Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 118 - 24. juni 2005 Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar- pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í Jóansøkudag 24. juni 2005 fyllir Elin Sofía Thomsen, vanliga nevnd Elin hjá Skós, í Klaksvík, 75 ár. Elin er dóttir Eliesar og Siggu Joensen. Tey fingu trý børn: Meinhard, føddur í 1924 og deyður í 1997, Elisa fødd í 1927, og Elin. Familjan búði á Eiði, til tey í 1930 fluttu til Klaks- víkar at búgva. Elin var tá nakar fáar mánaðir gomul. Elin giftist í 1956 við Torleif Joensen úr Norð- depli. Tey fingu børnini: Jógvan Páll, Siggvard og Torgunn. Torleif sigldi, og doyði tá hann sló út av Norðingi í 1963. Elin giftist upp aftur í 1966 við Thorstein Thom- sen úr Nólsoy, og tey eiga tvær døtur: Margreth og Sigrun. Ommubørnini eru 12 á tali. Elin er mest kend frá handlinum "hjá Skós", sum pápin stovnaði, tá tey fluttu til Klaksvíkar at búgva. Hon er nærum uppvaksin í handlinum, har hon hevur arbeitt so gott sum alt sítt lív. Vit vilja ynskja Elini hjartaliga tillukku við 75 ára føðingardegnum. Børnini Elin Sofía Thomsen 75 ár NØVN Í VIKUNI Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Finnbogi Arge, P/F Meinhardt Arge: Visti einki fyrr enn blað- maðurin ringdi Finnbogi Arge, stjóri hjá P/F Meinhardt Arge, sigur, teir vistu einki um trupuleik- arnar við Peugeot 307 fyrr enn týsdagin 14. juni, tá hann varð uppringdur at blað- manni á Sosialinum. Talan er um 121 bilar á føroysku vegunum, sum allir verða inn- kallaðir PEUGEOT Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í blaðgrein í gjár sigur Jógvan í Dávastovu, trygd- arleiðari hjá Smyril Line, við Sosialin, at tað undrar teir, at Smyril Line ikki hevur fingið at vita um trupulleikan við Peugeot 307 fyrr enn nú, tá tað er líkt til, at bilasølurnar hava vitað um trupulleikan í fleiri mánaðir. Finnbogi Arge, stjóri hjá P/F Meinhardt Arge, sigur, at hetta er ikki rætt, teir vistu einki fyrr týsdagin 14. juni, tá hann varð upp- ringdur av blaðmanni á Sosialinum. Løtu seinni bleiv hann eisini uppringdur av Út- varpinum. Sama dag kom eitt skriv frá Peugeot Danmark, um hvørjar bilar av slagnum 307 talan var um. Endaliga er nú staðfest, at talan er um 121 bilar á føroysku vegunum, sum allir verða innkallaðir, sigur Finnbogi Arge. Fríggjadagin 17. juni hevði Peugeot Danmark fund við Ferðslumálaráðið, sum kunngjørdi at teir eru nøgdir við tey tiltøk, sum Peugeot Danmark hevur tikið stig til fyri at tryggja 307 kundarnar. "Øll, sum eru ein partur av Peugeot-felagsskapin- um, gera alt so at hetta kann loysast so gott og skjótt sum møguligt," sigur Janne Bock, samskiftis- stjóri hjá Peugeot Dan- mark. 27. juni 1980 fingu 20 nýggir maskinmeistarar prógvini handað á Maskinskúlanum. Teir vóru: Símun Frits Abrahamsen, Strendur, Álvur Næs, Hvalba, Anfinn Eli Dam, Kollafjørður, Fríðolvur Danielsen, Sandvík, Gudmar Suni Danielsen, Nólsoy, Eyðfinn Eltør, Klaksvík, Hans Eli F. Hansen, Miðvágur, Óli J. Hansen, Klaksvík, Henning Frimand Henriksen, Vágur, Jógvan Dávid Jacobsen, Norðragøta, Trygve S. Jensen, Skálavík, Christian E. Joensen, Lambi, Jóan Pauli S. Johannesen, Argir, Tórleif Justinussen, Norðragøta, Niels Jacob Klein, Tórshavn, Helhi Dewy Mikkelsen, Sørvágur, Jóannes Norðberg, Vágur, Arnstein Olsen, Skála, Jógvan Kartir Petersen, Saltnes, og Dánjal Súni Thomsen, Miðváðgur. (Raðfylgjan er tilvildarlig). Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1980 Fyri 25 árum síðan: 20 fingu maskinmeistaprógv í juni 1980 Lesið - so eru tit við Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið