Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HOFF STOFF Snorri Brend myndir: Bárður Elduvík: Seinnapartin mikudagin átti henda heldur fjarskotna bygdin túrin til at fáa serstaka vitj- an. Eftir steðgirnar í Fugla- firði og Leirvík varð nú alt gjørt til reiðar, so at bygd- arfólkið og onnur í hesi stóru kommununi, kundu taka ímóti drotningahjún- unum. Spenningur var bara um veðrið. Fólk hugdu óført upp í luftina, tí tað var farið at tyngjast nakað í skýggjun- um. Bara veðrið fór at halda sær, tí alt skuldi fyri- ganga uttandura í hesi náttúruvøkru bygdini. Tí- betur helt veðrið sær, til til- takið í bygdini var nærum liðugt. Hesa løtuna høvdu tey bæði fingið blómur, gávur, høvdu hoyrt føroyskan operasang, etið turran fisk, sæð menn draga bát í land og høvdu haraftrat fingið tveir málningar sum gávu frá kommununi. Hugnalig bygd Tað var týðiligt, at fyrireik- arnir ynsktu at vísa fólki, hvussu hugnaligt tað kann vera, eisini í so lítlari bygd. Niðri í ánni lá ein lítil borðbátur og róði móti streyminum. Í bátinum vóru menn til árar í før- oyskum klæðum, - til stóra frægd fyri tey vitjandi. Longur heimi í bygdini sótu børn og hugnaðu sær frammanfyri eitt bál, sum var tendrað til høvið. Og har yviri við lendingina stákaðust fólk óført til hesa forkunnugu vitjanina. Nú sóust bláu ljósini frá motorsúkklunum, og nú sást eisini svarta bilafylgið koma undan sýnini: Endi- liga var vitjanin hjá teimum kongaligu komin til bygd- ina. Tey koyrdu yvir móti støðni, har býráðsformað- urin, Rodmund Nielsen tók ímóti. Stutt eftir fekk Aksel Haraldsen høvið at heilsa uppá tey kongaligu, og føra tey oman móti støðni. Tey steðgaðu á leiðini frammanfyri eitt skelti, sum vísti tað stóra arbeiðið sum bygdasavnið hevur gjørt fyri at varðveita hetta økið og byggja tað upp av nýggjum. Hetta tóktist hava stóran áhuga fyri drotningahjún- ini, tí tey lurtaðu við áhuga eftir tí, sum Aksel greiddi frá, og steðgaðu tí á eina góða løtu. Niðri á støðni vóru stólar settir upp til hjúnini, og nú stóð tónleikur og sangur á skránni. Fiskieydna Men áðrenn tað skuldi ein bátur, "Sílið" dragast á land. Sílið við fýra monn- um hevði fyrr um dagin sett tvær línur á sjálvari víkini, og nú skuldi fongurin fáast í land. Tað sá út til at fiskieydn- an hevði verið við teimum henda dagin, tí sjálvir mettu teir seg at hava fingið eini 300 pund og ein kalva. Hesin kalvin fangaði áhugan hjá Heindriki sum spurdi óført eftir, hvar tey høvdu sett línuna og hvussu leingi línan hevði staðið. Hann gav eisini sítt boð til vektina á kalvanum, sum hann gott hevði kunnað hugsað sær at tikið við umborð á Dannebrog til eina máltíð. Hann metti kalvan at viga eini 10 kilo – og sum skiltist á bátsmanningini var tað ikki heilt av leið. Teir mettu hann til 10-12 kilo. Sangur og málningur Nú var so sangurin á skránni. Ætlanin var upp- runaliga at hetta skuldi fara fram í sjálvari gjónni, men varð so kortini flutt á hetta staðið. Onkur helt at hetta var stórt spell, tí auku- stikkurin í gjónni skal vera so sjáldsama góður. Men niðri á støðni sang Rúni Brattaberg so tveir sangir og síðani tjóðsangin, væl stuðlaður av Meinhardi Bjartalíð á keyboardi, með- an drotningahjúnini hugn- aðu sær við turrum fiski og øðrum afturvið. Aftaná heilsaðu tey uppá sangara og tónleikara, áðrenn leiðin gekk heim í bygdina, har tey fingu handað tveir málningar sum gáva frá Runavíkar kommuna, sum Elduvík er ein partur av. Nú var so smátt byrja at regna, og tí var tað hósk- andi at vitjanin var av á hesum sinni. Ein stutt vitjan var at enda komin. Men kortini ein vitjan, sum bæði børn, ung og eldri munnu vera fegin um. Tað er ikki hvønn dag at kongaligir gestir koma til bygdina. Nr. 118 - 24. juni 2005 17 jú eisini er ein partur av ríkisfelagsskapinum. Og at tey so haraftrat komu til Fuglafjørð, er bara eitt eyka pluss fyri alt, sigur sambandsmaðurin Helgi. Børnini vóru eisini spent uppá forkunnugu vitjanina – og høvdu riggað seg til hetta sjáldsama høvið Væl fagnað í Elduvík Eisini í Elduvík fingu tey gávur – ikki óvæntað var malargrót við í gávuni Tey sita so fín og so spent og bíða eftir drotningahjúnunum – fv.: Torbjørn, Inga, Aksel, Bára, Dánjal, Ernst og Ásla Ein bátur varð drigin á land, fullur av toski og kalva – eini 300 pund vá veiðan henda dagin. Hendrik tóktist sera áhugaður í at frætta nærri frá útróðrartúrinum