Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-24, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 2005síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 118 - 24. juni 2005 Jòansøkufestivalurin havur nógv at bjóða jóansøkugestum. Um- framt góðan tónleik, er t.d. góður matur og vakurt útsýni, men góðir tónleikarar úr útheimi vitja og nakað av tí besta inn- an førosykan tónleik fer á pall, so tón- leikurin er í fremstu røð Fetsivalur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Jóansøkufestivalurin er hugtak, ið einans hevur verið til hesar síðtu 2 til 3 mánaðirnar. Tá tað spurd- ist, at so mong onnur tiltøk stungu seg upp kring landið um somu tíð, sum jóansøkuhald er í Suður- oynni, tóku nakrir suðuroy- ingar stig til at gera okkurt munagott fyri at betra jóansøkuna og seta hana í fokus. Alt hetta í tí ásann- an, at føroyingar koma ikki bara framvið Suðuroynni soleiðis uttan hóvasták, og tí skal okkurt til og tá so kapping er um hesar miðsummardagarnar, má okkurt gerast. Fløga Soleiðis ljóðar søgan um ein av nýggju festivalunum. Tað hevur tó eydnast at seta saman eina fjølbroytta skrá, har AS Sweet (UK) og Nylon (Ís) vitja uttan úr heimi. Úr Føroyrum vitja tveir bólkar, ið klára seg væl í kappingum á MTV, nevni- liga Makrel og The Dream- s. Fløguaktuellu Deja Vu eru við og eisini ungu stjønuskotini Paradox. Guðrun S. Jacobsen og Brandur Enni fara á pall og Deiggj er við, hesaferð sum sonevnt Gasolin Jam.Eisini Eyðun Nolsøe fer á pallin. Ein fløga við røddum av Tvøroyri kemur út í sam- band við, at Jóansøkan er 80 ár í ár. Hesir luttakarar fara eisini á pallin og eru tey Tróndur Enni, Eyðun Ásason, Jónhild A. Nielsen, Pól Arni Holm, Sólfríð Bech og Holbæks Blues- band. Umstøður Umstøðurnar eru góðar til festival. Dentur er lagdur á góðar umstøður til lurtarar í skúlagarðinum á Tvøroyri. Ein stórur høvuðspallur er og ein minni pallur. Dygdargóður og væl- smakkandi matur verður at fáa í tjaldbúðum á økinum og útsýnið yvir fjørðin er eisni gott av økinum. Hóast royndir, so hevur ikki eydnast fyrireikar- unum at fáa eittnú Smyril at sigla beinleiðis í samband við festivalin, men Smyril siglir klokkan 7 á morgni eftir festivalin, so um ein ikki er alt ov kvøldsvøntur, so ber til at fara í dans eftir festivalin og/ella leiga sær kamar umborð til fráferð sunnumorgunin. Ætlandi er festivalurin afturvendandi tiltak á hvør- jum ári. Festivalurin hevur h e i m a s í ð u n a www.joansokufestivalurin. com Góður dansur er til jóansøkugestir í ár Dansur dagfinn@sosialurin.fo Í Suðuroynni - og onnur kenna tað eisini - er Bólk- urin Revival vorðin serstøk hending nakrar ferðir árliga. Limirnir eru teir flestu uttanlands men vitja heima án Tvøroyri av og á. Og hesin orkummikli bólk- urin borgar fyri eini fram- førsli, ið vil nakað, og sum ikki kann lata nakran við eitt sindur av rútmu- og tónasansi eftir óávirkaðan. Revival spælir til dans í Trongisvágshøllini eftir jóansøkufestivalin. Bólkurin Deiggj fer á pall í Klubbanum eftir jóansøkufestivalin. Bólkur- in hevur røtur á Tvøroyri og borgar fyri góðum tónleiki, nógv frá sjeyti og áttatiárunum. Bussar koyra í samband við dansin eftir jóansøkufestivalin. Festivalur við øllum til oyru, eygu og munn Revival og Deigj spæla til dans