, sum ikki kundu bara sær. Møguleikin at skapa øsing og samstundis seta seg sjálvan í fokus, var ov stórur, og við eini dundurtalu, sum varð rópt út um allar geilar, varð funnist at drotningini, sum - segðist tað - hevði runnið politisk ørindi fyri Anders Fogh Rasmussen. Hvørt nýggja lógin um ríkisrættarligu støðu Føroya er nóg góð ella ikki, eru sjálvandi ymsar hugsanir um. Og einamest, so man hetta helst verða nakað, sum eftirtíðin fer at svara. Men hvussu víkir og vendir, so er kongsfam- iljan kanska fremsta symbolið fyri kongaríkið og tann felagsskap, sum vit liva í. Og tí var væl ikki annað væntandi, enn at drotningin fór at umrøða hendan felagsskap positivt. Ikki minst, nú ein nýggj politisk semja er gjørd við atliti til at skapa enn betri viðurskifti millum politisku partarnar í hesum. Kanska eydnaðist royndin eisini, og kanska fekk boðskapurin ætlaðu ávirkanina. Í øllum førum slapp floksmaður Tjóðveldisfloksins eina løtu í sama fokus, sum annars var ætlað kongligu vitjanini. DAGSINS MEINING Sosialurin Róptu seg í fokus VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Finnleif Guttesen Tvøroyri At býráðslimir á Tvøroyri yvirhøvur hava haft ætlan um, at kommunan skal gjalda fyri persónlig klæðir hjá teimum, er at halda skattaborgaran á Tvøroyri fyri tað turra spott og ein stór skomm. Veljarin kemur at ivast í, um býráðslimirnir hava latið seg valt í býráði fyri pengarnar skyld, ella fyri at fáa nakað av skafti vegna allar borgararnar í kom- mununi. Býráðslimirnir fáa fund- arpening, millum 50.000 og 100.000 um árið. Væl at merkja, um goldið verður eftir reglunum. Býráðs- formaðurin fær umleið 500.000 krónur um ári í løn. Harumframt verða skeið, uppihald, reisur og annað, ið hevur við kommunalt arbeiði at gera, goldið av kommununi. So har skuldi eingin vandi verði á ferð, fyri fallitti, sjálvt um býráðslimir sjálvir gjalda fyri síni klæðir. Hvat verður tað næsta kommunan skal keypa til sínar býráðslimir, kanska seyð ella jørð?. Livst so spyrst. At onkur fyrr ella seinni fór at kanna sær kjansin at skora bíligar kringvarps- minuttir við at leggja drotningina undir danskt propaganda- virksemi, var næstan væntandi. Men hví fór alt út um geilar av tí? Hava føroyingar veruliga havt ta fatan, at drotningin var fullveldisfólk? Rúnar Reistrup, Keypmannahavn Drotningin er bara drotning fyri Føroyar so leingi, sum føroyingar vilja hava hana at vera tað. Hon rýkur sam- an við restini, so skjótt føroyingar semjast um at kvetta ríkisfelagsskapin. Tað veit hon eins væl og nakar embætismaður í Statsministeriinum. Men á almennari vitjan í Føroyum kennir drotningin seg uttan iva kortini væl- komna sum drotning fyri alt danska ríkið, og tað eigur hon eisini at gera. Í hvussu er um nakað er eftir av góðum føroyskum fólka- siði, nú sjálvt kosin maður ófólkaliga hóttir við at sýta fyri at fara til borðs við almennu gestunum. Tí kom tað helst óvart á drotningina, at hennara vinalagsrøða í Norður- landahúsinum mánakvøld- ið fór at gerast ein spunnin høvuðssøga í fjølmiðlunum í fleiri dagar. Og tað er av røttum eisini løgið, at so nógv varð gjørt burturúr, eftir at drotningin hevði úttalað seg "politiskt". Í veruleikanum var einasti politiski boðskapurin í røðuni tann, at hennara hátign vónaði, at ríkis- felagsskapurin fór at halda fram í felags virðing eitt tíðarskeið afturat. At hetta er ein reinur sambands- sinnaður politiskur boð- skapur, fær hon ikki runnið undan. Men at drotningin í røðu síni helt seg til somu fatan av nýliga samtyktu yvirtøkulógini, sum part- arnir, ið gjørdu hesa avtalu, hevur einki við politikk at gera. Politiska síðan av hesum málinum er longu avgreidd við breiðum meiriluta, bæði á fólkatingi og løgtingi, og er nú søga. Sjálvandi skal kongs- húsið vera flokspolitiskt óheft. Men tað merkir hvørki, at danska drot- ningin noyðist at halda sær frá at tosa um ríkisfelags- skapin ella um samtyktu yvirtøkulógina, tá hon vitjar í Føroyum - líka- mikið at allir føroyingar ikki eru samdir um hesi bæði. Skuldi drotningin bert latið orð falla um tað, sum føroyingar eru samdir um, hevði Føroyavitjanin hjá teimum kongaligu verið ein ógvuliga tigandi tilburður. Um drotningin ikki er sambandsfólk - hvør skal so vera tað? Skommin er fullkomin