fríggjadagur 24. juni 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 118 - 24. juni 2005
– Drotningin hevur eina greiða støðu
- Margretha drotning
hevur havt eina opna,
erliga og fólkaliga
framferð, og hevur
havt greiða støðu til
tey kristnu virðini og
kristna lívssýnið.
Hetta seta vit stóran
prís uppá, og vilja vit
nú fegin takka tær
fyri hetta, segði
borgarstjórin í Fugla-
firði, Sigurð Simon-
sen, tá hann beyð
teimum kongaligu
vælkomin til býin
HOFF STOFF
Snorri Brend
Fuglafjørður: – Tað er
okkara sannføring, at ta
tíðina,
hennara
hátign
drotningin hevur sitið við
ræðið, hava tygum staðið
fram sum ein positiv og
stabiliserandi
veruleiki,
segði borgarstórin, Sigurð
Simonsen, tá hann vegna
fuglfirðingar fagnaði teim-
um kongaligu.
Tey komu til býin kl.
14:15 stundisliga, til ein
steðg sum einans vardi í
slakar 15 min.
Hesa løtuna fingu tey
heilsað uppá býráðslimir-
nar og lurtað eftir taluni hjá
borgarstjóranum, - ein tala,
sum øll ikki fingu gleði av
at hoyra, tí okkurt smávegis
kiksaði við tí tøkniliga.
Mary gav sær kortini
góðar stundir at heilsa uppá
fólk, og eins og aðrastaðni
kring landið, so fekk hon í
hópatali av blómum – so
nógvar, at embætisfólk og
onnur máttu hjálpa henni at
bera tær.
Onkur hevði eisini givið
henni eitt føroyskt og eitt
danskt flagg. Og løtu seinni
fekk hon eitt sett av fløgg-
um aftrat:
- Hetta skal Frederik
hava, segði konan í gleði
um, at hon eisini fekk høv-
ið soleiðis at geva teimum
kongaligu eina gávu.
Broytingartíðir
Sigurð Simonsen takkaði í
røðu síni fyri, at tey konga-
ligu eisini vildu vitja Før-
oyar og hansara bý.
- Hetta er eisini ein
klókur og vakur máti at inn-
víga krúnprinsaparið í tær
ábyrgdir og avbjóðingar,
sum bíða teimum í fram-
tíðini, segði hann.
Sigurð vísti á, at vit liva í
einum heimi sum alla tíðina
er í broyting, har ójavnvág
og
ótryggleiki
merkja
tilveruna hjá mongum.
– Í okkara heimi merkja
vit eisini til hesar tendensir.
Hóast vit ikki hava kríggj,
so er talan um broytingar í
holdningum hjá fólki.
– Eisini innanfyri tað
mentanarliga og andaliga
umráðið merkjast hesar
broytingar,
og
mangur
fremmandur lærdómsvind-
ur rekur inn yvir okkara
samfelag, segði hann, og
vísti til, at drotningin her
hevur staðið sum ein posi-
tiv og stabiliserandi veru-
leiki.
Hann vísti á, at drotning-
in hevur havt eina opna,
erliga og fólkaliga framferð
og hevur havt greiða støðu
til tey kristnu virðini og
kristna lívssýnið.
– Hetta seta vit stóran
prís uppá, og vilja vit nú
egin takka tær fyri hetta,
segði hann.
Tillukku
Borgarstjórin ynskti eisini
Mary og Frederik tillukku
við hjúnalagnum og um-
støðunum, nú hon ber barn
undir belti.
Tey vistu frammanundan
at vitjanin í Fuglafirði
gjørdist stutt, men hinvegin
so beyð hann teimum væl-
komnum aftur eina aðru
ferð - til ein longri steðg,
har ein fær møguleika at
tosa og hugna sær saman.
– At enda vil eg ynskja
tykkum øllum eina fram-
haldandi góða ferð kring
landið við teirri gomlu før-
oysku heilsanini "Jesus
fylgi tykkum!, segði Sigurð
Simonsen.
Tey kongaligu fóru síðani
í bilarnar til næsta steðg –
Leirvík.
∆
Fuglafjarðar Horn-
orkestur setti sín
serliga dám á mót-
tøkuna, tá tey konga-
ligu løgdu at á havna-
lagnum
HOFF STOFF
Snorri Brend
Fuglafjørður:
Hóast
Rannveig var øgiliga spent
uppá vitjanina hjá teimum
kongaligu, so merktist tað
ikki á henni.
Um fáar minuttir skuldi
hon spæla við í Fuglafjarð-
ar Hornorkestri, nú tey
kongaligu komu á vitjan í
bygdini.
Hon hevði kortini einki
at óttast fyri, tí tey í horn-
orkestrinum hava í longri
tíð ikki hugsað um annað
og hava tí vant nógv fram
móti hesi forkunnugu vitj-
anini.
12 ára Rannveig Greger-
sen Hansen úr Gøtu spælir
kornett í orkestrinum, og
helt tað vera ordiliga stutt-
ligt at júst tey skuldu spæla
frammanfyri øllum teimum
kongaligu.
Tey skuldi spæla nakrar
føroyskar sangir og okkurt
útlendskt lag hesa stuttu
løtuna, ið vitjanin vardi –
nøkur løg áðrenn Brimil
legði til bryggju við teim-
um kongaligu og nøkur løg,
tá bilarnir við teimum
skuldu fara víðari.
– Hetta er eitt satt upp-
livilsi fyri meg, sigur hon.
Ikki var tíð til meiri tos, tí
nú boðaði orkesturleiðarin
frá, at tey skuldu stilla upp
og spæla fyrsta lagið, nú
sjóverjuskipið skuldi leggja
at um eina lítla løtu.
Rannveig hevur spælt kornett
í 2 1/2 ár, og sleppur nú at
spæla fyri teimum kongaligu.
– Hetta er eitt upplivilsi,
sigur hon
Mynd: Jens Kr. Vang
HOFF STOFF
Snorri Brend
Fuglafjørður:
Hann er
sambandsmaður við stór-
um S. Hann er floksskrivari
í Sambandsflokkinum og
hann er eisini fuglfirðingur
– Helgi Abrahamsen, sum
nú er búsitandi á Strondum.
Nú tey kongaligu vitjaðu
barndómsbý hansara var
hann sjálvandi á bryggjuni
og tók ímóti, saman við
børnum sínum, sum fegin
vildu síggja eina veruliga
prinsessu og ein veruligan
prins.
Skrivstova hansara er í
Havn, men mikudagin var
hann bert til arbeiðis á
skrivstovuni hálvan dag.
– Hetta er stak hugnaligt,
at tey koma til føroyar, sum
– Havi leingi glett
meg til hetta
– Eitt eyka pluss
Vit hava stóra virðing fyri
tínum sjónarmiðum, segði
Sigurð Simonsen í vælkomu-
røðu síni. Her heilsar hann
uppá Heindrik á stuttu
vitjanini í Fuglafirði
Mynd: Jens Kr. Vang
Floksskrivarin hjá sambands-
flokkinum, Helgi Abraham-
sen var millum tey, sum tóku
ímóti teimum kongaligu á
bryggjuni í Fuglafirði, um-
gyrdur av donskum og
føroyskum fløggum