fríggjadagur 24. juni 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
lla sama dag
Nr. 118 - 24. juni 2005
15
hesaferð
Hæddarpunktið á
vitjanini hjá teimum
kongaligu í Leirvík
var áhugaverda báta-
og málningasavnið
hjá Osmundi
Justinussen
HOFF-STOFF
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Alt tað kongaliga fylgið,
Margretha,
Heindrikur,
Fríðrikur og Mary, vitjaði
báta-og málningasavnið í
Leirvík, har Osmundur
Justinussen greiddi frá
søguni aftanfyri bygningin,
eins og hann greiddi frá
ymiskum hendingum, sum
hava tilknýti til savnið og
teir bátar, sum har eru.
Tey kongaligu vóru rætti-
liga hugtikin av søguni og
prýðiliga
savninum,
ið
stendur sum ein varði um
farna tíð og er eitt áhuga-
vert ferðamál hjá bæði før-
oyingum og útlendingum,
sum vitja í bygdini.
Sosialurin fekk bert eitt
pláss á vitjanini í savninum
hendan dagin, og tað pláss-
ið lótu vit myndamann okk-
ara fáa.
Borgarstjórin í Leirvík,
Dánjal Andreasen, segði
eisini nøkur orð við hesa
løtu, og málningar vórðu
handaðir sum gáva til
kongshúsið.
Hóast tíðin á hvørji vitjan
hjá kongsfylginum er stutt
og skráin helst skal haldast
so væl sum tilber, vóru tey
fýra við fylgi eina góða løtu
inni á savninum í Leirvík.
Tá ið vitjanin var av, fóru
Fríðrikur og Mary við fylgi
beina leið norður til Gjáar,
meðan
Margretha
og
Heindrikur fóru at hyggja
at útgrevstrinum á Tofta-
nesi, har Steffen S. Hansen
greiddi frá.
Eftir at Margretha og
Heindrikur høvdu verið á
Toftanesi, fór tey við fylgi
til Elduvíkar, áðrenn leiðin
varð løgd suður aftur til
Havnar.
- Eg tók í hondina á Mary, men her var so nógv fólk, at eg
kom ikki til at taka í hondina á hinum trimum, Fríðriki,
Margrethu og Heindriki – og muss fekk eg ongan, sigur
Martin Juul Jarnskor
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tey kongaligu vóru rættiliga
hugtikin av snotuliga báta-og
málningasavninum hjá
Osmundi Justinussen
Mynd: Jens Kr. Vang
Søgan aftanfyri vælumtókta savnið í Leirvík er áhugaverd. Hetta er ein varði yvir farna tíð -
tíðina, sum legði grundarsteinin undir tað samfelag vit hava í dag
Mynd: Jens Kr. Vang
Bátasavnið hjá Ossa
hugtók tey kongaligu