Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-24, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 118 - 24. juni 2005 Gamla svimjikempan, Jon Hestoy, verður ein av teimum, sum leggja á fjørðin á jóansøku, men hann setir ikki tey stóru krøvini til sín sjálvs longur SVIMJIKAPPING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Einaferð í tíðini var hann okkara heilt stóra ítróttar- hetja. Og nú verður eitt sjáldsamt høvi til aftur at síggja føroya besta svimj- ara, nakrantíð, aftur á floti. Jon Hestoy verður nevni- liga ein av teimum, sum verður við í forvitnisligari svimjikapping á jóansøku. Í hesi kappingini skal svimjast tvørturum fjørðin og tað er ikki roynt á Jóan- søku hesi seinastu 30 árini. Tað var jon Hestoy sjálv- ur, sum kom við hugskot- inum um at sjimja kapp tvørtur um fjørðin og hann var eisini fyrstur at melda seg til. – Kappsvimjing hevur ikki verið á jóansøku í fleiri ár og tað haldi eg er spell. Við eini slíkum tiltaki, kunnu vit hava kappsvimj- ing á stevnum, sum nógv fólk kunnu vera við í. Og við at hava tað á fjørðinum, verður eisini talan um eina kapping, sum er úti ímill- um fólkið og hann vónar at hetta kann gerast fastur táttur á teimum ymsu stevnunum. Annars hevur hann harm- ast um, at tað eru so fáar av slíkum kappingum. – Tað var ein kapping tvørturum Skálafjørð fyri nøkrum árum síðani og tað eydnaðist sera væl. Tann teinurin var 1700 metrar. Annars hevur tað bara verið svimjingin um Nolsoyar- fjørð, men tað er ein teinur uppá fimm kilometrar og tí bara fyri svimjarar í góðari venjing. Jon Hestoy sigur, at hann tí skeyt upp at skipa fyri eini kapping tvørturum fjørðin á jóansøku. Svomið verður av nýggju samferðsluhavnini og beint yvir á keiina við flakavirkið og allir svimjararnir skulu vera í vátdrakt, men teir sleppa ikki at hava fitjur. Talan er um ein tein upp á 700 metrar, so hann skuldu tey flestu klára, hóast tey ikki eru í so góðari venjing Serstakt upplivilsi Fyri Jon Hestoy sjálvan verður hetta eitt heilt ser- stakt upplivilsi. – Fyrstu ferð eg svam kapp yvirhøvur, var á jóan- søku á Tvøroyri fyri 26 árum síðani. Eisini tá varð svomið á sjónum, men tað var framvið keiini. Hóast Jon eigur nógv tøk á fjørðinum sum óviti og unglingi, hevur hann enn ongantíð svomið tvørturum fjørðin, so hetta verður heilt nýtt. Men hann setir ikki tey heilt stóru krøvini til sín sjálvan longur. Jóast hann var okkara fremsti svimjari í sínum ungu døgum, hevur hann ikki gjørt nógv ið at halda seg í venjing. – Stundir hava tíverri ikki verið til tað, sigur hann og seinast eg svam í nøkrum kappingarkendum, var í kappingini um Skálafjørð fyri nøkrum árum síðani. Hann sigur tí, at hansara mál við svimjingini á Jóan- søku, er at koma tvørturum fjørðin í øllum góðum og gongur ikki heilt galið, væntar hann eisini, at tað fer at eydnast, hóast hann ikki er í serliga góðari venjing. – Seinastu ferð eg svam, var í kappingini tvørturum Skálafjørðin fyri nøkrum árum síðani Kappsvimningin á jóansøku verður sunnu- dagin klokkan 13.30. Tá ið liðugt er, verður togtoðan ímillum luttakararnir. Teir fara at standa á hvør sínum mola, so tapararnir fara í havið. – Nú vóni eg so bara, at nógv fólk melda seg til, sigur Jon Hestoy. Og melda til kunnu svimjarar gera til fríggjakvøldið klokkan 20.00 hjá Johan Martin Poulsen á telefon 28 0607 ella við teldubrævi til: jm_poulsen@yahoo.dk Tá ið Anna Kirstin Steinø setir jóan- søkuna í morgin fer hon at tosa um, hvussu hon heldur, at vit menniskju eiga at vera ímóti hvørjum øðrum JÓANSØKUSETAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað verður Anna Kirstin Steinø, sum fær heiðurin at seta jóansøkuna í ár. Tað fer fram í mið- býnum á Tvøroyri klokkan tvey seinnapart- in í morgin, leygardagin og tá fer Tvøroyrar Hornorkestur eisini at spæla. Hetta verður eisini fyrstu ferð, at Anna Kirstin heldur røðu fyri almenninginum, so tað er ikki við sørt av spenn- ingi, at hon er farin at fyrireika røðuna. Anna Kirstin sigur, at hon fer ikki at halda nakra søguliga røðu. – Tað verður ein røða, sum fer at venda sær til tað menniskjansliga í okkum øllum, um sam- spælið ímillum menn- iskju um, hvussu hon heldur, at vit menniskju eiga at vera ímóti hvørj- um øðrum og um, hvussu hon heldur at menniskja eigur at vera í samfelagnum. Men hóast Anna Kirstin hevur gjørt sær greitt, hvussu høvuðs- boðskapurin í røðuni skal vera, verður talan um eina spontana røðu, so tað nágreiniliga orða- valið er ikki greitt enn. Røðan verður nevni- liga ikki skrivað niður. – Tað eiggar ikki hjá mær at skriva alt niður. Men eg fari at skriva stikkorð niður og so verður røðan hildin útfrá tí. Fer at tala um tað menniskjansliga Tá ið Anna Kirstin Steinø setir jóansøkuna í morgin, fer hon at tosa um, hvussu hon heldur, at vit menniskju eiga at verða ímóti hvørjum øðrum Málið er at koma yvir um í øllum góðum Soleiðis sá Jon Hestoy út í sínum vælmaktsdøgum. Men tað er ikki, fyrrenn nú, hann er komin upp í árini, at hann bjóðar Trongisvágsfjørði av fyri fyrstu ferð