Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-24, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 2005síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 118 - 24. juni 2005 27 VB-B36 1-2 (0-1): B36 slapp við hvøkkinum Gestirnir fingu trý sera týðandi stig við sær av Eiðinum, og nú hevur árstalsfel- agið møguelikan at koma heilt fram í oddin um vikuskiftið FÓTBTÓLTUR Jákup Mørk Hóast tey í B36 ivaleyst fylgdu væl við gongdini í dystinum í Havn, har Skála vitjaði HB. Sum tann dysturin fall út, so betraði tað um støðuna hjá B36 í oddastríðnum, men fyrst og fremst, so ráddi um hjá teimum hvítu og svørtu at hugsa um egið avrik. Longu týskvøldið var B36-hópurin farin til Vágs, og fyrstu løtuna av dystin- um tóktist hetta eisini geva úrslit. Í øllum førum var lítil og eingin ferðamøði at hóma hjá gestunum, sum fyrsta hálva tíman spældu sera skjótan og góðan fótbólt. Nakrir góðir møguelikar spurdust eisini burturúr, men í flestu førum eydnað- ist tó VB-verjuni og Bjarna Johansen at verja fyri. Hol kom tó á, tá nýklækta pisan á B36-liðnum, Bergur Midjord, var seinasti maður- in á einum sera væl gjøgn- umspældum álopi. Og fleiri ferðir eftir hetta hótti B36 aftur VB-málið, men rætti- liga staðfest leiðsluna megnaðu teir ikki. Dýrt verjumistak Ístaðin kom VB betri við í dystin, og tá farið varð til hálvleiks, mundu bæði spælarar og áskoðarar vera samd um, at enn var nógv eftir at spæla um í dystinum. VB byrjaði eisini væl eftir steðgin. Spælið var nú ikki eins gott, sum tað var fyri steðgin, men fyri tað nógva royndu vertirnir at trýsta geistirnar, sum nú spældu væl meira kontr- ollera. Einamest varð roynt at halda fast um leiðsluna, meðan møgulig kontra skuldu skapast við longum bóltum niðan móti áleyparunum. Men tað skuldi eitt gref- ligt verjumistak til, áðrenn B36 økti um leiðsluna. Eingin vandi tóktist annars vera á ferð, tá Allan Mørk- øre brádliga fekk fatur á bóltinum. Hann sá, at Bjarni var farin nakað langt úr málinum, og so lyfti hann bara beinleiðis í kassan úr stórari frástøðu. Hetta kundi kanska punkterað botnliðið full- komuliga, men tað hendi ikki. Heldur tvørtur ímóti, so treiskaðust vágbingarnir enn meira, seinastu løtuna løgdu teir nógv fyri í roynd- unum at koma til møguleik- ar. Tað eydnaðist eisini at minka, tá Símun Samuel- sen breyt ígjøgnum í vinstru, áðrenn hann sendi bóltin innfyri, og har kom Nenad Zivanovic við fullari ferð og stútaði í kassan. Og tað var eisini um repp- ið, at sami Nenad tryggjaði VB annað stigið við sein- asta sparkinum í dystinum. VB satsaði at kalla alt seinastu minuttirnar, og tað gav spentar støður í báðum endum, tá B36 eisini kontr- aði móti tunnu verjuni. Størsti møguleikin kom tó í seinastu sekundunum. Bjarni Johansen! sendi frí- spark inn í brotsteigin, har 21 mans stríddust sum fræg- ast. Alt endaði við, at bólt- urin datt fyri føturnar á Nen- ad, sum langaði til - men beint omanfyri. Hugburðurin í lagi Og so slapp B36 við skrekkinum, eftir at teir annars í langa løtu tóktist hava gott tamarhald á dyst- inum. Í øllum førum kundu teir fegnast um, at frástøð- an upp til oddin nú bara er tvey stig, og tá HB hevur spælt ein dyst meira, kann B36 altso klintra upp á tindin sunnudagin, tá teir vitja í Fuglafirði. Men til tað krevst so ein sigur. Hjá VB mundi tað í løtuni efir dystin kennast sum enn eitt av hesum troystarsleysu tapunum, men hóast hetta, so vóru glottar tó at hóma. Ikki minst mundu áskoðararnir frøast um hugburðin, sum spælararnir sýndu hóast tungu brekkuna, og verður hesin varðveittur, er á ong- an hátt óhugsandi, at 100 ára veitslan í heyst kann markerast við onkrum øðr- um enn eini keðiligari nið- urflyting. v. t. mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 HB 14 9 - 1 - 4 35 16 19 28 2 Skála 14 7 - 5 - 2 29 16 13 26 3 B36 13 7 - 5 - 1 18 6 12 26 4 NSÍ 13 5 - 5 - 3 20 16 4 20 5 EB/Streymur 13 4 - 5 - 4 14 21 -7 17 6 KÍ 13 4 - 2 - 7 20 21 -1 14 7 GÍ 13 4 - 1 - 8 17 23 -6 13 8 TB 13 3 - 4 - 6 12 20 -8 13 9 ÍF 13 3 - 4 - 6 16 29 -13 13 10 VB 13 3 - 2 - 8 10 23 -13 11 Máltindurin Súni Olsen GÍ 9 Bogi Gregersen Skála 8 Allan Mørkøre B36 7 Rúni Nolsøe HB 7 Tór-Ingar Akselsen HB 7 Heðin á Lakjuni KÍ 6 Jónhard Frederiksberg Skála 6 Hans Pauli Samuelsen EB/S 5 Hans á Lag HB 5 Rasmus Nolsøe HB 5 Christian Høgni Jacobsen NSÍ 5 Óli Johannesen TB 5 Atli Danielsen KÍ 4 Andy Olsen NSÍ 4 Helgi L. Petersen NSÍ 4 Hanus Thorleifsson Skála 4 Milan Kulic VB 4 Bergur Midjord, sum her sæst venda ryggi móti myndatólinum, legði B36 á odda fyri steðgin. Og tað mundi ikki gera pisu-veitsluna mikukvøldið petti keðiligari VB-B36 1-2 (0-1) 0-1: Bergur Midjord, 22. 0-2: Allan Mørkøre, 73. 1-2: Nenad Zivanovic, 80. VB: Bjarni Johannesen - Suni úr Hørg, Mortan úr Hørg, Anders Sørensen, Jákup Olsen - Dan Djur- huus (Dánjal Johan Joensen, 78.), Edvard Ble, Hallur Dam (Jón K. Poulsen, 61.), Poul N. Poulsen, Símun Samuelsen - Nenad Zivanovic GK: Edvard Ble, 9., Nenad Zivanovic 39. B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth Jacobsen, Pól Thorsteinsson, Herbert í Lon Jacobsen, Alex dos Santos - Ingi Højsted, Mikkjal Thomassen, Klæm- int Matras (Eyðun Højgaard, 68.), Fróði Benjamin- sen - Bergur Midjord (Bogi Hermansen, 81.), Allan Mørkøre GK: Bergur Midjord, 11., Ingi Højsted, 87., Mikkjal Thomassen, 90. FAKTA UM DYSTIN