fríggjadagur 24. juni 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 24. juni 2005
25
Andy
vil
sleppa
at fiska
Andy Scott,
oddafiskur í AS
Sweet, vil sleppa at
royna fiski-
eydnunua, nú hann
vitjar í Føroyum á
Jóansøkufestivali
JÓANSØKUFESTIV
ALUR 2005
dagfinn@sosialurin.fo
Rockstjørnan
Andy
Scott hevur eitt ynski,
nú
hann
vitjar
í
Føroyum. Umframt at
spæla á Jóansøkufesti-
valinum, so vil hann
fegin sleppa at royna
fiskieydnuna.
Og fyrireikararnir av
festivalinum ætla at
royna at uppfylla henda
dreymin. Sweet koma til
landið
hósdagin
og
fríggjamorgunin
er
tíðindfundur. Fríggja-
dagin liggur leiðin til
Suðuroyar.
Væntandi
sleppur Scott á flot
fríggjadagdagin seinna-
part ella leygarmorgun,
tí leygardagur seina-
apart skal ljóðroynd
vera og á kvøldi er stóra
rockshowið á skránni.
Tá AS Sweet koma til
Føroya á Jóansøku-
festival, so er í veru-
leikanum ikki talan
um ein og hvønn,
men um eitt navn,
sum verður sett í
samband við nakrar
av kongunum av
glamrockinum í
sjeyti- og kanska
partvís áttatiárunum.
Og manningin í dag
er sterk og hava hesir
menn staðið á palli og
í upptøkurúmum við
teimum stóru, so
sum George Harri-
son, John Lord og
Ken Hensley
Sweet í stuttum
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Sweet í stuttum:
Tá AS Sweet um vikus-
kiftið vitjar Jóansøkufesti-
valin 2005, so er í veruleik-
anum talan um eina stóra
hending. Sweet er eitt navn,
ið av røttum verður mett
sum eitt høvuðsnavn innan
enskan rock í sjeytiárunum
og kanska nakað inn í
áttatiárini.
The Sweet átti snøgt sagt
ovastu røkurnar á hittlist-
unum í fleiri ár.
Og í Føroyum, eins um
stóran part av heiminum,
ljóðaðu hittini hjá The
Sweet um geilar og tún. Í
kamarinum hjá teim flestu
hingu plakatir við Sweet,
Slate og øðrum.
Og tey flestu kenna í dag
hittini, sum enn í dag eru
før fyri at røra okkum, fáa
okkum í gott lag og fáa
minnir fram hjá summum.
Fox on The Run, Teenage
Rampage, Block Buster,
Hell
Raiser,
Ballroom
Blitz, Co Co, Funny Funny,
Pappa Joe, Wig Wam Bam,
Little Willy og so sjálvandi
klassikarin Love is Like
Oxygen.
Roynd Manning
Í dag eru tveir av teimum
fýra, ið mannaðu bólkin tey
mongu gyltu árini, deyðir.
Brian Connoly náddi tó at
vitja í Føroyum miðskeiðis
í áttatiárunum við síni
útgávu av Sweet. Men hetta
var ein syrgisøga, tí Brian
var tá langt úti í misnýtslu,
hann varð tikin fyri at hava
evnir við sær og konsertin
hevur ikki verið nakað, sum
reypað hevur verið av
síðani. Brian doyði nøkur
ár seinni.
Trummuleikarin doyði av
krabbameini fyri stuttum
og bassleikarin er ikki við
meira.
Men øll árini síðani tey
gyltu ár, sum endaðu
miðskeiðis í áttatiárunum,
hevur guitarleikarin Andy
Scott spælt víðari við síni
útgávu av bólkinum; AS
Sweet.
Og hetta er ein stórliga
fagnað grein av bólkinum,
sum serliga hesi seinastu
árini hevur fingið rós,
hevur givið okkurt út, m.a
eina rósta dvd útgávu.
Og
manningin,
sum
Andy Scott hevur afturat
sær, er sterk og væl roynd.
Hetta er onki minni enn teir
tónleikarar, ið hava roynt
seg millum tær størstu
stjørnurnar. Teir hava spælt
við stóru legendunum.
Manningin er henda:
Tony O’Hara; Bass og
sang, Andy Scott, Guitar og
sang, Steve Grant, ljóm-
borð, sang, Bruce Bisland,
trummur, sang og Ian
Gibbons, ljómborð.
Spælt við teimum
stóru
Andy Scott er í sjálvum sær
ein kongunum frá glamrock
tíðíni. Men hinir, sum fara
á pall hava eisini sínar
royndir og hava verið á
pallinum við teimum heilt
stóru:
Andrew Scott kenna vit
úr Sweet. Bruce Bisland
hevur drúgvar royndir í
mongum høpum og hevur
m.a. roynt seg við teim
kendu Blue Oyster Cult.
Anthony
O’Hora
er
royndur í mongum høpum.
Stephen Grant hevur verið
í upptøkuhølum saman við
George Harrison, og annars
leikt við Animals, John
Farnham, Alvin Lee, John
Lord og Dave Clark Five.
Ian Gibbons hevur, eins
og hinir eina langa søgu og
er knýttur at eisni langari
røð av kendum nøvnum,
kendast eru nokk The
Kinks og The Shotguns,
sum
tann
kendi
Ken
Hensley stóð á odda fyri.
Við øðrum orðum eru
hetta menn, sum hava leikt
við legendum sum Harri-
son, Hensley, Lord og
øðrum.
Adam Booth, og Damian
Scott eru tøkningar og kann
nevnast, Damian Scott er
sonur Andy Scott.
Hittini fara at ljóða
Og tá so hittmakararnir frá
sjeyti og áttatiárunum fara
at
ljóða
á
Tvøroyri
leygarkvøldið, so verður
veruliga talan um góðan
tónleik.
Umframt tey kendu - og
áður nevndu hittini- so
verður væntandi annað at
hoyra eisini, tí AS Sweet er
í dag ein bólkur, ið spælir
tyngri rock, góðan og
sterkan rocktónleik, um-
framt, at áhoyrarar sjálv-
andi vænta sær gomlu
hittini og klassikararnar.
Sweet - ikki ein og hvør
AS SWEET verður
høvðusnavni á
Jóansøkufestivalinum