fríggjadagur 24. juni 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 118 - 24. juni 2005
Hylurin í ánni við
Gjógv eru eitt áhuga-
vert spælipláss hjá
børnum, men at hesin
mikudagin var meira
áhugaverdur enn
krúnprinsavitjanin,
man vera ein søga fyri
seg
HOFF-STOFF
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Meðan Fríðrikur, krúnprins-
ur og Mary, krúnprinsessa,
vitjaðu við Gjógv seinna-
partin mikudagin, høvdu
hesir báðir smádreingirnir
størri áhuga fyri barnavin-
arliga hylinum enn vitjanini
úr kongshúsinum.
Hesar myndirnar eru tikn-
ar eftir, at ungu krúnprinsa-
hjúnunum vóru komin til
bygdar.
Vit steðgaðu á og spurdu
Rúna Nónsgjógv (10) og
systkinabarnið, Njál Han-
sen (8), um teir ikki høvdu
sæð Fríðrik og Mary.
Jú, annar hevði sæð á tey í
einum bili, men annars var
áhugin hjá hesum báðum
smádreingjunum størri fyri
hylinum og bátunum enn
prinsa-og prinsessuvitjanini.
Og tó; tann eini flaggaði
við føroyskum flaggi í sam-
band við henda hátíðardag
við Gjógv.
Dragandi spælipláss
Rúni býr í Leirvík, og Njál
býr í Havn. Teir hava báðir
røtur við Gjógv , har teir
týðum eru og vitja – og tá
hevur hylurin størsta áhuga
sum spælipláss.
Hendan dagin stuttleik-
aðu Rúni og Njál sær óført
í hylinum, meðan restin av
bygdini fylgi eftir krún-
prinsahjúnunum.
Løgdu ikki nógv
í kongavitjan…
Teir høvdu ikki "stundir" at
fylgja krúnprinsahjúnunum,
nú teir vóru við Gjógv og
vitjaðu
Myndir: Vilmund Jacobsen
Vitjaðu stórsligna landslagið við Gjógv
Tá ið Margretha,
Heindrikur, Fríðrikur
og Mary fóru úr
Leirvík, skiltust teirra
vegir eina stund. Tey
bæði "gomlu" fóru til
Elduvíkar, meðan
krúnprinsahjúnini
fóru til Gjáar
HOFF-STOFF
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Við Gjógv byrjaði vitjanin
við kirkjuna, har bygdaráðið
í Sunda kommunu við
gjáarmanninum,
Sofusi
Johannesen og borgarstjór-
anum, Heðini Zachariassen,
á odda tóku ímóti og heils-
aðu krúnprinsahjúnunum.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður, var eisini við í
fylginum.
Úr kirkjutúninum varð
farið á minnisvarðan og
síðan heim í Gjónna, har
kór sang vælljómandi
sangir, sum rungaðu niðan
úr Gjónni og upp til alt
fólkið, sum bíðaði uppi á
bakkanum.
Landslagið við Gjógv er
hugtakandi, og áður hevur
danska kongshúsið víst
staðnum stóran áhuga.
Hesaferð var tað so Fríðr-
ikur,
krúnprinsur,
sum
ynskti at síggja Gjógv við
øllum tí vakurleika, sum
bygdin goymir.
Fór at regna
Veðrið var framvegis gott
og turt, meðan Fríðrikur og
Mary saman við Sofusi,
Heðini og øðrum vóru niðri
í gjónni – og veðrið var
eisini hampiligt, tá ið tey
við fylgi gingu sær ein túr
úteftir bakkanum.
Tað var byrjað at regna
hesa løtu, og sum frá leið,
gjørdist rættiliga vát.
Tó ikki so, at tað bilti.
Á veg heimaftur av bakk-
anum vórðu krúnprinsa-
hjúnini boðin til borð í
bygdahúsinum, har tey
fingu ein bita og okkurt at
leska sær við.
Steðgurin í bygdahús-
inum var stuttur, tí tíðin
rann undan.
Stórsligið
Vitjanin hjá Fríðriki og
Mary við Gjógv var væl
eydnað, og nógv fólk nýttu
høvi at fylgja hjúnunum á
ferðini gjøgnum vøkru
bygdina.
Sambært
teimum,
ið
fylgdust við krúnprinsa-
hjúnunum,
vóru
tey
ógvuliga hugtikin av tí, tey
sóu – og serliga var tað
Gjógvin og landslagið utt-
anum Gjónna sum fall
teimum í eyguni.
Krúnprinsahjúnini vildu
sleppa ein túr úteftir bakk-
anum, har onnur úr danska
kongshúsinum áður hava
verið
Mynd: Jens Kr. Vang
Fríðrikur og Mary við fylgi á
veg niðanaftur úr Gjónni,
har kór sang vælljómandi
sangir fyri teimum
Mynd: Jens Kr. Vang