fríggjadagur 24. juni 2005síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 118 - 24. juni 2005
Tað ber væl til at
klænka seg uttan at
eta seg blóðfátækan
av modernaðum
klænkikosti. Tað hava
nakrar tvørakonur
víst í vetur. Og næsta
vetur koma tær sterkt
aftur
KLÆNKISKEIð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er ikki neyðugt at eta
klænkost fyri milliónir fyri
at slakna.
Tað hava nakrar tvøra-
konur víst.
– Tað, sum er mest
neyðugt er at hugsa um,
hvat vit eta og at røra seg
nógv. Men tað, sum er
allarmest umráðandi er at
fleiri gera tað í felag, so at
tað altíð er moralskur
stuðul at fáa, tá ið tað sær
svartast út.
Tað heldur Bjørg av Rana
á Tvøroyri, sum í vetur tók
stig til eitt heldur øðrvísi
klænkiskeið.
Hon sigur, at tað er ongin
orsøk til at feitir føroyingar
skulu fara niður á skeið í
Æbeltoft í Danmark tíggju-
tals túsundkrónur fyri at
klænka seg.
– Eg haldi, at ofta er
einasta úrslitið av vanligu
klænkiskeiðunum, har alt
er vigað og mált og roknað
út frammanundan, at tú
verður fátækari, tí tey eru
oftani hundadýr. Tað eru
eisini góð ráð um klænking
í hvørjum einasta vikublaði
og kvøldskúlarnir hava
klænkiskeið fyri somu fólk-
um ár um ár. Og tá ið tað
ber til at hitta fólk, sum
hava verið á klænkiskeiði
seinastu 20 árini, sigur tað
mær so mikið sum tað, at
teir geva ikki tað úrslitið,
tey lova.
Sjálv hevði Bjørg hug at
klænka seg og so setti hon
seg at hugsa um, hvussu
hon skuldi bera seg at.
Hon kom skjótt til ta
niðurstøðu, at tað besta er
at saman við onkum um
eina ætlan sum hesa.
Tí fekk nakrar komur
saman, sum allar høvdu tað
til felags, at tær vigaði yvir
85 kilo og at tær fegnar
vildu slakna.
– Vit settu eitt minsta-
mark á, tí hetta var ætlað
sum eitt tiltak fyri okkum,
sum ordiliga høvdu brúk
fyri tí. Vit ætlaðu ikki at
hava fólk við, sum bara
vildu sleppa av við fimm
kilo fyri at koma niður á
eina idealvek, tí tað hildu
vit ikki vera serliga moti-
verandi fyri okkum onnur,
sum rættiliga høvdu fyri
neyðini at klænka.
Klænkiskeiðið hjá hesum
tvørakonunum byrjaði eitt
vikuskiftið tíðliga í ár á
nýggja
gistingingarhús-
inum á Tvøroyri.
Har fingu tey ein kost-
ráðgevara at fortelja teim-
um um kost og heilsu. Tey
hava eisini við jøvnum
millumbilum havt diætist
og fysioterapeut at lagt
teimum lag á. Tey fingu
enntá ein kosmetolog at
greiða teimum frá um
húðrøkt.
– Annars eta vit allan
vanligan mat. Tað einasta,
vit gera, er at halda okkum
frá sukuri og at skera alt
sjónligt feitt burtur. Somu-
leiðis eru ráðini at brúka
olju at steikja við ístaðin
fyri margarin.
Bjørg av Rana heldur
ikki, at rætti mátin er at
leggja so hart, sum nógv
klænkiskeið gera við at
leggja alt lívið um í einum
við einum lyfti um at missa
50 kilo í nakrar vikur.
– Tað er alt ov stór koll-
velting í lívinum og eydnast
sjáldan. Tá er betri at fara
stigvíst til verka og at
broyta lívsstílin spakiliga.
– Vit skulu heldur ikki
gloyma, at vit búgva í Før-
oyum við tí serføroyska
mati, sum vit hava. Summ-
ar av okkum eru longu
farnar at stúra fyri rivunum
í í heyst. Men riv um heysti,
grind, ræstur fiskur og
garnatálg eru ein ein partur
av tí at vera føroyingur, so
hvat skulu vit gera uttan
tað? Vit kunnu saktans eta
riv. Vit kunnu eisini eta
garnatálg afturvið røstum
fiski. Vit skulu bara eta eitt
sindur minni enn vit plagdu
og vinna tað innaftur við at
eta eitt sindur av frukt
omaná ístaðin fyri ein
kakubita.
– Kostráðgevarin minti
okkum á, at tá ið vit hava
etið feitan mat, stoyta vit
altíð soðið ella smeltið
útum, tí vit vilja ikki hava
tað at tippa rørini. Sam-
stundis fýra vit ikki fyri at
eta feitan mat og smelt,
hóast tað eisini tippur
okkara rør-æðrarnar.
– Tað er ordiliga at skera
tað út í papp fyri at fáa
okkum at skilja boðskapin
og minka um feitti í mat-
inum
Ganga nógv
Men alt avgerandi í hesum
tiltakinum hjá tvørakon-
unum er rørsla.
– Vit ganga hvønn einasta
dag. Alt eftir, hvussu ar-
beiðstíðin liggur, eru vit ein
gongutúr um morgunin ella
um hvøldið. Summar taka
báðar við, liggur tað fyri.
Og einferð um vikuna eru
tey so ein langan og strævn-
an gongutúr.
– Vit byrjaðu í smáum,
men so blivu túrarnir longri
og longri, so hvørt sum
konditiónin batnaði.
Tað er heldur ikki sørt, at
tey hava lagt oyra til nógvar
glósur. Soleiðis var tað
onkur, sum helt fyri at
skelti átti at verið sett við
vegin sum vísti, at her var
tung ferðsla.
Av tí at minstamarkið fyri
at vera við, varð sett til 85
kilo, var tað eisini onkur
skemtingarsom sál, sum fór
at at kalla tey "Team 85"
– Slíkt eru vit vanar við,
men tað rínur ikki við
okkum longur, tí vit rista
tað av okkum aftur.
Men Bjørg av Rana held-
ur, at tað júst er smartar
viðmerkingar, sum hesar, ið
gera, at onki mannfólk er
við.
– Kanska tola mannfólk
ikki at verða argað og tí lata
tey standa til, heldur enn at
gera nakað við tað, hóast
tað kundi trongt til nógva
staðni.
Moralskur stuðul er
altavgerðandi
Kortini heldur Bjørg av
Rana, at tað týdningar-
mesta av øllum, er, at tey
eru fleiri í felag.
– Einsamallur nyttar ikki
nógv at fara undir eitt tiltak
sum hetta. Tí hava tær
møtst einaferð um vikuna
fast. Og triðjuhvørja viku
hava tey havt vitjan av
onkrum serfrøðingi innan
heilsurøkt av ymsum slagi.
Men tað, sum tey hava mest
brúk fyri, eru moralskur
stuðul.
– Tað er tann moralski
stuðulin, sum ger, at vit
klára at gjøgnumføra tað.
Vit stuðla hvørja aðra og
eggja, tá ið tað sær svart út
hjá onkrum.
Bjørg av Rana sigur, at
tað eru serligar tíðir í
árinum, at hesin moralski
stuðulin hevur serligan
týdning.
– Tá ið konfirmatiónin var í
vár, stóð nógv á hjá
summum og í slíkum førum
er alneyðugt at vit stuðla
hvørjari aðrari.
Og at hetta er nakað, sum
hjálpir, er ongin ivi um.
– Tann av okkum, sum er
slaknað mest, hevur mist 22
kilo. Annars hava vit mist
11-12 kilo í miðal og tað
halda vit er eitt frálíkt
útrslit eftir einum hálvum
ári.
– Vinningurin av av
slakna og røra seg nógv, er,
at blóðtrýstið lækkar og
psykan hækkar. Kondi-
tiónin verður nógtv betri og
nú ein dagin gingu vit heilt
niðan á Oyrnafjall og
omanaftur til Fámjins og
tað stóð ikki á.
– Nú er tað blivið ein
stuttleiki at ganga. Ja, eg
kann næstan siga, at vit eru
púra bundin av hesum
gonguferðunum, tí tað er
ein rættiligur bummdagur,
tá ið tað ikki liggur fyri at
sleppa ein túr.
Bjørg av Rana sigur, at
nú í summar hittast tey ikki
fast eitt kvøld um vikuna,
men tey ganga framvegis
hvønn dag.
– Men í vetur leggja vit
rættiliga í vaðið aftur,
leggur hon afturat.
Moralski stuðulin
ger at vit klára tað
Blóðtrýstið lækkar og psykan hækkar. Tað er høvðuðsvinningurin hjá okkum, sigur Bjørg av Rana. Á myndini eru tær frá vinstru: Bjørg, Miriam, Svanna, Anja,
Eir, Asta, Agnetha og Jóna, sum allar hava fingið tað nógv betri hesar seinastu mánaðirnar