Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 118 - 24. juni 2005 11 Stríð ímóti mannahandli Hóast myndugleikarnir í fleiri londum hava avdúkað brotsmannalið, sum keypa og selja fólk, vindur manna- handilin framvegis upp á seg, sigur ST. Heimsfelags- skapurin heldur, at nú er so nógvir pengar uppi í mannahandli, at hesin handilin verður skjótt størri enn handilin við rúsevnum. Løgmálaráðharrarnir í G8-londunum hava biðið um størri stuðul til stríðið ímóti mannahandlinum. Ætlanin er, at øll tey 182 londini, sum eru við í Interpol-sam- starvinum, skulu brúka eina felags avdúkingar- og frá- boðanarskipan, tí sambært bretska innanríkisráðharr- anum, Charles Clarke, hevði tað gjørt arbeiðið mun- andi lættari. Í vikuni avdúkaði italska løgreglan eitt brotsmanna- lið í býnum Catanzaro, sum eftir øllum at døma hevur keypt børn í Eysturevropa og selt tey aftur vestanfyri. Ímillum tey tiknu er ein 47 ára gomul kvinna. Løg- reglan vil vera við, at hon hevur goldið einum bulg- arskum hjúnum 45.000 krónur fyri ein nýføðing. Løg- reglan hevur eisini illgruna um, at hetta sama brots- mannaliðið hevur keypt og selt ymisk mannagøgn, sigur BBC. Tað bleiv ein kvinna Stjórnarflokkurin í Suðurafrika, ANC, hevur gjørt av at velja ta 49 ára gomlu Phumzile Mlambo-Ngcuka til varaforseta eftir Jacob Zuma, sum bleiv koyrdur frá fyri nøkrum døgum síðani, eftir at eitt rættarmál hevði sett hann í samband við svik. Tann nýggi varaforsetin er útbúgvin lærari. Hon hevur verið virkin í politikki í mong ár, og hon er serliga kend fyri sínar hugsjónir á tí vinnupolitiska økinum. Eitt nú er hon ein íðin forsprákari fyri, at tey svørtu skulu eiga ein størri part av suðurafrikanska vinnulívinum, sum í rættilig stóran mun er á hvítum hondum í dag. Thabo Mbeki, forseti, sigur seg vera fegnan um, at ein kvinna er komin upp á næstovastu rók í suðurafrik- onskum politikki. Spurningurin er so, um hon eisini ætlar sær at royna at sleppa upp á ta ovastu rókina, tá forsetaval verður í 2009. Thabo Mbeki kann í hvussu er ikki stilla uppaftur. Blair skrivað lesarabræv Tað er ikki á hvørjum degi, at ein bretskur forsætisráð- harri skrivar lesarabræv í einum týskum blaði, men tað hevur Tony Blair nú gjørt. Mikudagin hevði hann eitt lesarabræv í størsta týska blaðnum, Bild. Brævið snýr seg um tann miseydnaða ES-toppfundin um at leggja eina fíggjarætlan fram til 2013. Týski kanslarin, Gerhard Schröder, gav Blair skyldina av, at einki spurdist burtur úr fundinum, men tað vil Blair ikki hava sitandi á sær. Í lesarabrævinum skrivar hann, at Bretland hevur einki ímóti at gjalda meiri í felags kassan hjá ES, men at pengarnir skulu brúkast rætt. Blair vísir á, at 40 prosent av pengunum í ES-kassanum fara til landbúnaðarstuðul, sjálvt um minni enn fimm prosent av fólkinum arbeiða í land- búnaðinum. - Okkum tørvar eina fíggjarætlan, sum skapar ar- beiðspláss heldur enn eina, sum bara røkir ser- áhugamál, skrivar Tony Blair í lesarabrævinum í Bild. Oprah offur fyri rasismu Tá tann kenda amerikanska sjónvarpskvinnan Oprah Winfrey nú um dagarnar ætlaði sær inn í handilin Her- mes í París, vildu starvsfólkini ikki lova henni inn. New York Post skrivar, at starvsfólkini bóðu sjón- varpskvinnuna fara útaftur, tí tey høvdu havt stórar trupulleikar við norðurafrikanarum. Eftir øllum at døma hava tey hildið, at Oprah Winfrey var ættað úr Norðurafrika, tí sannleikin var, at eingin av starvs- fólkunum í handlinum kendi hana, so løgið tað kanska ljóðar. New York Post leggur tó afturat, at hendan dagin hevði Oprah Winfrey ikki tað hársniðið, sum hon van- liga hevur, tá hon er á skíggjanum. Herfyri bleiv annars kunngjørt, at Oprah Winfrey er tann av teimum kendu persónunum í heiminum, sum oftast verður umrødd í fjølmiðlunum. Men hárið hevur eftir øllum at døma eisini nógv at siga. UTTAN ÚR HEIMI Amerikanska løgregl- an hevur illgruna um, at ein 63 ára gamal maður hevur gjørt seg inn á túsundtals smábørn ÁGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Fyrradagin kom ein 63 ára gamal maður fyri rættin í býnum Santa Clara í Kali- fornia, har hann er ákærdur fyri at hava gjørt seg kyns- liga inn á tveir 12 ára gaml- ar dreingir. Men løgreglan hevur illgruna um, at málið ímóti manninum er nógv meiri umfatandi. Tá løgreglumenninir her- fyri rannsakaðu íbúðina hjá manninum, funnu teir nøvnini á ikki færri enn 38.000 dreingjum. Har vóru eisini frágreiðingar um teir einstøku dreingir- nar. Eitt nú hevði maðurin skrivað, hvussu teir sóu út, og harumframt vóru ymsar upplýsingar, sum løgreglan heldur vera týðiligar ábend- ingar um, at maðurin hevur misnýtt fleiri túsund dreingir kynsliga. Ákæruvaldið í Santa Clara vil nú hava dreingir- nar at seta seg í samband við myndugleikarnar. Løg- reglan hevur illgruna um, at í fleiri førum er helst talan um synir hjá fólki, sum eru komin til USA ólógliga, og at tí hevur ákæruvaldið lov- að, at dreingirnir fáa var- andi uppihaldsloyvi í USA, um teir geva seg til kennar. Tann 63 ára gamli maðurin er fyribils varð- haldsfongslaður. Hann er tikin níggju ferðir seinastu 35 árini og hevur sitið tólv ár í fongsli, men løgreglan heldur, at hann hevur gjørt seg inn á fleiri túsund børn hini árini. Í Bretlandi biðja myndugleikarnir fólk halda seg innandura, tí tað er so heitt, og í Kina hevur vatnflóð kravt fleiri hundrað mannalív VEÐUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Nógvastaðni er summarið í ár byrjað eins og í fjør. Í Spania stríðast sløkkiliðs- menn við skógareldar, har suðuri í Bretlandi ger ein hitabylgja um seg, meðan býir longri norðuri standa undir í vatni, og í Kina eru áirnar farnar upp um bakk- arnar, tí tað hevur regnað so illa. Í gjár vóru 33 hitastig har suðuri í Onglandi, og veð- urmenninir siga, at tað verður uppaftur heitari um vikuskiftið. Stjórin í heilsu- málaráðnum, Ben Bran- shaw, segði í gjár, at fólk, sum hava trupulleikar við andadráttinum, eiga at halda seg innandura. Longri norðuri er støðan tann beint øvugta. Har hev- ur veðrið verið ringt við nógvum vindi og regni, og myndugleikarnir hava verið noyddir at senda tyrlur at bjarga fólki, sum høvdu leitað sær upp á húsatekjur- nar undan tí nógva vatn- inum. Í Asia eru bæði hiti og regn. Í India og Pakistan hava tey havt upp í 48 hita- stig, og hitabylgjan hevur nú breitt seg til Nepal og Bangladesh. Í Pakistan eru minst 375 fólk deyð av tí nógva hitanum, og indisku myndugleikarnir siga seg hava frætt um 200 fólk, sum eru deyð. Í Kina eru meiri enn 400 fólk deyð í vatnflóð og skriðulopum seinastu dag- arnar. Myndugleikarnir hava flutt meiri enn 330.000 fólk burtur úr vandaøkjunum. Bara í ídnaðarbýnum Wuzhou eru meiri enn 100.000 fólk flutt burtur. Kann hava gjørt seg inn á fleiri túsund smábørn Hitabylgjur og vatnflóð Kinesiski býurin Wuzhou stendur undir í vatni eftir áhaldandi áarføri. 100.000 fólk eru flutt úr býnum