fríggjadagur 24. juni 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 24. juni 2005
19
Stormur
í Sørvági
og Gásadali
HOFF-STOFF
eydna@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Eftir ein baldrutan túr inn
eftir Sørvágsfirði, kom
kongsfamiljan í land í Sør-
vági. Steðgurin á bryggjuni
var stuttur, tí vindurin var
nógvur, hvirlurnar harðar
og regnir oysti niður.
Tí varð farið beina leið til
Gásadals, har tað í ein fart
varð dekkað upp við ábiti í
gamla skúlanum. Ætlanin
var at hava tað í Mykinesi,
men Mykinestúrurin varð
avlýstur orsakað av ringa
veðrinum.
Rasmus
Niclaessen
dugdi sera væl at greiða
frá, og tað var týðum at
láturin rungaði inni í lítla
skúlanum. Síðani var farið
inn í gomlu húsini í Tøð-
uni, áðrenn leiðin aftur
gekk til Sørvágs og Sanda-
vágs.
Genturnar, sum skuldu
handa blómurnar, blivu
hampaðar, líka til land-
gongdin varð komin
uppá pláss. Men
vindurin og regnið
ruskaðu hárið og
klæðini til aftur so
hvørt. Tær sóu tó
ógvuliga fittar út, hóst
alt
Prinsgemalurin
var ikki kaldur
um høvdið.
Hann var
nevniliga i ein
um kolli frá Sirri
Landgongd í Sørvági. Tey
verða boðin vælkomin av
Jákupi Suna Lauritsen
Eisini í Gásadali fingu bæði Mary og drotningin hvør sítt stóra
blómutyssi frá teimum mongu, sum høvdu hættað sær út í
ódnarveðrið at síggja tey kongaligu. Men Mary var ílatin eftir
veðrinum, so veðrið sá ikki út til at gera henni mun
Eftir eina vitjan í skúlanum, har Rasmus Niclassen greiddi frá um søguna hjá húsunum í
Tøðuni í Gásadali, varð farið yvir í Tøðuna, har tríggjar systrar, ættaðar úr húsinum, heilsaðu
uppá. Tann elsta er 91 ár. Her síggjast drotningin og Rasmus á veg yvir í Tøðuhúsið
Mary gav
sær eisini í
Gásadali tíð
til at heilsa
upp á
børnini og
práta við tey
eina løtu