fríggjadagur 24. juni 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 24. juni 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Jógvan
Joensen
í
Klaksvík,
vanliga
nevndur Jógvan hjá
bedingsmeistarinum,
andaðist
á
Lands-
sjúkrahúsinum
týs-
dagin 21. juni, 69 ára
gamal.
Gunna Mikkelsen í
Vestmanna andaðist
21. juni 79 ára gomul.
Kistan fer úr kapell-
inum á Landssjúkra-
húsinum fríggjadagin
klokkan 16. Jarðar-
ferðin verður úr Vest-
manna kirkju leygar-
dagin klokkan 14. Tey,
ið
vilja
minnast
Gunnu, kunnu lata
Vestmanna kirkju eina
gávu.
Kelda: Útvarp Føroya
Andlát og
jarðarferðir
Sólin, ljósið og tann grøni liturin
bera boð um, at summarið er
komið. Gleðin er stór, tí okkara
pisur eru floygdar, tilreiðar at
flúgva út í tann heim, sum vit á
Handilsskúlanum hava fyrireikað
tær til.
Tó eru stór skør í gleðini, tí Klæ-
mint er ikki longur millum okkara.
Klæmint eigur sín stóra lut í, at
pisurnar nú megna at flúgva sjálvar.
Klæmint lærdi tær alt um heims-
speki, føroyskt mál og mentan,
hesar lærugreinar, sum hava so
stóran týdning at hava við sær, um
ein skal fóta sær í einum heimi í
stórari broyting.
Klæmint hevði eisini ásannað, at
tað hjá lærara er neyðugt at fylgja
við í menningini. Hóast hann hevði
holla útbúgving í føroyskum, týsk-
um og heimsspeki, var hann farin
undir at lesa Human Resource
Management á Robert Gordon
University.
Hann hevði stóran áhuga fyri
samfelagsviðurskiftum. Politiskt
ynskti hann einar sjálvstøðugar
Føroyar. Har, hann var, stríddist
hann fyri tí, hann helt vera rætt.
Hann var heilur í øllum tí, sum
hann fekst við, og tordi at tala at, tá
hann helt tað vera neyðugt. Tað
bera hansara arbeiði sum býráðs-
limur og stýrislimur hjá SEV boð
um.
Klæmint hevði sítt lívsstarv á
Handilsskúlanum, byrjaði sum
tímalærari í 1986 og fekk fast starv
í 1989. Umframt at undirvísa, legði
hann eisini stóra orku í fakfelags-
arbeiði og sat nógv ár í lærararáði
Handilsskúlans og upp aftur fleiri
ár í yrkisfelagnum. Klæmint vildi
hava skipað viðurskifti, og hann
eigur ein stóran lut í, at handils-
skúlalærarar hava fingið skipað
lønar- og pensjónsviðurskifti.
Sum starvsfelagi var Klæmint
altíð góður í ráðum. Hann hevði
eina óvanliga breiða vitan um
ymisk faklig øki. Hann tók eisini
altíð lut í tiltøkum, næmingar ella
starvsfólk skipaðu fyri. Altíð var
hann tilreiðar at vera við á hugna-
løtum og halda onkra skemtingar-
sama røðu.
Millum næmingar var Klæmint
eisini sera væl lýddur. Næmingun-
um dámdu eisini sera væl Klæmint
sum lærara. Hansara styrki var, at
hann altíð lurtaði eftir og virdi
teirra hugsan. Hann var sera rætt-
vísur mótvegis næmingunum.
Klæmint var sonur Árna Olsen,
yvirlækna, sum var ættaður úr
Kunoy, og Elisabeth f. Clementsen
ættað úr Húsavík. Teir vóru fýra
brøður Jóan Eyðfinnur, Klæmint,
Bjarni og Sjúrður.
Klæminti dámdi ógvuliga væl at
vitja á bygd. Hann tosaði ofta um,
hvussu "deiligt og avstressandi"
tað var at ferðast í Húsavík, har
familjan hevur summarhús. Har
kundi hann taka sær av løttum sam-
an við familjuni.
Klæmint og konan, Ragnhild
Skarhamar, eiga døturnar Elisa-
beth, Anniku og Sunnvá. Klæmint
hevði stóra umsorgan fyri familjuni
og gleddist um, at tey í fjør skuldu
halda jól í nýggjum húsum. Tó
vildi lagnan tað øðrvísi.
Vit drýpa høvur, sakna ein góðan
starvsfelaga, og tankar okkara leita
til tykkara, ið eftir sita. Má Harrin
styrkja tykkum í sorgini.
Starvsfólkið á Føroya
Handilsskúla í Havn
Minningarorð um starvsfelaga okkara
Klæmint Olsen
føddur 14. januar 1952
deyður 20. desember 2004
Dagurin
24. juni. Jóansøka. Føðingardagur Jóhannes
Doyparans. Minningardagurin hjá halgimennum var
vanliga deyðadagur teirra, men hjá Johannes
Doyparanum er tað føðingardagurin, ið verður
hildin, av tí at hann var heilagur longu í móðurlívi.
Eftir bíbilskari frásøgn var Jóhannes Doyparin 6
mánaðir eldri enn Jesus, og tessvegna høvdu
kirkjuligu myndugleikarnir gjørt av at halda
føðingardagin hjá Jóhannesi áttanda dagin fyri 1.
juli, og tað er júst 6 mánaðir fyri føðingardag
frelsarans tann 24. desember.
Føðingardagarnir verða verða báðir hvør í sínum
lagi hildnir um sólstøður.
Um øll Norðurlond verða hildnar summarveitslur
um jóansøku. Jóansøkustevna, sum hon verður
hildin nú á døgum, varð hildin á fyrsta sinni í 1925
á Tvøroyri.
Tøkk
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt mintust
meg á mínum 80-sins tjúgindaføðingardegi,
takki eg so hjartaliga.
Lukka fatti tykkum og Harrin signi
tykkum.
Blíðar heilsanir
Eliesar (Essa) Arge
Fríggjadagin 10. juni var
opið hús í Varðagøtu í
Havn, í samband við at
hjúnini Solveig og Haakon
Joensen fyltu 80 og 85 ár
ávikavist tann 9. og 12.
juni.
Solveig og Haakon eiga
nógva familju og vinir, og
har kom nógv fólk á gátt
tann dagin.
Haakon er sumbingur,
foreldrini vóru Paulina,
ættað úr Nes-Vági, og Hans
Petur Joensen úr Sumba.
Haakon fór sum ungur til
Danmarkar á Niels Brock
handilsskúlan. Síðan ar-
beiddi hann sum bókhald-
ari hjá oljufelagnum Dansk
Esso í Keypmannahavn.
Solveig er ættað av Við-
areiði, foreldrini vóru Sára,
f. Joensen, ættað av Skæl-
ingi, og Olaf Joensen av
Viðareiði. Tá Solveig var 7
ára gomul doyði mamman,
og hon flutti til Klaksvíkar
at búgva hjá pápabeiggj-
anum Alexanderi Enniberg
og konuni Sofíu.
Sum ung fór Solveig til
Íslands, har hon í tvey ár
arbeiddi á matstovu. Eftir
tað fór hon til Keypmanna-
havnar. Har møttust hon og
Haakon, og tey giftust í
1949.
Síðan fyrst í 50-unum
hava tey búð í Havn. Haak-
on fekk starv sum skriv-
stovumaður hjá oljufelag-
num Esso á Viðarnesi. Í
1954 fluttu tey í nýggj hús í
Dalagøtu - undir Varða.
Miðskeiðis í 70-unum
segði Haakon starvið hjá
Esso upp og stovnaði sítt
egna bókhaldsvirki "H.F.
Joensen Bókhald", sum
hevði roknskap og bókhald
hjá nógvum ymiskum fyri-
tøkum kring landið. Haak-
on arbeiddi til fyri umleið 5
árum síðan, tá hann legði
frá sær. Dótturin Sigrun tók
tá við rakstrinum av bók-
haldsvirkinum.
Frítíðarítrivið hjá Haakon
hevur verið trøðin í Havn-
ardali, har hann hevur velt
upp úr nýggjum og hevur
seyð. Hesin áhugi stavar frá
ungdómsárunum í Sumba.
Meðan foreldrini livdu, var
hann hvørt summar í heim-
bygdini, har hann hoyggj-
aði og fekst við seyðin.
Heimið hjá Solveig og
Haakon hevur altíð verið
merkt av stórum gesta-
blídni og góðum saman-
haldi í familjuni og við
grannalagið. Har er hugna-
ligt, og duga tey bæði eisini
væl at syngja og kvøða.
Haakon hevur sítt fasta
pláss í Havnar kirkju, har
hann kemur hvønn sunnu-
dag.
Solveig og Haakon eiga
trý børn: Sigrun, Marjun og
Hans Petur. Marjun býr í
Onglandi, meðan hini bæði
búgva í Havn. Ommu- og
abbabørnini eru 8 í tali.
Solveig og Haakon Joensen 80 og 85 ár