fríggjadagur 24. juni 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 118 - 24. juni 2005
Heilsaðust í Leirvík:
Mary og Mary: Eita tað sama og fyl
Trý ára gamla, Mary
Petersen av Glyvrum,
sum er uppkallað
eftir langommu síni í
Leirvík, Mary Fjall-
stein, fyllir sama dag
sum krúnprinsessan,
Mary. Tað eru júst
tríati ár ímillum tær
báðar. Á kongavitj-
anini í Leirvík tók
lítla Mary av Glyvr-
um í hondina á Mary
úr Tasmaniu og hand-
aði krúnprinsessuni
blómutyssi, sum hon
hevði hentað í havan-
um
HOFF-STOFF
Vilmund Jacoben
vilmund@sosialuin.fo
Millum tey mongu børn og
foreldur, sum høvdu leitað
sær til Leirvíkar seinna-
partin mikudagin at síggja
tey kongaligu saman við
leirvíkingum, var trý ára
gamla, Mary Petersen og
mamma hennara, Sólfríð
Petersen, sum búgva á
Glyvrum. Við sær hevði
Mary eitt blómutyssi, sum
hon saman við mammu síni
hevði hentað í havanum og
ætlaði at geva Mary, krún-
prinsessu.
Tær báðar, fitta smágent-
an av Glyvrum og prin-
sessan úr Tasmaniu, eita tað
sama. Men tað er ikki alt.
Tær hava eisini sama føð-
ingardag!
Smágentan á Glyvrum,
sum er uppkallað eftir lang-
ommu síni í Leirvik og
Mary, krúnprinsessa, er
báðar føddar 5. februar;
tann yngra í 2002 og tann
eldra í 1972.
Sostatt eru júst tríati ár
ímillum tær báðar.
Mamman spent
Vit fylgdu Mary og Sólfríð
eina løtu í Leirvík hendan
dagin, áðrenn bilarnir við
teimum kongaligu komu.
Hvør var spentari av
teimum báðum, mamman
ella dóttirin, skulu vit ikki
taka dagar ímillum.
Tá ið tú ert trý ár, er av-
markað, hvussu nógv tú
skilir av tílíkum hóvastáki,
men mamman visti at siga,
at dóttirin hevur goymt sær
eina útklipta mynd av krún-
prinsessuni og sigur, at
hesa myndina eigur hon!
Tá ið tíðin nærkaðist, til
bilarnir hjá teimum konga-
ligu fóru at koma, vaks
spenningurin og Sólfríð
vildi líkasum hava at vita,
um tey fóru at ganga inn í
Bátasavnið frá bryggjuni
ella høvuðsvegnum oman-
fyri. Tá ið hon skilti á fólki,
at tey komu omanav høv-
uðsvegnum, stillaði Sólfríð
seg við dóttrini niðast við
trappuna oman til Báta-
savnið, har tey kongaligu
komu at ganga fram við.
- Eingin av teimum, sum
standa fyri móttøkuni, veit,
at dóttir mín og krúnprin-
sessan eita tað sama - og at
tær fylla sama dag. Eg
hevði hildið tað verið ótrú-
liga stuttligt, um lítla Mary
slapp at taka í hondina á
krúnprinsessuni og fekk
høvi at handa henni hetta
blómutyssið, segði Sólfríð,
meðan vit bíðaðu.
Mary slapp…
Hóast einki var avtalað
frammanundan, fingu Sól-
fríð og dóttirin ynski sítt
uppfylt.
Tá ið Mary, Fríðrikur,
Margetaha og Heindrikur
gingu
framvið
manna-
múgvuni, sum hevði stillað
seg í røð oman móti trapp-
uni til Bátasavnið - og í
leingjan av kommunalu
umboðunum og øðrum við
makum, stóðu Sólfríð og
Mary eisini har.
- Krúnprinsessan tók í
hondina á lítlu Mary, sum
handaði henni blómutyssi,
og eg fortaldi henni, at tær
báðar eita tað sama, eru
føddar sama dag – við tríati
árum ímillum. Tað helt
krúnprinsessan vera stutt-
ligt at hoyra, sigur mamm-
an.
Sólfríð Petersen sigur, at
á veg útaftur av Bátasavn-
inum, kendi krúnprinsessan
lítlu Mary aftur.
- Hon kom gangandi yvir,
har vit stóðu og læt pápan,
Esmar, taka eina mynd av
Mary og Mary, sigur hon.
Eftir at hava heilsað upp
á krúnprinsessuna í Leirvík
mikudagin – ikki minni enn
tvær ferðir, fóru móðir og
dóttir heimaftur – eina
serstaka hending í lívinum
ríkari.
- Eg ætlaði mær at for-
telja Margrethu "en lille
historie", men tað eydn-
aðist ikki á hesum
sinni, sigur Martin Juul
Jarnskor
HOFF-STOFF
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein av teimum, sum var
komin at heilsa teimum
kongaligu í Leirvík miku-
dagin, var Martin Juul Jarn-
skor í Gøtu, sum annars er
hálvur leirvíkingur. Mamma
hansara,
Poulina,
fødd
Høgnesen, var úr Leirvík og
pápin, Pauli Jarnskor, var
ættaður úr Køkinum í Gøtu.
Stuttlig søga
Meðan vit bíðaðu eftir, at bil-
arnir við kongaliga fylginum
komu úr Fuglafirði, hittu vit
Martin, sum hevði eina
stuttliga søgu at siga okkum.
- Eg fekk ein muss frá
Margrethu, tá ið hon og for-
eldur hennara, Ingrid og
Fríðrikur, vitjaðu í Gøtu í
1949 – og eg ætli mær at for-
telja henni hesa søgu í dag,
um tað fer at liggja soleiðis
fyri.
Martin sigur, at hann var
12 ár í 1949, og Margretha
var nøkur ár yngri.
- Jákup Fr. Øregaard var
ein av teimum, sum stóð á
odda fyri móttøkuni í Gøtu í
1949, og eg var nógv inni hjá
teimum. Tí var eg eisini
frammarlaga í fylginum, tá
ið kongshjúnini vitjaðu í
Gøtu á sinni.
Martin sigur, at tá ið Mar-
gretha sum lítil og fitt prin-
sessa kom framvið, heilsaði
hann henni.
- Hon legði kjálkan hjá sær
á mín kjálka og gav mær ein
muss. Í dag ætli eg mær at
fortelja henni hesa søgu, um
tað fer at bera mær til.
Eydnaðist ikki…
Martin Juul stóð aftarlaga í
røðini, tá ið tey kongaligu
gingu fram við á veg oman í
Bátasavnið mikudagin.
- Eg tók í hondina á Mary,
men her var so nógv fólk, at
eg kom ikki til at taka í hond-
ina á hinum trimum, Fríðriki,
Margrethu og Heindriki.
Hinvegin, sigur Martin, at
løgmaður, Jóannes Eides-
gaard og kona hansara, Anita,
komu yvir til hansara, tóku í
hondina á honum og heilsaðu.
- So, hesaferð fekk eg ong-
an muss – og eg fekk heldur
ikki høvi at siga Margrethu
søguna, sum eg kundi hugsað
mær, sigur Martin Juul Jarn-
skor, sum annars heldur, at
tey kongaligu bæði eru frynt-
lig og fyrikomandi at síggja
til.
- Krúnprinsessan tók í hondina á lítlu Mary,
sum handaði henni blómutyssi. Eg fortaldi
henni, at tær báðar eita tað sama, eru føddar
sama dag – við tríati árum ímillum. Tað helt
krúnprinsessan vera stuttligt at hoyra, sigur
mamman, Sólfríð Petersen
Myndir: Vilmund Jacobsen/ Esmar Petersen
Martin fekk muss frá Margrethu – men ikki h
Hópur av børnum bíða spent í Leirvík, til tey kongaligu koma – við krúnum á høvdinum,
fløggum í hondini – og summi við fløggum á kjálkanum
Mynd: Vilmund Jacobsen