fríggjadagur 24. juni 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 24. juni 2005
23
Leygarkvøldið fer
Tórbjørn Jacobsen at
selja Jóannes Eides-
gaard, Hergeir
Nielsen, Hendrik Old,
Johan Dahl, Øssur
Mohr og onnur
UPPBOÐSSØLA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit ætla bæði at fáa peng-
ar í kassan og at geva fólki
eitt stuttligt upplivilsi.
Tað er ætlanin við einum
forvitnisligum tiltaki hjá
Tvøroyrar Svimjifelag á
Jóansøku í ár.
Felagið hevur skipað fyri
eini málningaframsýning í
hølunum í miðbýnum, har
Búðin helt til, beint yvirav
Statoilstøðini.
Har hava bæði kend og
ókend latið málningar inn og
teir verða seldir á uppboðs-
sølu leygarkvøldið kl. 22.
Eru summir av málarun-
um ókendir, er uppboðs-
haldarin alt annað enn
ókendur, tí tað verður ongin
annar enn litríki løgtings-
maðurin, Tórbjørn Jacob-
sen, sum skal fer at standa
fyri uppboðssøluni.
Og tað átti at borga fyri
eini stuttligari løtu. Viðrar,
verður uppboðssølan uttan-
dura.
Kendasti málarin á fram-
sýningini er øssur Mohr.
Men so eru tað eisini tey
lokalu Palle Julsgart og
Rannvá Mortensen, sum
hava málað.
Men politikarar hava eis-
ini latið málningar inn, so
er tað nakar, sum vil hava
ein Jóannes Eidesgaard, ein
Hendrik Old, ein Johan
Dahl ella ein Hergeir Niel-
sen á veggin í stovuni, er
bara at møta upp á upp-
boðssøluni.
Onnur, sum hava málað,
eru Arngerð Joensen, Terji
Hentze, Terji Nielsen, Katr-
in Einarsson, Pól Olsen og
Reidar Simonsen- men
kanska koma onnur afturat.
Opið verður í kvøld frá
klokkan 18 til klokkan 22
og leygarkvøldið frá klokk-
an 14 til klokkan 21. So
hava tey ein tíma at gera
klárt í til uppboðssøluna
klokkan 22.
Sunnudagin verður opið
frá 15-19.
Á jóansøku fær
stevnufólkið ein
serstakan møguleika
at sløkkja tostan
PUB OG KAFÉ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
T.F. Thomsen er søguligt
handilsvirki á Tvøroyri. Og
mánadagin var enn eitt nýtt
kapittul í teirra longu hand-
ilssøgu.
Mánadagin læt nevniliga
pubb og kafé upp í gomlu,
kongligu krambúðini niðri
á keiini á Tvøroyri.
Sostatt fær jóansøkufólk-
ið í ár ein serstakan møgu-
leika at sløkkja tostan í tí
søguríkasta umhvøvinum á
Tvøroyri.
Tá ið pubbin læt upp
mánadagin
vóru
fleiri
hundrað fólk inni á gólvin-
um. Men týsdagin var
konglig vitjan í húsinum,
har greitt var frá søguni hjá
handlinum.
Síðani hevur verið opið
fyri almenninginum og nú
á jóansøku verður opið til
klokkan fýra ánátt.
Annars er ætlanin, at
hetta skal vera eitt hugna-
ligt stað, har tað skal bera
til at seta seg eina løtu at
fáa ein bita av onkrum og
eina øl, ella eitt glas av víni
afturvið.Tey hava eisini
kaffi, te og kakur og so er
eisini ætlanin at hava
ymisk spøl, sum gestirnir
kunnu hugna sær við.
Ætlanin er eisini at hava
tónleika-kafé av og á.
Saman við bygningunum
er virksemið hjá Thomsen
sostatt eitt umfatandi og
virðismikið, søguligt savn,
sum tey hjá Thomsen ætla
skal gerast eitt livandi savn
við teimum umvælingum,
sum nú eru í umbúna tey
næstu árini.
Annars er ætlanin at gera
bygningarnar hjá Thomsen
niðri á keiøkinum ístand,
so at teir kunnu gerast eitt
livandi savn við pub, kafé,
mentanarhúsi, savni o.s.fr.
Ætla bæði at
fáa pengar
í kassan og
eitt upplivilsi
Mikkalina Simonsen ger klárt til málningaframsýngina. Myndina vinstrumegin hevur Birita í Dali málað og hina, Eva
Lauritsen
Nýggj pubb og kafé í gomlum húsi á Tvøroyri
Her eru tað gomlu
sýslumanshjúnini í Suðuroy,
Eiler og Sigga Djurhuus, sum
heilsa uppá vertin, Thomas
Thomsen, sum stendur
vinstrumegin
Eisini hesir tríggir høvdu leitað sær á móttøku, tá ið nýggja
pubbin læt upp á Tvøroyri mánadagin